fríggjadagur 21. apríl 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 77 - 21. apríl 2006
Tá Jóannes Eides
gaard, løgmaður, í
gjár setti KT2006,
segði hann millum
annað í setanarrøðu
síni, at føroyska
KT-vinnan enn
ikki er vorðin tann
alternativi vinnu
møguleikin, sum
leitað hevur verið
eftir
KT2006
Lív Højsted Horsdal
horsdal@sosialurin.fo
Jóannes Eidesgaard legði
út í røðu síni við at siga, at
heimurin er broyttur nógv
bara tey seinastu 10 árini. Og
at kunningartøknin millum
annað hevur ført við sær, at
landafrøðiligu mørkini hava
minni týdning enn áður, og
samskiftishátturin er full
komiliga broyttur:
– Nú hava øll fingið størri
frælsi at velja, samstundis,
sum vit krevja at kunna
avgreiða okkara viðurskifti,
tá tað liggur fyri hjá okkum.
Vit forvænta heilt einfalt
at KT-tøknin veitir okkum
hesar møguleikar, segði løg
maður.
Somuleiðis legði hann
eina við at altjóða kanningar
vísa greitt jaligt samband
millum KT-nýtslu og búskap
arvøkstur. Og at tað í 2006
er torført at síggja stóran
búskaparvøkstur, uttan at vit
eru við í fremstu røð innan
KT:
– Vit eru væl við á fleiri
økjum. Men tað er alneyðugt
at hava útbúgvingar á øllum
stigum, tí útbúgving er
ein kveiki, sum setur ferð
á menningina av einum
umhvørvi. Ein stór avbjóðing
er at gera tað lokkandi hjá
teimum, sum hava nomið
sær útbúgving ella arbeiðs
royndir uttanlands, at venda
heimaftur. Vit skulu hava nak
að at bjóða teimum, og her
er lítil ivi um, at KT-vinnan
spælir ein týdningarmiklan
leiklut, segði løgmaður í
røðu síni.
Víðari segði løgmaður, at
í Føroyum er tað almenna
ein stórur brúkari av KT, og
at tað almenna tí eisini er
ein høvuðseftirspyrjari eftir
nýggjum KT loysnum:
– Tað almenna skal verða
ein dugnaligari kundi, vit
skulu hava greiðar manna
gongdir, og innkeyp skal
verða professionelt. Somu
leiðis eiga vit at tryggja, at
føroyskar fyritøkur veruliga
kunnu verða við og bjóða
uppá uppgávur á jøvnum føti
við útlendskar fyritøkur. Tað
almenna hevur í fleiri førum
roynt nýggjar KT-skipanir,
og soleiðis verið við til at
ment skipanir, sum føroyskar
fyritøkur eru farnar út í heim
við. Tað almenna vil ganga
á odda og bróta slóð.
Løgmaður helt síðan fram
við at siga, at KT-vinnan enn
ikki hevur nátt ta støði, sum
miðað hevur verið ímóti –
nevniliga, at KT skal verða
eitt nýtt bein hjá føroyska
búskapinum at standa á:
– Skulu skipanir, sum eru
mentar í Føroyum, seljast
í útheiminum, krevur hetta
nógv av fyritøkunum.
Tað snýr seg ikki bara um
tøkni, men eisini um eitt nú
projektfyrireiking og leiðslu,
marknaðarstrategiir, markn
aðarføring, sølu og so fram
vegis. Tað eru aðrar mekan
ismur, sum gera seg galdandi
á altjóða marknaðinum. At
tillaga seg hesar, má vinn
an menna førleikan at sam
starva soleiðis, at okkara
KT-fyritøkur eru samstarvs
felagir heldur enn kappingar
neytar, tá vit fara út at kapp
ast á altjóða støði.
Jóannes Eidesgaard end
aði røðu sína við eitt nú
at siga, at við Visjón 2015
roynir landsstýrið at gera sítt
til, at føroyska tjóðin fær eitt
strategi orðað kt-øki:
– Eitt er, at tað almenna
við tí tøkniliga skipar fyri
grundleggjandi undirstøðu
kervi, annað er, at neyðugt er
at byggja leiðreglur hesum
viðvíkjandi inn í lóggávu
okkara. Eg ætli mær at taka
neyðug stig til, at viðkom
andi lóggáva verður dag
førd. Og eg ivist ikki í, at
mong av tykkum, sum her
eru í dag, hava hugskot, vilja
og førleika til at skapa tær
loysnir, ið skulu til, segði
Jóannes Eidesgaard, løg
maður at enda.
Jóannes Eidesgaard, løgmaður:
– KT-vinnan
enn ikki eitt
alternativt
vinnubein
Føroya Tele fekk í gjár
á KT2006 handað
ársins talgilding
fyri telduloysnina
»Nøglan«
KT2006
Lív Højsted Horsdal
horsdal@sosialurin.fo
Heini Zachariassen, stjóri
í donsku KT-fyritøkuni
Bullguard, handaði ársins
talgilding:
– Føroya Tele fær virðis
lønina fyri telduloysnina
Nøglan, sum er skipan til
stýring av øllum prosessum
hjá Føroya Tele. Loysnin
er nýskapandi og hevur
almennan áhuga og gagn.
Talan er um sera stóra og
kompliseraða loysn, sum
verður ein partur av daglig
degnum hjá øllum starvs
fólkum og øllum prosessum
hjá Føroya Tele. Føroya Tele
hevur víst stórt framskygni
og dirvi við at fara undir
tílíka loysn, sum fer at gera
Føroya Tele til eitt betri virki
fyri starvsfólk og viðskifta
fólk, segði Heini Zacha
riassen millum annað, tá
hann avdúkaði ársins talgild
ing.
Í dómsnevndini vóru
umframt Heina Zacha
riassen, Hjørdis Gaard og
Suni Schwartz Jacobsen,
og høvdu tey tríggjar fyri
tøkur at velja ímillum:
Føroya Tele fyri skipanina
Nøglan, Føroya Sparikassa
fyri Limagreiðsluna og Berg
frost fyri CD-frystigoymslu
skipanina:
Andrass Róin, stjóri í
Føroya Tele, og Michael
Thomsen, KT-leiðari hjá
Føroya Tele, trinu fram á
pallin og tóku í móti heiðrin
um:
– Vit ætlaðu leingi at
keypa eina slíka skipan
uttanlands, men hon var alt
ov dýr. Eftir nøkur ár valdu
vit heldur at royna at gera
skipanina sjálvi, og hetta
hava vit megnað til fulnar.
Michael Thomsen, KT-
leiðari hjá Føroya Tele, var
sum vera man somuleiðis
glaður fyri heiðurin:
– Við hesum hava vit sann
ført øll um, at føroyska KT-
vinnan megnar seta í verk
góðar og stórar kt-skipanir.
Nýggj
vekslara
skipan
Formula og Føroya Tele
koma í næstum í felag nú
á marknaðin við nýggjari
vekslaraskipan, ið kallast
Total View.
Nýggja vekslaraskip
anin fer at gera tað mun
andi lættari hjá fyritøkum
at halda skil á, hvat
starvsfólkini gera, tá tey
eru til arbeiðis. Til ber eitt
nú at síggja, um tey eru á
fundi, práta í telefon, eru
heima við sjúku o.s.fr.
Formula og Føroya
Tele hava arbeitt saman
um skipanina í eitt ár, og
skipanin er longu roynd á
fleiri stórum fyritøkum í
Føroyum og uttanlands.
– Enn hevur KT-vinnan ikki
nátt tað støði, sum miðað
hevur verið ímóti – nevniliga,
at KT skal verða eitt nýtt bein
hjá føroyska búskapinum
at standa á, segði Jóannes
Eidesgaard, løgmaður, eitt nú
í røðu síni
Andrass Róin, stjóri í Føroya
Tele, og Michael Thomsen,
KT-leiðari hjá Føroya Tele,
trinu fram á pallin og tóku í
móti heiðrinum
Føroya Tele fekk ársins talgilding