fríggjadagur 21. apríl 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 77 - 21. apríl 2006
Hvat hava blaðtekningar við almenna orðaskiftið at
gera? Hava skemtitekningar nakað við fólkaræðið at
gera? Eru karikaturar ikki mangan eitt slag av almennari
happing, har tað er so at siga er legalt at gera gjøldur
burtur úr samfelagsins oddamonnum- og kvinnum? Er
blaðtekningin list? Er tíðin ikki farin frá hesum formi
fyri samfelagsviðmerking? Blaðtekningin reisir nógar
spurningar. Hesir spurningar hava ikki nøkur einføld
svar. Tað velst alt um, hvør, ið teknar, og hvussu teking
in verður nýtt – hvat evnið er og í hvørjum høpi, ið
tekningin stendur í. Vit hava ikki øll svarini her, men
skulu loyva okkum at stutt at hugleiða eitt sindur um
evni, nú stór framsýning við blaðtekingum letur upp í
Norðurlandahúsinum leygardagin - og panelorðakiskifti
er í Miðlahúsinum í kvøld um sama mál.
Blaðtekningin – karikatururin, er eitt aldargamalt fyri
brigdi. Vit kundu lagt afturat, at hesin formur er og
hevur altíð verið sera vældámdur í almenninginum. Men
tað má samstundis ásannast, at blaðtekningin mangan
kann vera ein rættiliga bonskur formur fyri viðmerking.
Sæð í søguligum høpi mugu vit samstundis ásanna, at
tann góða blaðtekningin hevur verið ein sera týðandi
partur av fólkaræðiliga samfelagnum og fólkaræðiliga
orðaskiftinum. Vit siga við vilja tann góða tekningin, tí
fólk flest vita, at ein tekning, eins væl og skrivaða orðið,
kann misbrúkast. Sum øll amboð kann blaðtekningin
misnýtast og tíverri hava vit upp gjøgnum tíðina sæð
nógv dømi um blaðtekningar nýttar til at niðurgera
ávísar samfelagsbólkar og ávísar rasur. Men hetta er
tíbetur fyribrigdi, sum bert kemur fyri í nazistiskum og
facsistiskum samfelagsskipanum. Hetta kemur ikki fyri
og eigur ikki at koma fyri í demokratiskum samfelagi.
Tí tala vit um ta góðu blaðtekningina, sum eggjar til
demrokatiskt orðaskifti og sum varpar ljós á skeivleikar,
ið kunnu og skulu rættast við demokratiskum miðlum
og demokratiskum tilgongdum.
Tann góða blaðtekningin er eitt sera týðandi og eitt
ómissandi íkast til samfelagsorðaskiftið og harvið til
demokratiska orðaskiftið. Við tekningini kann ofta
verða sagt meira enn sagt verður við skrivaða orðin
um. Tekningin megnar at seta fokus á fyribrigdi og
á viðurskifti, ið mangan eru torfør fyri ikki at siga
ómøgulig at lýsa í teksti. Hartil kemur, at tekningin ofta
er eitt sera týðandi íkast til ein tekst. Blaðtekningin er
eitt gamalt demokratiskt amboð. Tað er væl kent, at eina
ræðisharrarum dámar ikki blaðteknarar. Blaðteknarar
fáa fólk at flenna – einaræðisharrum dámar ikki at flent
verður ov nógv. Láturin er sum kunnugt eitt hitt sterkasta
vápnið. Blaðtekningin er sostatt ein sera týðandi partur
av demokratiska orðaskiftinum, ein partur, sum vit ikki
kunnu vera fyri uttan. Her í Føroyum hava vit í mong ár
havt Óla P., sum nú er farin um tey sjeyti. Miðlahúsið
markerar hetta við eini norðurlendskari framsýning av
blaðtekningum. Endamálið er ikki bert at fagna Óla
P., men eisini hetta, at seta ljóskastaran á ein týðandi
og ómissandi part av almenna orðaskiftinum í einum
demokratiskum samfelagi. Vit takka Norðurlendska
Mentanargrunninum, Dansk Føroyska Mentanargrunn
inum, Norðurlandahúsinum, Politiken Grunninum, BP
og Atlantic Airways fyri at hava stuðlað tiltakinum.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Demokratiskt orðaskifti
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónssekreterur:
Inna Törnroos inna@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl‑an
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Bleiv eitt sindur skakkur
henda dagin, tá Torbjørn
Jacobsen – umvegis ein
fyrispurning til Jógv
an á Lakjuni – legði
eina heildarætlan fyri
framtíðar skúlabygg
ingum í Føroyum
Slíkar ætlanir eru jú altíð
vælkomnar, og eiga at verða
viðgjørdar javnan.
Tað sum gjørdi meg
skakkan, var »timingin«,
og at ætlanin stóð andsøgn
til allar tær politisku telving
arnar, sum í seinastuni hava
verið innan skúlabyggingar
í Føroyum.
Men Torbjørn er nú eina
ferð Torbjørn, og orðatakið
»sum fílur í eini glasbúð«
fellur lættast á sinni.
Men nú traðkar næsti
maður á Tjóveldislistanum
fram og bakkar upp! Finnur
Helmsdal valdur í Suður
streymi hevur somu áskoðan
sum Torbjørn. Niðurlegg
tekniska skúla í Havn og flyt
hann til Klaksvíkar!
Nú líkist hetta einum
floksmáli meira enn einum
Tobba-syndromi.
Tekniski skúli í Havn
Í meira enn 30 ár hevur
tekniski skúli í Havn liðið
undir illvilja løgtingsins.
Skúlin hevur snøgt sagt
havt allar ringastu umstøður.
Nógvar royndir hava verið
gjørdar hesi nógvu seinastu
árini fyri at betra umstøðunar
hjá skúlanum – men nei!
Hetta hóast at skúlin í
øll árini hevur havt góða
og mennandi útbúgving til
ta handverksvinnuna, sum
eigur, og altíð hevur átt
sítt høvuðvirksemi í Havn.
Tað er í Havn, at handverks
vinnan eigur sítt grundstøði
– tað er í Havn, at hand
verksmetropolurin er, og tað
er her næmingarnir virka og
halda til.
Men skúlin skal allur
liggja í Klaksvík?
Svik Tjóveldisflokksins
Fyri góðum tveimum árum
síðan kom eitt uppskot frá
Sambandsflokkinum um
at veita Handilsskúlanum
og Tekniska Skúla í Havn
fígging til skúlabygging eftir
vinnuskúlalógini. Ætlanin
var tá at byggja ein minni
skúladepil úti í Marknagili,
sum skuldi húsa hesum báð
um skúlunum.
Uppskotið var gott, og
hóast Sambandsflokkurin
var í andstøðu, ætlaði eg
mær – saman við Javnaðar
flokkinum – at atkvøða fyri
uppskotinum.
Her var endiliga ein møgu
leiki at koma eitt fet víðari í
skúlabyggimálinum.
Tjóðveldisflokkurin var
ikki fegin um hesa ætlan
mína. Høgni Hoydal helt,
at besta loysnin var at finna
í einum skúladepli, sum
umframt at skula hýsa hand
ils- og tekniskum útbúgv
ingum, eisini skuldi hýsa
studentútbúgvingini
og
HF-skeiði. Skúlavirksemi í
Hoydølum skuldi so flytast
í Marknagil.
Mær hevur altíð dámt
ætlanina um at byggja ein
skúladepil í Marknagili
– ein depil, sum hýsir eini
fjølbroyttari frálæru og sum
er eitt gott boð upp á fram
tíðarinnar skúla.
Í teirri trúgv at Tjóðveld
isflokkurin stóð aftan fyri
skúladepilin í Marknagili,
og at politiska baklandið
aftan fyri skúladepilin tí var
rættiliga trygt, valdi eg so at
stuðla hesi ætlan heldur enn at
taka undir við uppskotiðnum
hjá Sambandsflokkinum um
eina loysn fyri Handilsskúlan
og Tekniska Skúlan.
Nú er so sjón fyri søgn
– Tjóðveldisflokkurin er
als ikki aftan fyri skúladep
ilsætlanina í Marknagili – í
hvussu so er ikki ein depil,
sum hýsur tekniska skúla
í Havn – hann – samb. Tor
bjørn Jacobsen og Finnur
Helmsdal skal flytast til
Klaksvíkar.
Tíbetur er málið
komið aftur á beint
Eg eri sera harmur um, at
ætlanin um at byggja skúla
depilin í Marknagili ikki
gerst veruleiki á hesum
sinni.
MEN eg kann staðfesta,
at hetta skyldast at Javnað
arflokkurin ogTjóðveldis
flokkurin IKKI taka undir
við ætlanini, og tá er ætlanin
ikki borðbar longur.
Hinvegin eri eg sera fegin
um, at samgongan stendur
aftan fyri lógaruppskot nr
112, sum landsstýrismaðurin
í mentamálum legði fyri ting
ið herfyri. Uppskotið játtar
Handilsskúlnum og Tekniska
Skúla í Havn fígging til at
byggja eina skúlabygging
fyri 150 mill, og at ætlanin
hýsir møguleikanum hjá
Studentaskúlin í Hoydølum
at byggja seg inn í ætlanina
seinri.
Handlisskúlin og Tekniski
Skúli í Havn fáa nú virði
ligar karmar og sostatt eis
ini høvi at mennast útbúgv
ingarliga og gerast týðandi
lutir í framtíðar útbúgving
arpolitikki samgongunar.
Frustratión
Helt at tramanskapur Tjóð
veldisflokksins í deplamál
inum í Marknagili helt
uppat í royndini at forkoma
teknisku útbúgvinginin í
Havn. Men nei !
Nú undirmáar Anita á
Fríriksmørk og Høgni Hoydal
úr Tjóðveldisflokkinum so
sanniliga lógina um vinnu
skúlabygging (løgtingslóg
nr106 frá 1998) við at halda
uppá, at lógin er óforsvar
lig, og hevur til endamáls
at fremja kaos í fíggjar
stýringin.
Sjálvur haldi eg, at lógin
um fígging av vinnuskúlum
er væl brúkulig. Fyri tað
fyrsta er lógin bert gald
andi fyri sjálvseigandi
vinnuskúlar. Hesir skúlar
eru sera avmarkaðir og tí
ongin trupulleiki at halda
skil á. Fyri tað næsta, so er
roknistykkið sera einkult –
talan er um at seta eina ávísa
upphædd av á fíggjarlógini
í eitt ávíst áratal t.v.s áratal
ganga upphædd – er hetta so
trupult at rokna út?
Roknistykkið kann ikki
vera trupulleikin! Talan
er allarhelst um stórar
frustratiónir nú skúlanir í
Marknagili fáa nøkta sín
tørv? Og dupultspælið hjá
Tjóðveldisflokkinum í skúla
deplinum í Marknagili er
avslørað?
Uppskotið hjá Torbirni
Jacobsen
Hvat viðvíkur uppskotinum
hjá Torbirni Jacobsen um
at endavenda øllum skúla
byggiætlanum, so taki eg
als ikki taki undir við upp
skotinum.
Eg eri í prinsippinum fyri,
at skúladeplar vera í øllum
størri økjum í Føroyum.
Deplarnir skulu kunna
bjóða nær um øll tilboð inn
an miðnámsútbúgvingar.
Møguliga er hetta ikki bílig
asti skúlarakstrarháttur, men
hinvegin so verður hvør
undirvísingargrein væl røkt í
kappingini millum skúlarnar.
Næmingarnir kunnu í sínum
heimliga skúladepli velja tær
útbúgvingar, sum teimum
dáma best og ikki velja eina
útbúgving bert tí at hon er
einasta útbúgvingin, sum
hevur at bjóða.
Eg ivist tó í, um skipanin
við økisskúlum við fjøl
broyttum tilboðum er dýrari
skipanin enn hon sum savnar
undirvísingina í serskúlar har
næmingarnir skulu fjakka á
úr egnum øki til annað fyri
at nema sær útbúgving.
Ongin regul uttan undantak
– tað finnast undirvísingar,
sum eru so avmarkaðar, at
rættast er at savna hesa á ein
skúla.
Eitt er tó víst – at ein økis
skúli við fjølbroyttum undir
vísingartilboðum, verður ein
kraftdepil í økismenningini
og størsta trygdin undir
lokala trivnaðinum.
Frustratiónir Tjóðveldisfloksins
løgtingsmaður
Poul
Michelsen