Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-20, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. apríl 2006síða 32

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 76 - 20. apríl 2006 Firewall Fríggjadag 21.04 kl. 21.00 kl. 23.30 Leygardag 22.04 kl. 21.00 kl. 23.30 Sunnudag 23.04 kl. 20.00 kl. 22.30 www.bio.fo • Telefon 31 19 56 Stórt úrval av DVD-filmum til sølu UMMÆLI: FRUMSÝNING Tripp er 35 ára gamal, han hevur eitt gott arbeiði, ið loyvir honum at hugna sær við sínum áhugamálum, ið er at sigla. Hann nýtir livið, fær klæðini vaskað og matin serveraðan, tí hann býr hjá mammu síni, júst sum ein tannáringur, men Tripp er ikki 15, men 35 ára gamal Ummæli Kim Simonsen Tripp er eingin nørdur, hann hevur bert ikki sæð, hví hann skal flyta heimani frá mammu og pápa. Hann hevur nógvar vinir, damurnar dáma hann eisini, men sannleikin er helst, at Tripp hevur ongantíð møtt røttu kvinnuni, ið kann fáa hann at skapa eina nýggja til­veru. Foreldrini vóna, at hann er ein sum kann lokkast at flyta heimani frá, tí fáa tey Paulu at hjálpa teimum, ið er eitt slag av coach, ið livir av at lokka ungar menn heimanifrá og burtur frá trygga heiminum hjá foreldrunum. Tað finnst nógvir slíkir menn, ið ikki duga at hertaka heimin og leggja verðina undir seg sjálvir, teir skulu hava eitt spark í reyvina. Tripp er tó ikki sum aðrir gamlir dreingir, ið klistra seg til heimið, tí hann hevur eina meining um, hvat er besta loysn­in fyri hann, og hann sær skjótt, at Paula hevur ein ann­an dagsordan, enn hon sigur seg hava. Feelgood kærleiksfilmur Filmurin gongur við, at hesi bæði royna at lumpa hvørt ann­að, tey kappast um orð, leggja fellur fyri hvørt annað og berj­ast ein vónleysan bardaga móti ikki at gerast forelskað, ið vit sjálvandi vita, at tey fara at gerast til endans. Hesin filmurin, ið eitur Failure to Launch á enskum, tekur eitt nýtt evni upp, har ungir ella vaksnir menn kunnu vit siga ikki vilja flyta heim­anífrá. Leikstjórin Tom Dey, sigur at hetta er eitt vaksandi fyribrygdi, at vit kunnu tosa um Boomeang-ættarliðið, har tey ungu ikki flúgva heimani frá reiðrinum. Hetta er eitt altjóða fyribrygdi meinar leikstjórin, tí vit kenna øll onkran, ið ikki er fluttur heimani frá sum vaks­in. Tom Dey brúkar hetta evni a ein sera brúktan og slitnan hátt. Hetta er enn ein av hesum ótalligu romantisku feelgood skemtifilmunum. Felags fyri allar hesar filmar, er at fólkini síggja gott út og at tey altíð fáa hvønn annan í endanum. Standard vøra Hesin filmurin er ein gjøgnum­ førd standard vøra, eitt sera vanligt dømi, ja nærum sjálvt grunddømi um eina vanligan kærleiksleiks/skemtifilm, har veruliga góðskan vísir seg í, um hann er sjarmerandi og megn­ar at siga frá hesum vælkendu og banalu søguni við yndi. Film­urin Så flyt dog hevur tó ikki tað sum er neyðugt til at skapa ein av teimum stóru kær­leiksfilmunum. Hetta er eingin Annie Hall, When Harry Met Sally, Some Like It Hot, The Apartment, The Graduate ella Pretty Woman. Her er ikki sama sjarman sum í www.amazon. com/exec/obidos/tg/detail/- /0800141660/ref=cm_bg_d/002- 8914778-4208007?v=glance” Sense and Sensibility, www.amazon. com/exec/obidos/tg/detail/-/ B00005JCA9/ref=cm_bg_d/002- 8914778-4208007?v=glance” Notting Hill, /www.amazon. com/exec/obidos/tg/detail/- /6305368171/ref=cm_bg_d/002- 8914778-4208007?v=glance” You’ve Got Mail, /www.amazon. com/exec/obidos/tg/detail/-/ B000035Z1Z/ref=cm_bg_d/002- 8914778-4208007?v=glance” French Kiss, www.amazon. com/exec/obidos/tg/detail/- /0780622588/ref=cm_bg_d/002- 8914778-4208007?v=glance” The Wedding Singer, www.amazon. com/exec/obidos/tg/detail/-/ B00005O5CM/ref=cm_bg_d/002- 8914778-4208007?v=glance” Legally Blonde og aðrir. Tað er einki galið við kær­ leikskomediuni, tað er bert so óendaligur munur á filmunum. Eitt meistaraverk sum Annie Hall hjá Woody Allen kemur at standa næstu 100 árini, meðan hesin filmurin er gloymdur longu tá fólk ganga út úr Havn­ar Bio. Hví ikki screwball? Hollywood hevur altíð arbeitt við hesum filmslaginum. Í 1930inum kom eitt filmslag fram, ið varð kalað screwball (Screw- ball) ella skrue’bol, ið bæði er ein komedia um virði og um kærleika, mangan sett upp sum sera undirhaldandi søgur, kendir leikstjórari í 30inum, ið gjørdu slíkar filmar vóru t.d. us.imdb.com/ M/person-exact?Wilder,%20Billy” Billy Wilder, us.imdb.com/M/ person-exact?Brackett,%20Charl es” Charles Brackett, http://www. scene360.com/EDITINGroom_ Hawks.html” Howard Hawks og http://us.imdb.com/M/person- exact?Capra,%20Frank” Frank Capra. Eitt sum eykendi hesar søgur, var at alt var viðvent, og øvugt, hin ríki var í veruleikanum fátækur, hin býtti klókur o.s.fr. Tá tvey møttust, so gjørdust tey ikki forelskaði við tað saman, men skuldu berjast eina tíð, við m.a. at lúgva fyri hvørjum øðrum, men altíð endaði hetta við at tey forelskaðu seg til endans. Hetta er eitt sera borgarligt filmslag, sum í ævintýrunum, so skuldi høvuðspersónurin altíð á eina vandafulla ferð og endamálið við tí heila var at tey skuldu giftast í endanum. Tað er ein serligur andi yvir at síggja Cary Grant, William Powell, HYPERLINK ”http://us.imdb.com/M/person- exact?Lombard,%20Carole” Carole Lombard, Claudette Col­bert og Katharine Hepburn spæla hesar filmar, men Så flyt dog kemur heldur ikki uppá øklanar á hesum stóru gomlu forgangarum, ið hann roynir at líkjast. Matthew McConaughey og Sarah Jessica Parker eru ikki fólk sum siga mær nakað sum helst. Serliga ikki Parker, ið bert fær meg at hugsa um 10.000 partar um yuppie lívsstíls snobba­kvinnurnar í Sex and the City. 2 stjørnur av 6. www.firewall-filmen.dk H A R R I S O N F O R D PAU L B E T TA N Y H A R R I S O N F O R D PAU L B E T TA N Y Intet er mere farligt end en mand, der har alt at miste. Intet er mere farligt end en mand, der har alt at miste. www.uip.dk At forlade reden, kræver nogen gange et ekstra lille skub Så flyt dog! Fríggjadag 21.04 kl. 20.30 Leygardag 22.04 kl. 20.30 Sunnudag 23.04 kl. 19.30 www.uip.dk EN FILM AF SPIKE LEE Inside Man Fríggjadag 21.04 kl. 23.00 Leygardag 22.04 kl. 23.00 Sunnudag 23.04 kl. 22.00 TÍÐIRNAR: Fra den elskede klassiker kommer der et helt nyt eventyr Med dansk tale DISTRIBUERET AF UIP ©DISNEY ENTERPRISES, INC WWW.UIP.DK Bambi 2 Fríggjadag 21.04 kl. 18.30 Leygardag 22.04 kl. 18.30 Sunnudag 23.04 kl. 17.30 Seinasta sýning MED DANSK TALE www.iceage2.dk Ace Age 2 Fríggjadag 21.04 kl. 17.00 kl. 19.00 Leygardag 22.04 kl. 17.00 kl. 19.00 Sunnudag 23.04 kl. 16.00 kl. 18.00 Scary Movie 4 Fríggjadag 28.04 FRUMSÝNING KOMANDI FILMUR WWW.UIP.DK DISTRIBUERET AF UIP Den fjerde og sidste del af trilogien At ikki flyta heiman