Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-21, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. apríl 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 77 - 21. apríl 2006 Føroyskur ársdagur í Århus Felagsarbeiði: Leygardagin 13. mai verður eitt serstakt høvi hjá føroyingum í Danmark at hitta føroyingar úr Føroyum. Hetta hendir við ein før­­­oyskan ársdag, sum verð­ur hildin á Menigheds­ fakultetet í Århus. Tað sum ger henda dagin so serstakan er at KFUM&K-kórið í Klaksvík fer at luttaka við eini 35 sangarum. Klaksvíkingurin Hanus Simonsen, sum lesur gudfrøði í Noregi fer at hava bíbliutíma á degnum. Dagurin byrjar annars kl. 9:45 við morgundrekka og síðani verður bíbliutímin. Seinnapartin eru tríggir ymiskir áhugatímar hjá luttakarunum at velja millum. Í fyrsta lagi fer trúboðarin, Sune Johannesen at tosa um evnið “Tað loynda og hitt sjónliga lívið”, og í øðrum lagi fer føroyski trúboðarin í Danmark, Heri Elttør at tosa um evnið “Mín náðigáva, hvat og hvussu”. Triði áhugatímin er fyri børnini, har Leila og Bárur Nielsen tosa um evnið “Jesus og børnini”. Eftir hetta er fríløta við m.a. drekkamunni, gongu­ túri og sangi á skránni. Tiltakið endar kl. 19 við møti har KFUM&K-kórið úr Klaksvík luttekur. Fyri at vita, hvussu nógv koma til tiltakið er neyðugt at boða frá, og kann hetta gerast við at venda sær til Hera Elttør (tlf. 97473786). sb. Komandi viku­skift­ ið skipar Heima­ missiónin fyri Árs­ møti sínum í Nesvík. Á skránni verða ymisk tiltøk, bæði fyri børn, ung og vaksin Ársmøti Snorri Brend Nesvík: – Hvussu nýtir Heimamissiónin innsavnaðu gávurnar á bestan hátt? Hetta er eitt av evnunum, sum verður tikið fram, tá Heimamissións-fólk úr øllum landinum seta hvørjum øðrum stevnu enn einaferð í leguhúsinum í Nesvík døgunum 28. til 30. apríl. Sum ein part av skránni verður møguleiki hjá luttakarunum at skifta orð um ymiskar arbeiðsgreinir í hesi stóru rørsluni. Og í hesum kemur eisini spurningurin um ta fíggjarligu síðuna. Seinnapartin leygardag verður soleiðis høvið at hitta fíggjarleiðaran í Heimamissiónini, Jørmund Foldbo og Leo Hans Mikkelsen sum er limur í høvuðsstýrinum. Her verður evnið gevaratænastan, har eitt annað evnið er: »Verði eg fátækur av at geva?!« Heitið á Ársmøtinum hesa­ ferð er: »Møt menn­iskjum, har tey eru«. Heitið er tikið beinleiðis úr visjónsorðingini hjá Heimamissiónini og fer at vera ein reyður tráður ígjøgnum gjøgnum alt vikuskiftið. Orðaskifti í bólkum Ársmøtið byrjar fríggja­ kvøldið við møti kl. 20. Tá fer ungdómsráðgevin, Hans Kristian Justesen at tala út frá evninum: Jesus møtir teim sjálvrættvísu. Ungdómskórið av Glyvrum syngur, og eftir hetta verður vitniløta har Elinborg Joensen úr Havn hevur andakt og ein lovsongsbólkur úr Klaksvík leiðir sangin. Leygardagin verður byrjað við sangløtu kl. 10, har ungfólk av Skála fara at skipa fyri. Eftir hetta verða formansgreiðing við Bergi D. Joensen og síðani fíggjarfrágreiðing frá fíggjarleiðaranum Jørmundi Foldbo. Eftir døgurða verður orðaskifti í bólkum. Hetta er nakað nýtt, sum ikki er roynt áður. Høvi verður her at skifta orð í fýra ymiskum bólkum, sum hava hvør sítt evni. Høvið verður at skifta orð í fyrsta lagi við umboðum fyri Høvuðsstýrið. Somuleiðis verður orðaskifti um gevaratænastu, um barnaarbeiðið og um missión úti í heimi. Seinni verður so felags hugnaløta, har m.a. kunnað verður um orðaskiftini, eins og samrøður verða gjørdar og heilsanir verða frambornar. Um kvøldið verður so møti kl. 20. Tá fer leirvíkingurin Marius Jacobsen at tala út frá evninum: Jesus møtir teim falnu, og gospelkórið VOX fer at syngja. Seinni um kvøldið verður hugnalig Café við livandi tónleiki. Møta menniskjum Sunnudagin verður byrjað við gudstænastu í Norðskála kirkju kl. 11. Kl. 15 verður familjumøti við Ann Hansen. Við hetta møtið syngur Barnakórið av Toftum, eins og ein dramabólkur úr Miðvági fer at framføra drama. Ársmøtið endar við møti kl. 18, tá Pól Johannesen úr Klaksvík fer at tala út frá evninum: Møt menniskjum, har tey eru. Á hesum møtinum syngur Betaniakórið úr Gøtu. Umframt øll hesi tiltøkini er ein serstøk skrá til børnini. Vinir tosa saman um Heimamissiónina Ungdómsgudstænasta fyri øll Havn: Leygarkvøldið kl. 20 verður ungdóms­guds­ tænasta í Vesturkirkjuni, har Bergur D. Joensen prestur fer at prædika. Við hesa gudstænastuna fer Jens Lisberg at syngja nakrar sang­ir, eins og ung úr Meinig­heits­ húsin­um koma at spæla undir felagssangin. – Innihaldið í prædikuni verður um Jákup í Gamla Testamenti, sum var ættar­ faðir at Ísraels 12 ættum. Hann hevur nógv at læra okkum um lívið, og hvussu Gud kann venda øllum til tað góða. Vit skulu hoyra um, at Gud hevur eina góða ætlan fyri okkum øllum, sigur Bergur prestur. Altargangur verður, og møguleiki at tendra eitt ljós fyri einum, sum farin er, ella onkrum sum ein vil biðja fyri. Slíkar ungdóms­guds­ tænastur hava verið nakrar ferðir áður í Vesturkirkjuni. Og sum sagt verður: Guds­ tænastan er fyri ung í øllum aldri. sb. – Vit hava í roynd og veru bíðað eftir byggi­ loyvinum. Nú, ið tað er komið miða vit eftir at leggja til brots í summar, sigur ein av stig­tak­arunum, Hans Jørgen Djur­huus. Miðað verður eftir at handilin kann lata upp um hálvtannað ár Handils­depil Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Gøta: Á eyka bygdaráðs­ fundi í gjárkvøldið samtykti Gøtu bygdaráð at geva prinsipielt byggiloyvi til ein handilsbygning og tveir virkisbygningar í Gøtudali. Í hesum føri er um ein stóran handilsbygning uppá 5000 fermetrar og tveir virkisbygningar á 1000 fermetrar hvør. Talan er um eina samlaða verkætlan, ið samanlagt kem­ur at verða grundarlagið fyri einum handilsdepli í Gøtudali. Aftanfyri hesa stóru verkætlanina standa Hans Jørgen Djurhuus, Poul Arne Jacobsen, P/F Leif Mohr og P/F Alu-plast. Seinni er ætlanin at kunna meiri um hesa spennandi ætlan hjá gøtumonnum. Eingin trupulleiki við fígging Ætlanin við handilsdeplinum hevur verið í umbúna eina tíð, og er við samtyktini í bygdaráðnum vorðin kunn fyri almenningin. Hans Jørgen Djurhuus fegnast um, at byggiloyvið nú er givið. – Tað er hetta vit hava bíðað eftir, sigur hann við Sosialin. Tekningarnar til hesar báðar stóru bygningarnar í Gøtudali eru klárar. Og sjálvur væntar Hans Jørgen ikki at trupulleikar verða at fáa fígging til íløguna. Spurningurin er so, nær teir fara at seta spakan í til hesa ætlanina, sum kemur undan kavi bert fáar dagar áðrenn Norðoyatunnilin letur upp. Samstundis við hetta er vorðið kunnugt, at arbeitt verður við at leggja seinastu hondina á eina verkætlan við eini stórari miðbýarætlan í Klaksvík. Sum skilst á Hans Jørgeni er ætlanin at fyrsti spakin skal setast í jørðina um ein til tveir mánaðir. Tað vil siga, at í summar fara tey sum ætla sær til Norðoyggjar ella Fugla­ fjarðar at verða vitni til, hvussu hesir stóru bygn­ ingarnar byrja at taka form og at enda gerast til ein stór­ an handilsdepil í Gøtudali. Fjølbroytt handilslív Tá talan er um handilsdeplar av slíkum slagi er neyðugt at hava eitt so fjølbroytt úrval av handlum sum gjørligt. Stigtakararnir til hesa ætl­ anina miða tí eftir at í sjálv­ um handilsbygn­ing­­in­­­um verða handlar av ymi­skum slagi, m.a. matvøruhan­dil, klædna­handil, frisørsalong bara fyri at nevna okkurt av tí, sum viðskiftafólkunum stendur í boði. Skipanin verður soleiðis, at allir bygningarnir verða sum ein bygningur. Handils­ bygningurin við handlunum verður í tí eina, meðan Leif Mohr og Alu-plast fara at húsast í hinum báðum bygningunum. Ætlanin er sum nevnt at seta spakan í jørðina í summar, og síðani fer arbeiðið í gongd. – Vit vænta, at arbeiðið fer at tala umleið hálvtannað ár, sigur Hans Jørgen Djurhuus. Stórur handilsdepil kemur í Gøtudal Soleiðis kemur Handilsdepilin í Gøtu at síggja út Nógv fólk savnast til ársmøtið í Nesvík, nú Heimamissiónin enn einaferð skipar fyri hesum stóra tiltakinum komandi vikuskifti