hósdagur 20. apríl 2006síða 33
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 76 - 20. apríl 2006
25
UTTAN ÚR HEIMI
Tað eru ídnaðar
londini og ikki olju
londini, sum gera
kvetti, nú oljuprísurin
er so høgur, sigur
iranski forsetin
Olja
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Hóast oljuprísurin er komin
upp ímóti 74 dollarum fyri
tunnuna, vísir tað framvegis
ikki, hvussu nógv oljan í
veruleikanum er verd, og tað
eru ikki tey oljuframleiðandi
londini, sum fáa vinningin.
Tað sigur iranski forsetin,
Mahmoud Ahmadinejad,
sum enn einaferð hevur
sína ávarandi hond á lofti,
nú altjóða samfelagið herðir
trýstið á Iran fyri at fáa
landið at gevast við sínum
kjarnorkuætlanum.
– Oljuúrdráttir verða seldir
fyri prísir, sum eru tíggjutals
ferðir hægri enn tað, sum tey
oljuframleiðandi londini
fáa. Tað eru harafturímóti
ídnaðarlondini, sum fara
við pengunum, sigur Ahma
dinejad við iranska útvarpið.
Kanadiski marknaðarser
frøðingurin Fadel Gheit
gevur iranska forsetanum
rætt. Hann sigur við AP, at
oljuprísurin er tríggjar ferðir
hægri enn tað, sum OPEC-
londini fáa burturúr, og tí
eru tað tey vesturlendsku
oljufeløgini, sum fara við
tí stóra vinninginum, sigur
Fadel Gheit, sum starvast
hjá kansiska íløgubankanum
Oppenheimer & Co.
Í samrøðuni við iranska
útvarpið segði Mahmoud
Ahmadinejad, at tey olju
framleiðandi londini eiga at
stovna ein oljugrunn, sum
skal hjálpa teimum fátæku
menningarlondunum, sum
noyðast at innflyta olju.
Hinvegin nevndi hann ikki
trætuna um kjarnorkuætl
anina við einum orði, men
hann hevur fyrr hótt við at
steðga iranska oljuútflutn
inginum, ger umheimurin
álvara av hóttanini um tiltøk
ímóti Iran. Iranar útflyta 2,5
milliónir tunnur av olju um
dagin, og ein steðgur kann fáa
álvarssamar avleiðingar.
Iranskir politikarar hava
eisini hótt við at taka eitt
annað stig, sum kann fáa
uppaftur
álvarssamari
avleiðingar. Herfyri ávaraði
innanríkisráðharrin um,
at Iran hevur eftirlitið við
Hormus-sundinum, sum øll
oljan úr Persaflógvanum fer
ígjøgnum, og at landið er til
reiðat at steingja sundið,
gerst tað neyðugt.
Felagið hjá bretskum
skurðlæknum skuld
setir Kina fyri at
selja ymisk gøgn úr
avrættaðum fangum
Kina
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Bretsku skurðlæknarnir vilja
vera við, at gøgnini verða tik
in og seld uttan tilsøgn frá
fangunum ella teirra avvarð
andi. Skurðlæknin Stephen
Wigmore sigur við BBC,
at ofta verða gøgnini seld
so skjótt, at leiðslurnar í
fongslunum mugu hava valt
tann rætta fangan burturúr
longu frammanundan.
Fleiri mannarættindafe
lagsskapir hava leingi lagt
Kina undir at taka gøgn úr
avrættaðum fangum við
sølu fyri eyga, og bretska
skurðlæknafelagið er heldur
ikki í iva um, at kinesiska
framferðin er í stríð við al
tjóða mannarættindini. Sam
bært Stephen Wigmore eru
prógvini sum umfatandi, at
okkurt má gerast við mál
ið.
Kinesisku myndugleikar
nir avsanna, at teir taka gøgn
úr fangum fyri at fáa pengar
vinning burtur úr teimum,
og í síðsta mánað kunngjørdi
stjórnin í Beijing, at hon
hevði gjørt av at steðga øll
um handli við gøgnum.
Stephen Wigmore sigur
við BBC, at kinesiski hand
ilin við gøgnum er vorðin
ein liður í landsins ferða
mannavinnu. Á hvørjum ári
fara fólk úr Vesturheiminum,
Japan og Suðurkorea til Kina
at ferðast, tí har kunnu tey
samstundis fáa nýggj gøgn,
sigur hann.
Selja gøgn úr fangum
Mahmoud Ahmadinejad: Tey oljuframleiðandi londini fáa alt ov lítið burtur úr tí høga
oljuprísinum
Mynd: Reuters
Undir rættarmálinum í
Bagdad hevur fyrrverandi
irakski forsetin Saddam
Hussein hildið uppá, at tað
var ikki hann, sum skrivaði
undir deyðadómarnar hjá
148 shiamuslimum, sum
blivu avrættaðir í 1984, eftir
at teir høvdu sett seg upp
ímóti stýrinum.
Men nakrir serfrøðingar,
sum hava kannað skjølini og
undirskriftirnar, eru ikki í iva
um, at tað var Saddam, sum
skrivaði undir. Teir siga, at
fyrrverandi forsetin skrivaði
undir boðini um at avrætta
148 shiamuslimskar menn
og dreingir í bygdini Dujail
í 1984, og at fleiri hundrað
onnur skuldu setast í fongsul.
Sambært serfrøðingunum
skrivaði hann eisini undir eitt
skjal tvey ár frammanundan,
har hann kravdi, at fleiri
húski í Dujail skuldu missa
jørðina.
Verjarnir hjá Saddam Hus
sein góðtaka ikki frágreið
ingina hjá serfrøðingunum.
Teir vísa á, at serfrøðingarnir
starvast hjá núverandi stjór
nini í Bagdad, og at teir tí eru
ógegnigir.
Oljan er ov bílig
Hann skrivaði undir
Saddam Hussein, Skrivaði
hann undir deyðadómarnar?
Uppliv
Suðurongland
sansir.fo
www.atlantic.fo
Atlantic Airways ger tað stuttligari at liva í Føroyum
14.-21. juli 2006
8 ógloymandi dagar í Suðuronglandi...
...við spennandi útferðum hvønn dag. Vit kunnu t.d. nevna:
Fríggjadag 14. juli, koma til Stansted, koyra
við bussi gjøgnum Hampshire umvegis
Winchester til Plymouth, har gist verður.
Leygardagin 15. juli verður farið til St
Austell, har hugt verður eftir tí undrunar-
verda Eden Project. Seinnapartin verður
farið víðari til Lanhydrock, einaferð nevnt
tað fínasta húsið í CornwallKring húsið er
ein undurfagur urtagarður.
Sunnudagin 16. juli verður farið ta stuttu
leiðina til St Michael’s Mount, ið stingur upp
úr sjónum við Mount Bay. Vit vitja eisini
á Land’s End – vestasta tanga í Bretlandi
– hvørs baldruta landslag er ógloymandi.
Mánadagin 17. juli fara vit rannsóknarferð
til tær fjarskotnu víkirnar og hugnaligu
bygdirnar Looe, Polperro og Falmouth.
Týsdagin 18. juli kekka vit út av hotellinum
og koyra til Bournmouth gjøgnum Dartmoor
National Park. Seinnapartin vitja vit í Exeter.
Mikudagin 19. juli verður farið tíðliga
við bussinum á heildagstúr til Bath,
Glastonbury and Wells. Vitjað verður síðani
í Bath- ein vælkendur heilsubótarbýur.
Hósdagin 20. juli fara vit við ferju yvir
um sundið at vitja Osbourne House,
summarhúsið hja Drotning Victoriu.
Fríggjadagin 21. juli verður koyrt beinleiðis
til Stansted har fráferðin er við Atlantic
Airways kl. 13.15.
Les meira um ferðina á www.atlantic.fo
Íroknað ferðina er:
• Flogferðin við ferðaavgjøldum.
• Innivist á 3-stjørnaðum hotellum
við stórum enskum morgunmati.
• Døgurði við trimum rættum
hvønn dag.
• Bussur og skandinaviskur ferðaleiðari
alla tíðina.
• Allar útferðirnar við atgongugjaldi.
Ikki íroknað: Ferðatrygging,
drykkjuvørur og eyka máltíðir.
Kostnaður fyri hvønn í dupultkamari:
Eyka kostnaður fyri einakamar:
Kr. 1.575,-
Depositum kr. 2.000,- verður at gjalda við
tilmeldan. Depositum verður afturgoldið, um
túrurin verður av ongum.
Ferðin er treytað av í minsta lagi 20 ferðandi.
Seinasta freist at tekna luttøku er 20. mai.
11.898,-