fríggjadagur 21. apríl 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 77 - 21. apríl 2006
Við setnarrøðu síni
sipaði løgmaður til,
at KT-vinnan enn
ikki hevur víst nøkur
munandi búskaparlig
úrslit – hvørki fyri
einstøku virkini ella í
útflutningshøpi – um
samanborið verður
við fiskivinnuna.
Sosialurin hevur
spurt nakrar odda
fiskar í KT-vinnuni,
um hvat teir halda
um útsøgnina hjá
løgmanni:
KT2006
Lív Højsted Horsdal
horsdal@sosialurin.fo
Edvard Remberg,
Formula
Eg kann ikki verða ósamdur
við løgmanni. Eg haldi, eins
og hann, at KT-vinnan skal
verða ein týðandi partur av
føroysku vinnuni. Formula
hevur seinastu árini mið
víst arbeitt við at vaksa um
marknaðin uttanlands, og
hevur hetta eyðnast á summ
um økjum. Men tað, sum er
vert at leggja til merkis er,
at hetta fyrst og fremst eru
loysnir, sum hava sín uppruna
á heimamarknaðinum. Teir
karmarnir, sum føroyska KT-
vinnan fyrst og fremst hevur
at arbeiða í, eru í ein stóran
mun á heimamarknaðurin.
Tí er tað gott at hoyra løg
mann siga, at tað almenna
skal verða við til at menna
KT-vinnuna. Men júst
hetta hoyrdu vit tó eisini
á KT2002 og KT2004, og
tíverri ber tað til at staðfesta,
at tað í ein ávísan mun lekur
millum teori og praksis. Eitt
nú vórðu tvær tær seinastu
stóru KT-verkætlaninar
seldar til útlendskar veitarar.
Hetta átti heldur at verið eitt
eyðsæð høvi til at menna
føroysku KT-vinnuna enn
meira - soleiðis, at hon kann
gerast ein grundarsteinur í
framtíðini hjá føroyingum.
Tummas Nielsen,
Elektron
Tað er rætt, at KT-vinnan enn
ikki er vorðin eitt veruligt
alternativ til fiskivinnuna.
Høvuðsorsøkin er, at vit
mangla útbúgvin fólk inn
an øki. Vit kundu møgu
liga fingið nakrar KT-ser
frøðingar uttanlands frá at
arbeitt og givið føroyingum
íblástur. Men føroyska
samfelagið er so afturlatið,
og tískil er tað sera trupult
at fáa útlendingar til landið.
Men tó haldi eg ikki, at KT-
vinnan er so lítil, sum flest
øll halda. Men eingi hagtøl
eru til taks, so trupult er at
siga, hvussu stóran týdning,
hon veruliga hevur. Annars
átti tað almenna at sett størri
íløgur í føroysku KT-vinnuna
í staðin fyri uttanlands. Í
løtuni finna fleiri og fleiri
KT-fyritøkur annars saman,
og hetta er avgjørt ein fyri
munur, ið styrkir KT-vinnuna
munandi. Vit áttu at arbeitt
meira saman, tí so høvdu vit
komið langt.
Christian Nagatha, Com
Data og ReproZ:
Eg eri samdur í, at KT-
vinnan ikki er vorðin tann
vinnan, vit av fyrstan tíð
ynsktu, hon fór at verða.
Men í høvuðsheitum liggur
trupulleikin hjá tí almenna, ið
frá byrjan av ikki stólaði upp
á føroysku KT-vinnuna. Eitt
nú hava teir júst keypt eina
spildurnýggja edv-skipan
til føroysku skúlarnar frá
íslendingum uttan yvirhøvur
at spyrja føroysku KT-
vinnuna. Um tað almenna
ætlar at stevna ímóti, at
KT-vinnan skal verða eitt
berandi bein í Føroyum,
noyðist tað almenna at bjóða
uppgávur út til føroysku KT-
vinnuna. Tástani mennist
føroyska vinnan og er før
fyri at kappast uttanlands.
Men tá tað almenna heldur
koyrir uppgávur út um land
oddarnar, mennast feløg og
starvsfólk uttanlands í staðin
fyri í Føroyum.
Fyri nøkrum árum síðan
setti Íslands sær til endamáls
at satsa upp á KT-vinnuna.
Eitt nú settu íslendingar eina
KT-lærugrein á stovn. Í dag
er KT-vinnan ein stór vinna
í Íslandi og veksur alsamt.
So fyrsta fortreytin fyri, at
vit kunnu kappast á jøvum
føti við stóru fyritøkurnar
uttanlands, og at KT-vinnan
í føroyum verður eitt bein at
standa á, er, at tað almenna
gongur á odda.
Bjarni Bjarnason, Kall:
Tað er púra rætt, sum løg
maður sigur. Men trupul
leikin er, at vit føroyingar
duga ikki at føra okkum
fram á altjóða marknaðinum.
Høvdu vit veruliga ynskt at
havt eina aðra høvuðsvinnu,
áttu vit langt síðan at
hava fingið hana. Eitt nú
hava vit havt tveir gyltar
møguleikar í byggivinnuni
og farmaflutningsvinnuni
– vit kundu eitt nú havt gjørt
eitt føroyskt NCC. Men vit
eru ov smæðin, tá tað kemur
til stykkis. Tað er tann gene
relli hugburðurin, tað er
galið við. Um onkur fær eitt
hugskot, so verður hann sum
oftast at kalla bara slættaður
niður í jørðina. So ein møgu
lig loysn á trupulleikan
er kanska at avtaka jantu
lógina. Somuleiðis tosa
vit ofta eitt nú um, at vit
mangla útbúgving fólk til
KT-vinnuna. Hetta hava
vit roynt, men tað er alt ov
torført at innflyta fólk til Før
oya, so tað loysir seg avgjørt
ikki.
Oddafiskar í KT-vinnuni:
– Tað almenna má ganga á odda
Annika Andreassen,
fyrireikari av KT2006, Synergi
Hvat heldur tú sum heild
um KT2006?
– Stevnan er spennandi
fyri bæði luttakararnar
og vitjandi. Eg haldi, vit
hava givið luttakarunum
góðar umstøður, og vóni,
teir hava fingið nógv
burturúr. Tað er gott, at
KT-vinnan kemur saman á
stevnu. Hetta gevur høvi til
innanhýsis samstarv, eins
væl og fyritøkurnar finna
nýggj viðskiftafólk. Básarnir í ár eru serstakliga góðir og
ymiskir. Tað er ein fragd fyri eygað at síggja, hvussu nógv
er gjørt burturúr.
Ert tú nøgd við undirtøkuna?
– Ja, eg eri væl nøgd. Sjálvandi hevði eg ynskt, at fleiri
fólk vóru at síggja á stevnuni, men nógv hava melda seg
til og væntandi koma fleiri seinni.
Hallur Poulsen, LM-Electric
Hvat heldur tú sum heild um KT2006?
– Mær dámar væl stevnuna.
Hon er spennandi og læru
rík. Her fáa vit veruliga víst
kundum okkara tænastur og
vørur. Serliga dámar mær
væl, at básarnir ikki eru so
óruddiligir. Øll hava gott
pláss, og alt kemur til sín
rætt. Somuleiðis er tað gott,
at ikki bara ein og hvør
kemur inn, men heldur
tey, ið veruliga eru áhugað
í KT. Men eg hevði tó ynskt,
at her vóru fleiri vitjandi. Alt
ov fá hava verið og vitjað stevnuna. Um tað er ov dýrt at
sleppa inn ella tíðin ikki er tann rætta, veit eg ikki.
Hvat fáa tit burtur úr stevnuni?
Nógv aftursvar frá vitjandi. Gott er at fáa høvi til at práta
við tey vitjandi, og vónandi fara vit at fáa nakrar nýggjar
kundar. Men longu hava vit hála nógvar kundar í land
og hava fingið samband við fleiri, ið vilja samstarva við
okkum eftir stevnuna. So alt í alt ein góð stevna.
Eli Christiansen, umsitingarleiðari
á Fiskiransóknarstovuni
Hvat heldur tú sum heild um
KT2006?
KT-stevnan er eitt fínt átak.
Í tí dagliga verður samskift
við veitararnar, men hetta er
eitt sindur serligt, tí tú fært
eina fatan av, hvat rørir seg á
marknaðinum av nýggjum,
umframt at tú gevur tær tíð at
hitta fólk í vinnuni, lurta eftir
áhugaverdum fyrilestrum
o.s.fr.
Hvat hevur tú fingið burturúr?
Vitan um nýggjar vørur, góðar fyrilestrar, góð prát o.s.fr.
Eg havi ikki verið so leingi á stevnuni, men møguliga komi
eg aftur seinni á degnum.
Hvat var serliga gott og hvat átti at verið betri?
Onkur fyrilestur var góður og nakrar vørur góðar, men á
ein ella annan hátt sakni eg meira nýskapan, sum knýtir
seg til tørvin hjá virkjum og einstaklingum.
Tummas Nielsen, Elektron
Edvard Remberg, Formula
Christian Nagatha, Com Data og ReproZ
Bjarni Bjarnason, Kall