fríggjadagur 21. apríl 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 77 - 21. apríl 2006
11
Eydnast hetta væl,
síggja vit tað sum
byrjanin til nakað
heilt stórt, sigur
stjórin í Suðuroyar
Sparikassa
Samstarv
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Hetta kann verða byrjanin
til nakað heilt stórt.
Tað segði Søren Lunell
Brühn, stjóri í Suðuroyar
Sparikassa, tá ið hann handaði
einum nýggjum dreingjaliði
í fótbólti spildurnýggj klæði
á samkomu í VB húsinum í
gjárkvøldið.
Tað, sum fær sparikassa
stjóran at brúka so stór
orð, er, at dreingjaliðið er
tað fyrsta úrslitið av einum
veruligum samstarvi ímill
um øll fótbóltsfeløgini í
Suðuroynni.
Hetta er nevniliga fyrstu
ferð, at øll fótbóltsfeløgini
í Suðuroy samstarva um at
manna eitt felags oyggjarlið,
tí á hesum liðnum eru spæl
arar úr allari oynni.
Suðuroy aftur á føtur
Tað skerst annars ikki burtur,
at fótbólturin í Suðuroy
hevur sæð betri dagar. VB/
Sumba er aftast í fremstu
deildini, samstundis sum
Royn og og TB stríðast í
tyngra endanum í næstbestu
deildini.
Fólkagrundarlagið
í
Suðuroy er tunt og tí sóu
samstarvshugaðir suðuroy
ingar skriftina á vegginum
tá ið hol varð sett á hetta
kappingarárið.
Í góðum samstarvi eydn
aðist tað at fáa øll feløgini
í oynni at ganga saman
um eitt felags dreingjalið
og nú hevur so Suðuroyar
Sparikassi átikið sær at verða
fíggjarligur høvuðsstuðul
hjá liðnum.
Og stjórin ásannar, at tað,
sum ger tað serliga spennandi
hjá Sparikassanum at stuðla
liðnum, er júst tað, at talan
er um eitt samstarv um alla
oynna.
– Hetta kann verða byrjanin
til eitt felags samstarv, sum í
framtíðini kann fáa Suðuroy
á føtur aftur fótbóltsliga,
segði stjórin á samkomuni
í gjár.
– Hetta liðið hevur klárað
seg ómetaliga væl og tað
kann verða byrjanin til eitt
sterkt suðuroyarlið, eisini í
vaksnamannadeildini.
Liggja fremstir
At hendan royndin so har
afturat hevur eydnast avbera
væl, hevur bara styrkt um
áhugan fyri at halda fram við
hesum samstarvinum.
Felagsliðið hevur vunnið
allar sínar dystir higartil
uttan ein dyst ímóti KÍ,
sum endaði við javnleiki
og sostatt eru dreingirnir
higartil ósigraðir. Annars
hevur talan verið um triva
ligar sigrar og tað ger, at
liðið nú er nummar eitt í
meistarabólkinum.
Eisini Martin Tausen,
liðskipari, vónar, at hetta
kann vera byrjanin til eitt
framtíðar fótbólts-samtarv
í allari Suðuroy.
Hann sigur, at ongir trupul
leikar hava verið við sam
starvinum og at dreingirnir
trívast væl saman og tí
vónar hann, at samstarvið
kann halda fram, helt upp í
vaksnamannadeildina.
Dreingirnir á hesum lið
num halda nevniliga, at
tað einasta rætta er at øll
Suðuroyggin samstarvar og
hevur eitt felags oyggjarlið.
Alt liðið venur einaferð
um vikuna í Vági og einaferð
um vikuna á Tvøroyri.
Annars venja dreingirnir
úr syðru helvt fyri seg
í Vági og teir í norðaru
helvt fyri seg á Tvøroyri.
Liðið spælir eisini annan
hvønn heimadyst í Vági og
annanhvønn á Tvøroyri og
teir spæla aðruhvørja ferð í
VB klæðum og aðruhvørja
ferð í TB klæðum.
Venjarar hjá liðnum eru
Milan Cimburovic á Tvør
oyri og Jón Pauli Olsen í
Vági.
Gongur sera væl
Milan Cimburovic, venjari
hjá liðnum, fegnast um hetta
samstarvið, sum nú er fingið
í lag og hann hevur góðar
vónir fyri liðnum.
– Spælaratilfeingið er
stórt og tað ger, at tað er stór
kapping um hvørt einasta
pláss á liðnum. Tað lyftir
venjingina upp á eitt høgt
støðið, tí allir venja hart og
stríðast fyri sínum plássi á
liðnum. Teir, sum ikki røkka
plássið á A-liðnum, spæla so
á B-liðnum.
Hann sigur, at samstarvið
hevur riggað sera væl og
nevndirnar í lokalfeløgunum
hava verið sera jaligar.
– Samstundis hava dreing
irnar tað sera gott og hugna
ligt saman.
Venjarin vónar eisini, at
hetta kann verða fyrsta stigið
til eitt samstarv um alla Suð
uroynna um fótbóltin sum
heild.
– Hvør sær megna vit ikki
at manna lið, hvørki í syðru
helvt ella í norðaru helvt og
tí er samstarv einasta gongda
leiðin sigur hann.
Hann vónar tí, at hetta
samstarvið kann halda fram
so at øll fáa eyguni upp
fyri, at samstarv ímillum
øll feløgini í Suðuroy er ein
asta gongda leiðin, eisini í
vaksnamannadeildini.
Hesir dreingirnir skulu fáa
Suðuroynna upp á føtur aftur
Liggja nummar eitt
Hetta felags dreingjaliðið í Suðuroy hevur higartil spælt
fimm dystir. Og tað kann ikki sigast at tað hevur gingið
avbera væl, tí higartil hevur liðið seks sigrar og ein
javnleik at vísa á. Og summir sigrar hava verið trivaligir, tí
málmunurin er 24-4.
Í steypakappingini vann liðið 7-1 á HB og er sostatt komið
víðari í steypakappingini.
Í landskappingini hevur liðið spælt fýra dystir:
Ímóti B36 vunnu teir 4-0, ímóti FS Vágum vunnu teir 9-1
og ímóti NSÌ vunnu teir 3-1. Einastu einastu stig, teir hava
tapt, var ímóti KÍ, har úrslitið var 1-1.
Sostatt er liðið fremst í meistarabólkinum í kappingini um
FM heitið.
FAKTA
Hetta er oyggjarliðið, sum
nógv halda kann vera við
til at bjarga fótbóltsframtíð
suðuroyinga.
Aftasta rað frá vinstru
standa Pætur Ellendersen,
Royn, Heini Bech,VB, Hanus
Mortensen, TB, Tórur
Sørensen,VB, Sjurður Ferja,
TB, Reidar Dahl Joensen, VB,
Benjamin Petersen, TB, Heini
Vansdal, VB.
Í miðraðnum frá vinstru
standa: Andreas Vestergaard,
TB, Michael Jespersen, TB,
Petur Mohr Mortensen, TB,
Gunnleif Olsen, TB, Chris
Craib, TB, Teitur Tausen, VB,
William Berg, Royn, Rene
Petersen, VB
Í fremra rað frá vinstru eru
tað Martin Tausen,VB, Jón
Magnusarson, TB, Adrian
Cieslewicz, VB, Tróndur
Tummassarson, TB, Eyðun
Gudmundson, VB, Gunnar
í Dali, TB, Rani Johanessen,
VB og Jan Smedemark, TB
Heini Mortensen, TB er ikki
við á myndin