Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-20, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. apríl 2006síða 25

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 [ Nr. 76 - 20. apríl 2006 ] Tey bestu Toppskjúttar Kvinnur Daiva Toumaite, VB Menn Blagoje Buha, Neistin Høgni Klein, Kyndil Besti málverji Kvinnur Manuela Stan Jensen, Neistin Menn Marian Cirloganescu, StÍf Besti áleypari Kvinnur Daiva Toumaite, VB Menn Høgni Klein, Kyndil Besti verjuspælari Kvinnur Jórun Ludvig, Kyndil Menn Marius Joensen, Kyndil Hans Áki Dal- Christiansen, Kyndil Besti venjari Kvinnur Ingi Olsen, Neistin Menn Kári Nielsen, Kyndil Hannis P. Wardum, Kyndil Ársins Stjørnuskot Kvinnur Louisa Andreasen, Stjørnan Menn Regin Joensen, VÍF Ársins dómarar Eyðun L. Samuelsen & Andreas F. Hansen Ársins spælari Kvinnur Daiva Toumaite, VB Menn Høgni Klein, Kyndil Ballack til Chelsea Sambært týskum miðlum komu týski landsliðsskiparin, Michael Ballack, og enska stórfelagið Chelsea í gjár ásamt um ein fýra ára sáttmála. Ballack hevur leingi verið eitt mál hjá Chelsea, og nú sáttmálin hjá honum við Bayern Munchen gongur út í summar, kann enska meistaralið fáa týska miðvallaran uttan at gjalda samsýning til týsku meistararnar. Hinvegin meta bæði týskir og enskir miðlar, at sáttmálin við Ballack kostar Chelsea umleið 300 milliónir krónur fyri tey fýra árini. -tn Barca og Gunners á beinari kós Tær báðar fyrru hálvfinalurnar í UEFA Champions-League vórðu spældar ávíkavist týs- og mikukvøldið. Týskvøldið vitjaði Barcelona á San Siro í Milano, og her eydnaðist gestunum at fara avstað við einum 1-0 sigri. Málið fingu teir tíðliga í seinna hálvleiki, tá Giuly hamraði eina sending frá Ronaldinho í kassan. Men tað er einki at taka seg aftur í, at tey í Milan mundu iðra seg. Fram til málið sat heimaliðið á øllum, og serliga Gilardino mundi iðra seg um misnýttar møguleikar. Í gjárkvøldi hevði Arsenal heimavøll móti spanska Villareal, og her eydnaðist ensku kanónunum at tryggja sær eitt gott útgangsstøði við einum 1-0 sigri. Málilð hjá Arsenal skeyt Kolo Touré stutt undan steðginum. Seinnu hálvfinalurnar verða spælari í komandi viku. -mørk Ársins stjørnuskot: Louisa Andreasen úr Stjørnuni og Regin Joensen úr VÍF Tað gjørdist heilt nostalgiskt, tá tríggjar »gamlar« hondbóltskempur fóru upp á pallin, tá ársins venjari skuldi finnast Sterkasta verjan í landinum kemur úr Kyndli. Marius Joensen, Jórun S. Ludvig og Hans Áki Dal- Christiansen vórðu øll rópt á pallin Ársins dómarar gjørdust annað árið á rað Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen Har var eingin ivi, tá atkvøðast skuldi um ársins málverja hjá kvinnum. Eitt heiti, sum Manuela Stan Jensen vann í stórum stíli