fríggjadagur 21. apríl 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 77 - 21. apríl 2006
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
At sita við komfýrhitan í køkinum úti á Teigum og líta at
Signhild meðan hon við gandakendum rørslum toygdi,
faldaði, toygdi, faldaði og mýkti gylta sukurdeiggjið,
sum sá út sum hárið á eini fagrari ungmoy, var líka
so hugtakandi sum at síggja Hans Paula modellera
standmyndina av Sigmundi Brestissyni. Hetta var list
á høgum støði í míni barnaverð og visti eg, at Signhild
gjørdi brøstsukur, var eg sum eitt fok út á Teigar. Ikki
sum tey flestu, at fáa ein bita av lidnu vøruni, men at
njóta listarverkið, álvadansins sum fór fram í fjálga
køkinum hjá fastur míni, Signhild Magnusen, sum
andaðist í Keypmannahavn 2. páskadag.
Køkurin á Teigum, serliga innvikið við borðinum
og bonki á 3 síðum, hugtók meg altíð. Har ótu vit, har
vóru hundraðtals søgur til álvara og gaman fortaldar, har
las maður Signhild úr Bíbliuni sunnudagar og har sótu
vit ungdómar og hunaðu okkum meðan “normaðurin”
gletti um kapp við láturin, alt meðan Signhild gekk um
okkum sum ein verulig heimsmamma.
Við Signhild fór eg til neytar og lærdi meg so dánt
at mjólka, við Signhild, Erlend, Sannelinu, Jastrid og
Andrew fór eg í hagan við og eftir neytunum og viðhvørt
viltust vit í mjørkanum. Edward var so mikið eldri, at
hann var líkasum ikki við í barnaárunum – men ikki
minni var hann ein av hennara, ein slóðari.
Hóast miðdepilin í Famien var yviri í Trøðum hjá
abbanum og ommuni, var ikki dagur at eg – helst í
fylgi við hundinum Pass, skundaði mær tvørtur um
bøðin, meðan abbin skeldaði í bakgrundini, tí grasið
skuldi hava frið ella eg fór kikur eftir vegnum framvið
heiminum hjá Johan Dahl, heilsaði uppá hendan og
handan, snaraði um hornið hjá Margestinu og snoddaði
mær vegin fram til eg svangur eftir upplivingum, lendi
á bonkinum hjá Signhild.
Ikki tí, Signhild gjørdi einki burturúr sær sjálvum,
heldur hinvegin. Men á ein ella annan fjálgan hátt, so
fylti hon alt, og alt sum hendi á Teigum var onkursvegna
ongantíð liðugt fyrrenn Signhild hevði sett sítt innsigli
á verki, ofta við einum heitum munni, heimagjørdum
ísi ella einum ríviligum grindafati.
Seinni, tá eg arbeiddi við heilaskaddum í Dianalund
í Danmørk, vaknaðu øll minnini um heimsmammuna
Signhild. Tveir av sjúklingunum sum vóru til aftur
venjingar vóru av Tvøroyri, annar hálvur famieningur
og hin sonur eina góða vinkonu hjá Signhild. Og altíð
var navn hennara á loftið! Antin vóru tað teir báðir
sum róstu henni ella var tað mamma tann eina ella
familjurnar, tá tær komu at vitja.
Øll tosaðu um Signhild við hita og myndirnar, tey
málaðu av fastur míni vóru av eini altfevnandi heims
mammu, sum fylti meiri, var meiri, dugdi meiri og hevði
størri týdning hjá øllum – antin so ella so – enn flest øll
onnur menniskju.
Ikki tí, eg havi ikki verið raskastur at vitja og seinast
eg var í Famien, var hon burturstødd. Men burturstødd
alla ikki – ella um eg var burturstaddur, so var hon altíð
har. Men neyvan hevði Signhild tað frá fremmandum.
Soleiðis var omman yviri í Trøðum, tað var sum Signhild
meiri og meiri sum árini gingu, var ein reinkarnatión
av elskaðu – heimsins bestu – ommu míni, Andreu
Ellendersen.
Saknurin kann ikki annað enn vera stórur hjá tykkum
børnum, men eins stór verður gleðin, tá minnini um
Signhild fara at læra tykkum – og okkum øll, at Signhild,
onkursvegna, altíð er har, eisini yviri í Trøðum hjá tær,
John og Kirstin, sum hava havt tykkara dagliga samskifti
við hana øll árini.
Við hesum lýsi eg frið yvir minni um heimsmammuna,
fastur mína, Signhild Magnusen.
Hvíl í friði.
Heilsan Jón, bróðursonurin
Minningarorð um
Signhild Magnussen
á Teigum í Famien
Minni um eina heimsmammu
Øllum tykkum sum á ymiskan hátt mintust og gleddu okkum á
gullbrúdleypsdegnum tann 1. februar 2006 takka vit hjartaliga.
Vinarlig heilsan Tove og John
Hjartaliga takka vit tykkum øllum i› vóru vi› til, at gera brúdleypsdag
okkara hin 30. desember 2005 ógloymandi.
Kærar heilsur Rannvá og Suni Hansen
Øllum tykkum, sum á ymiskan hátt gleddu okkum á hjúnabandsdegi
okkara tann 12. november 2005 takka vit hjartaliga.
Sólrun og Egin Fríði Ørvarodd
Brúðarmyndir
11. apríl fingu Judith Ludvig
og Danial Christoffersen,
Sandavágur, ein son. Hann
var 52 cm. langur og vigaði
3425 gr.
12. apríl fingu Louisa A.
Fjallsbak og Julian J. Thom
sen, Tórshavn, tvíburar,
gentu og drong. Gentan var
43 cm. long og vigaði 1665
og drongurin var 47 cm.
langur og vigaði 2210 gr.
13. apríl fingu Anna Maria
Egholm og Pætur Joensen,
Tórshavn, ein son. Hann
var 51 cm. langur og vigaði
3125 gr.
15. apríl fingu Linda Miezan
og Svenning Winther Han
sen, Argir, ein son. Hann
var 54 cm. langur og vigaði
3750 gr.
15. apríl fingu Ása Højgaard
og Benny Ejdesgaard, Tórs
havn, ein son. Hann var 52
cm. langur og vigaði 3350
gr.
16. apríl fingu Joan Niclasen
og Áki Ellendersen, Argir,
ein son. Hann var 49 cm.
langur og vigaði 2805 gr.
18. apríl fingu Eyðbjørg
Jacobsen og Poul Henning
Jacobsen, Saltangará, eina
dóttur. Hon var 53 cm. long
og vigaði 3800 gr.
18. apríl fingu Eva og Jákup
Klein, Hoyvík, eina dóttur.
Hon var 56 cm. long og vig
aði 4700 gr.
19. apríl fingu Jóhanna og
Arni Carlsen, Toftir, eina
dóttur. Hon var 51 cm. long
og vigaði 3750 gr.
19. apríl fingu Magna L.
Joensen og Mouritz L. Mohr,
Fuglafjørður, ein son. Hann
var 53 cm. langur og vigaði
3350 gr.
20. apríl fingu Margaret L.
Kjelnæs og Heri Kjelnæs,
Hoyvík, eina dóttur. Hon
var 53 cm. long og vigaði
3550 gr.
Føðingar
18. apríl fingu Rúna Simonsen og Jógvan Hansen, Klaksvík, ein
son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 4100 gr.