Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-21, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. apríl 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 77 - 21. apríl 2006 9 Aftur hesa vikuna eigur Høgni Lisberg best dámda lagið í Føroyum, sambært hittlistanum yvir nýggj løg hjá Kring­ varpinum Tónleikur Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Í løtuni ger lagið Morning Dew hjá Høgna um seg í ís­lendskum útvarpi, men eisini her heima klárar Høgni Lisberg seg væl. Aftur hesa vikuna liggur Høgni ovast á 15 teimum bestu við lagnum Just Dig, Høgni er í løtuni í Íslandi, har hann spælir nakrar kon­ sertir komandi dagarnar. Leygarkvøldið fer hann á pallin í NASA saman við m.ø. Makrel, ið eisini eru at hoyra í íslendskum útvarpi. Tað er lagið Filthy Tongue, ið íslendingar hava tikið til sín. Men eisini á 15 teimum bestu klárar filthy Tongue seg væl, hesa vikuna er lagið á einum sætta plássi. Hini trý føroysku løgini á 15 teimum bestu hesa vik­una eru Droymi Mitt Um Dagin hjá Poppkorn, Backyard Traffic hjá Róki og Fremmandur hjá Peturi Pólsyni á 12., 13. og 14. plássi. Conference on ”the great Jakobsen”. Tað er yvirskriftin í tíð­ inda­skrivinum, sum vit hava fingið um ráðstevnuna í Hetlandi, har arbeiði hjá málvísindamanninum, Dr. Jakobsen, verður umrøtt av fólki úr ymiskum londum. Ráðstevnan, sum verður hildin í NAFC Marine Centre í Scalloway, er fyriskipað av hetlendska skjalavørðinum, Brian Smith, Eileen Brooke- Freemann (Shetland Amenty Trust) og Turið Sigurð­ar­ dóttir, sum starvast á Fróð­ skaparsetri Føroya. Tað var tíðliga í 1890- unum, at Dr. Jakobsen fór til Hetlands at savna orð og staðarnøvn. Hann arbeiddi við tilfarinum, sum hann savnaði, til hann doyði ungur undir seinna heimsbardaga. Einir fimtan røðarar úr fleiri ymiskum londum fara á ráðstevnuni at tosa um íkastið, sum Dr. Jakobsen hevur givið hetlendsku og føroysku mentanini, og mill­ um røðarar­nar verða eis­­ini føroy­ingar, eitt nú Mari­ anna Debes Dahl, Hjalm­ar Petersen og Eyðun Andreas­ sen. Jakob Jakobsen livdi í árun­um, 1864-1918. -vilmund Høgni eigur ovastu rók 15 tær bestu 1 Høgni Lisberg - Just Dig 2 Black Eyed Peas - Pump it 3 Kelly Clarkson - Because Of You 4 Pink - Stupid Girls 5 The Pussycat Dolls - Beep 6 Makrel - Filthy Tongue 7 Madonna - Sorry 8 Red Hot Chili Peppers - Dani California 9 Kent - Dom som försvann 10 Wyclef Jean & Shakira - Hips Don’t Lie 11 Bobby Sinclair - Love Generation 12 Poppkorn - Droymi Mitt Um Dagin 13 Rókur - Backyard Traffic 14 Petur Pólsson - Fremmandur 15 Joey Moe - My Last Serenade Eykaløg Gavin Degraw - Just Friends Rihanna - S.O.S. (Rescue Me) The Rasmus - Sail Away Ne-Yo - So Sick Fort Minor ft. Holly Brock - Where’d You Go Varpa ljós á Jakob Jakobsen í Hetlandi Leygardagin 22. apríl kl. 15 heldur Marner av Lofti, integratiónspedagogur fyri­ lestur í Miðlahúsinum um evnið: Marner av Lofti er 37 ára gamal og uppvaksin í Havn. Í 1992 fór hann Ålborg og tók pedagogprógv fra Skipper Clement kollegi­ inum. Hann arbeiðir í løtuni í fólkaskúlanum í Ålborg við børnum av útlendskum uppruna. Marner er eisini tón­leik­ ari og sangari og hevur sjálvur skrivað løg. Hann fer eisini at spæla klaver og syngja sangir, ið hava samband við Ísrael. Í fyrilestri sínum fer Marner m.a. at greiða frá land­frøðligu viður­skift­ unum í Miðeystri síðani fyrra heimsbardaga til dagin. Gjógvin millum palest­inar og ísraelsfólk og arab­iska heimin er so djúp, at ilt er at fáa eyga á nakra loysn. Ella er nøkur loysn? Og hvør er loysnin. Tíðindaskriv Fríggjadagin og leyg­ ar­dagin verður føroya­ meistarakapping í billard fyri einstakligar í Havn. Teir níggju spælararnir, sum hava kvalifiserað seg til kappingina, eru: Hendrik Petersen, Bjarni Skaalum, Krisjan Suni Høgnesen, Sonhard Johannessen, Jan Müller, Carsten Han­sen, Niels Nielsen, Njál Petersen og Jógvan Jørgensen. Spælt verður á borðunum í Havnar Klubba og Kagganum. Føroya­ meistarin tvey tey seinastu árini, Hendrik Petersen er favorittur at vinna aftur í ár, men hann fer at fáa harða kapping, ikki minst frá Bjarna Skaalum og Krisjan Suna Høgnesen. Miðlahúsið í Vágsbotni : ”Er land fyri frið politikkurin loysnin á stríðnum millum palestinar og ísraelsmenn?” Føroyameistarakapping í billard