fríggjadagur 21. apríl 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 77 - 21. apríl 2006
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Kistan við Karl Mohr
Johansen, málarameist
ara úr Miðvági, fer av
Ellisheiminum í Vág
um leygardagin kl. 18.
Jarðarferðin verður úr
Miðvágs kirkju sunnu
dagin kl. 14.
Tey, ið vilja minnast
Karl Mohr, kunnu lata
Miðvágs kirkju eina pen
ingagávu. Konta í Føroya
Sparikassa.
Kistan við Miu Petersen,
Fámjin, fer til Suðuroyar
við Smyrli leygarkvøldið
kl.
20.
Bønarhald
verður í kapellinum á
Landssjúkrahúsinum
leygarkvøldið klokkan
18. Jarðarferðin verður
frá Salem á Tvøroyri
sunnudagin kl. 13.
Tey, ið vilja minnast
Miu,
kunnu
lata
eina peningagávu til
Traktatgrunnin. Konta í
peningastovnunum.
Andlát og jarðarferðir
Í dag 21. apríl verður Inga
Simonsen, fødd Gunnarsson
65 ár. Inga er dóttir Herborg,
fødd Joensen (1918-1997) og
Gunnar Gunnarsson (1916-
1992). Inga er næstelst av 5
systkjum. Hini systkini eru
Sólvá, sum er gift Arna K.
Olsen úr Rituvík. Sólvá býr
beint norðanfyri Esbjerg.
Jórun sum er gift Osmund
Justinussen úr Leirvík.
Gunnar yngra, sum er giftur
Jancy Jacobsen úr Klaksvík.
Yngsta systurin er Odvør,
sum er gift Jógvani á Lakjuni
úr Fuglafirði.
Inga er fødd í Vági meðan
seinni heimsbardagi leikaði
uppá tað harðasta. Havnin
bleiv illa bumbað av týskum
bumbuflogførum um hetta
mundið, og tí var Herborg
flýdd til Vágs at eiga. Her
borg og Gunnar vuksu bæði
upp í Vági. Barna og ung
dómsárini vaks Inga upp úti í
Mattalág. Leingi vóru húsini
hjá Herborg og Gunnari
millum tey ytstu húsini í
Havnini. Tá ið Inga var liðug
við Realskúlan fór hon í
læru á Føroya Jarðarráði, har
Hans Jákup Jacobsen (Heðin
Brú) var stjóri. Heðin Brú
skrivaði eina vakra yrking
til Ingu táið hon var avlærd
har. Sum skrivstovukvinna
hevur Inga arbeitt bæði hjá
Hanus Debes Joensen, gamla
landslæknanum, hjá Føroya
Landsstýri, Kongiliga Grøn
lendska Handlinum (1975-
79), og síðstu nógvu árini
á Menningarstovuni. Fyrst
uppi við Hoyvíksvegin, og
síðani á Bryggjubakka.
6. november 1965 giftist
Inga við Árna Simonsen
(1936-1999), sonur Marthu,
fødd Joensen
(1910-1995) úr Leirvík,
og Sigurd R.F. Simonsen
(1912-1994) úr Sandavági.
Martha og Sigurd fluttu
til Fuglafjarðar í 1938, og
har vaks Árni upp barna
og ungdómsár síni! Árni
var næstelst av 9 systkjum.
Árni var sjómaður øll árini
frá 1949 líka til 1991 tá
Parkinsonsjúkan noyddi
hann at leggjast uppi á landi.
Árni tók stýrimansprógv í
1960. Yrkisleiðin hjá Árna
førdi Ingu og familjuna
bæði til Esbjerg og til
Manitsoq (Sukurtoppin) í
Grønlandi. Ungdómsárini
við síðutrolarunum har
mong ein vaktin var brotin,
og strævnu mandómsárini í
Norðurhøvum tærdu uppá
Árna, og í 1999 legði Árni
árarnir inn aftaná 8 strævin
ár, merkt av sjúku. Øll nærum
34 árini tey vóru gift var Inga
honum ein góð kona. Inga er
ung í skinni og sinni. Hon er
teldusnillingur burturav, og
er sera praktiskur fyriskipari.
Hon viðlíkaheldur eina
heimasíðu, og hjálpir einum
trúboðarafelagsskapi við
skrivligum arbeiði. Hennara
unga sinni hevur hjálpt henni
væl í tí stuðuli og hjálp hon
hevur givið sangbólkinum
“Salt”.
Í 1966 og 1968 fekk Inga
synirnar Marna og Hera.
Marni er giftur Mai Laksá
foss úr Klaksvík. Tey eiga
børnini Fríðu, Árna og
Ingu. Marni er sjálvstøðugt
vinnurekandi. Heri arbeiðir
hjá Postverkinum. Inga er
burturstødd føðingardagin.
Inga Simonsen 65 ár
Dagurin
22. apríl. Cajus. Pávi, sum doyði í árinum 296.
Fríðrikur Petersen varð føddur hendan dagin í 1853
23. apríl. Georgius, deyður umleið ár 300. Halgisøgan
sigur, at hesin kristni riddarin feldi ein dreka og bjargaði
kongsdóttrini har í staðnum. Hann varð seinni tikin av
døgum fyri trúar sakir. Dagurin er valdur til almennan
skótadag um allan heim.
Grikska navnið merkir hann sum dyrkar jørðina.
24. Albertus, deyður umleið ár 997. Biskupur í Prag. Týska
navnið merkir ediligur ella lýsandi.
Prógv
Tann 9. mars fekk Halgerð M. Højgaard, úr Leirvík, prógv
sum kosmetolog á Heidi Sommer International training
academy í Kolding.
90 ár
Sunnudagin 23. apríl verður Maria Frederikka Nielsen,
ættað av Skála, búsitandi í Havn, 90 ár.
80 ár
Sunnudagin 23. apríl verður Selma Poulsen, Tvøroyri, 80
ár. Hon er burturstødd.
75 ár
21. apríl verður Martha Poulsen, Undir Heygnum 28,
Tórshavn, 75 ár. Dagurin verður hildin saman við børnun
um.
Tøkk
Øllum tykkum, sum á ymiskan hátt mintust
meg á 70 ára føðingardegnum og gjørdu
mær dagin hugnaligan, takki eg hjartaliga.
Tøkk fyri blómur, gávur og uppringingar.
Blíðar heilsanir
Sigfríður Joensen
740 Hvannasund
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu
og hjálpsemi, tá maður og pápi okkara
Jóannes Stakkslíð
brádliga andaðist og varð jarðaður.
Tøkk til tykkum øll, ið sendu blómur, kransar
og peningagávur.
Tøkk til øll, sum fylgdu honum til hansara
seinasta hvíldarstað.
Ein serstøk tøkk til floksfelagarnar og lærarar
á Studentaskúlanum í Hoydølum,
bilstøðina Bil og tykkum, sum hjálputu til
í sambandi við jarðarferðina.
Eisini vilja vit takka Bergi Debes Joensen, presti,
berarum, sangarum og urguleikara.
Familjunnar vegna
Birna, Fríðgerð og Tórhild
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum sum sýndu samkenslu
tá kæra kona mín, mamma, vermamma, omma
og langomma okkara
Ketty Joensen
Árnafjørður
andaðist og varð jarðað.
Tøkk til tykkum øll ið fylgdu úr kapellinum
og frá kirkjuni.
Tøkk fyri blómur, kransar og gávur til kirkjuna.
Tøkk til starvsfólkið í Niðrustovu á
Norðoya Røktarheimi fyri góða umsorgan.
Tøkk til Niels Paula, Hans Eiler og Hanus,
kirkjutænarar, sangarar og gravarar,
og øll tykkum, sum á ymiskan hátt hjálptu til
í sambandi við jarðarferðina.
Familjunnar vegna
Jógvan Svend