fríggjadagur 21. apríl 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 77 - 21. apríl 2006
5
Hetta vikuskiftið vitja
30 fólk úr 9 ymiskum
londum í Føroyum,
felags fyri tey er, at
tey øll til dagligt fáast
við at selja Føroyar
sum ferðavinnu land.
FERÐðAVINNA
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Fly Faroe 2006 - Travel
Mart er heitið á ferðavinnu
ráðstevnu, ið verður hildin í
Føroyum hetta vikuskiftið.
30 fólk úr 9 tjóðum, ið øll
dagligt fáast við at selja
Føroyar sum ferðavinnu
land, hittast til verkstaðir,
og sokallaða networking.
Hetta er fyrsta stevna av
hesum slag, men sambært
Kent Christensen hjá fyri-
skiparanum Atlantic Air-
ways verður tiltakið aftur-
vendandi í apríl mánað á
hvørjum ári.
Ein góð byrjan
Kent Christensen greiðir
frá, at tey, ið eru boðin við,
eru fólk í frammanundan
selja ferðir til Føroyar.
Hetta eru fólk úr londum
sum Sveis, Fraklandi, Dan-
mørk,
Íslandi,
Noregi,
Svøríki, Bretlandi og Ísrael.
Talið 30 er eitt vet lægri,
enn Atlantic Airways hevði
havt ætla, men hetta er ein
góð byrjan, heldur Kent
Christensen.
Størri samband
Ætlanin við hesi ráðstevnu
er fyrst og fremst at geva
hesum fólkum betri innlit í
føroyska samfelagið og før-
oysku ferðavinnuna. Men
samstundis eisini at skapa
netverk soleiðis, at tann, ið
situr og selur føroyskar
ferðavinnu upplivingar, fær
eitt tættari samband við
tann, ið veitir upplivingar-
nar. Hetta er sjálvandi við
til, at gera hugin at selja
upplivingarnar størri.
Frammanundan er ferða-
vinnu ráðstevnan Vest-
norden Travel Mart, ið
verður hildin í Føroyum 4.
hvørt ár. Men hetta er ein
nógv størri ráðstevna har
øll Norður Lond eru evnis-
økið. Fly Faroe skal ikki
síggjast, sum ein kapping-
arneyti ella avloysari til
Vestnorden Travel Mart,
men heldur sum eitt alter-
nativ, sigur Kent Christen-
sen.
Skapa netverk
Vikuskiftið verður skipa
við nógvum faklingum ar-
beiði, men eisini við hugna
og upplivingum. Leygar-
morgunin halda umboð fyri
ferðaráðið og stjórin hjá At-
lantic Airways Magni Arge
fyrilestrar fyri gestunum.
Fyrilestrar, ið skulu betra
um kunnleikan hjá sølu-
fólkunum um vøruna, ið
tey selja.
Seinnapartin verður skip-
að fyri verkstøðum, har
nógv ymisk fólk úr før-
oysku ferðavinnuni luttaka.
Hetta kann gerast sera gev-
andi fyri bæði gestir og før-
oysku ferðavinnuna, ið
kann fáa íblástur, um hvørji
øki kundin vil hava ment.
Men umframt fakliga ar-
beiðið verður eisini skipað
fyri fleiri tiltøkum, ið hava
til endamáls at styrkja sam-
bondini millum føroysku
ferðavinnuna og útlendsku
sølufólkini. Eitt nú ein stór
galla veitsla í Müllers
Pakkhúsi.
Kent greiður frá, at hjá
Atlantic Airways vónar
man, at hetta kann vera við
til at skapa eina elitu av
seljarum, ið hava áhuga í og
kunnleika um Føroyar. Tí
sovorðin netverk eru mest
týdningarmikli parturin, tá
tað snýr seg um at selja
Føroyar sum ferðavinnu-
land.
50 ára dagurin hjá
ALV hevur í dag verið
hildin við stórari ráð-
stevnu á Hotel Føroy-
um, har danskur
vinnustjóri og stjórin
fyri Munin fyrrapart-
in høvdu áhugaverdar
fyrilestrar og persón-
ar greiddu frá, hvussu
ALV hevur verið við
til at fáa teimum at-
gongd til arbeiðs-
marknaðin
ALV 50 ÁR
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Páskadag var hálv øld liðin
síðani at ALV sá dagsins
ljós. Dagurin hevur verið
hildin á Hotel Føroyum í
dag. Knappliga tvey hundr-
að fólk hava verið á ráð-
stevnu. Evnið var Rúmligur
arbeiðsmarknaður. Evnið
hevur verið lýst í fyrilestr-
um, framsýningum og orð-
askifti.
Hans Pauli Strøm, lands-
stýrismaður í almannamál-
um, setti stevnuna, eftir at
Kristina Larsen, sum er
dagligur
leiðari,
hevði
bjóðað vælkomin. Hans
Pauli leit aftur á farnu
hálvu øldina og nevndi eld-
sálirnar, sum fóru undir
stóra takið at fáa tey, sum
høvdu verið fyri skerdum
luti, á arbeiðsmarknaðin.
Ikki minst nevndi hann
Karolinu Petersen, sum
nógv tey flestu árini hevur
verið leiðari í ALV, væl
stuðlað av manni sínum,
Peturi Petersen. Tey vóru
prestahjún í Hvalvík, tá ið
virksemið hjá ALV var við
Áir.
Poul Knudsgård, sum er
stjóri á Reys, sum ger
brenniovnar í Frederiks-
havn, hevði fyrrapartin
ógvuliga áhugaverdan fyri-
lestur um, hvussu Reys ar-
beiðir við at slúsa tey, sum
ikki fingu bestu korini, inn
í arbeiðspláss.
- Tað ræður um at vera
ordulig fólk og at vera ord-
ulig fyritøka. Vit royna at
hava áhuga í teimum, sum
arbeiða hjá okkum og at
vísa atlit og fyrilit. Men vit
koma ikki uttan um, at tað
fyrst og fremst ræður um at
tjena pengar. Ein fyritøka,
sum ikki tjenar pengar,
verður ikki leingi ein fyri-
tøka. Takið er at tjena peng-
ar og samstundis at vísa
sosialt atlit. Tað hava vit
havt góðar royndir við,
segði Poul Knudsgård, sum
greiddi frá dømum um,
hvussu tey hava fingið fólk
at rigga á arbeiðsmarknaði-
num.
Eisini umrøddi hann,
hvussu stóran týdning fyri-
tøkan leggur á, at tey, sum
fyritøkan samskiftir við -
eitt nú fyritøkur í Eystur-
europa og Kina - hava
somu fatan og somu til-
vitan, sum politikkurin hjá
Reys
hevur.
Eftir
tað
greiddu trý fólk við roynd-
um innan ALV útbhúgving
frá. Tey vóru Elsa Maria
Wolles og Mads Brisen-
feldt, sum arbeiða ávikavíst
á Prentmiðstøðini og hjá
FORMULA, Anfinn Hans-
son, stjóri í Føroya Gass-
sølu og Jan Højgaard, sum
er farin víðari í hægri hand-
ilsskúla.
Kenslan av, at hetta bara
er nakað, sum tey gera í út-
landinum og ikki í Føroy-
um, varð gjørd til einkis, tá
ið Bogi Jacobsen frá Munin
greiddi frá royndunum,
sum fyritøkan hjá honum
hevur av at vera við til at
víðka føroyska arbeiðs-
marknaðin.
Jóannes Ejdesgaard, løg-
maður, røddi um døgurða-
tíð um Visión 2015 og rúm-
liga arbeiðsmarknaðin, og
seinnapartin var panelfund-
ur, har landsstýrismenninir
Bjarni Djurholm, Jógvan á
Lakjuni, Hans Pauli Strøm,
Rósa Samuelsen, Georg
Hansen, Leila Solmunde og
Jan Mortensen luttóku.
Jógvan Fríðriksson, prestur,
tók saman um, og Jóhan
Samuelsen,
formaður,
handaði at enda stovnaru-
num gávu.
Atlantic Airways skipar fyri ferðavinnuráðstevnu
Rúmligi arbeiðsmarknaðurin á dagsskránni
Johann Samuelsen er formaður í styrinum fyri ALV
Mynd: Jens Kristian Vang
Kent Christensen,
marknaðarstjóri hjá
Atlantsflog