fríggjadagur 21. apríl 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 77 - 21. apríl 2006
Listarkvinnan,
Kirsten Mørup Jeppe
sen, sum er hálvur
føroyingur, var ikki
heima í Føroyum í
samfull 35 ár. Síðan
hevur hon verið fleiri
ferðir í Føroyum
og vitjað, og hetta
er fimtu ferð, hon
sýnir fram sína list í
Smiðjuni í Lítluvík
Framsýning
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Mamman er úr Kvívík, og
pápin er dani. Hon hevur
búð í Danmark alla sína
tíð. Sum smágenta vitjaði
hon nógv í Føroyum, men
síðan 1965 og 35 ár fram,
var hon ongantíð her heima
á klettunum. Seinnu árini
hevur hon tó fleiri ferðir
vitjað aftur og framsýningin,
hon í hesum døgum hevur
í Smiðjuni í Lítluvík, er
hennara fimta í Smiðjuni.
Mamman eitur Alma
Nielsen. Hon er 89 ára
gomul og býr framvegis í
Danmark.
Pápi Kirsten er deyður.
Øðrvísi list
Framsýningin hjá Kirsten
Mørup Jeppesen í Smiðjuni
í Lítluvík letur upp í dag, og
hon er opin til týsdagin, 25.
apríl.
Heitið á framsýningini
er »Ud af mørket«, og
framsýningin fevnir um
tilsamans 35 oljumálningar
og 25 akvarellir.
Øll listarverkini í niðara
rúminum í Smiðjuni eru
svørt og hví. Tey eru serstøk
og rættiliga forvitnislig.
– Eg haldi, at tú fært eina
sterkari mynd við at »holde
igen«, sum hon tekur til.
Tey svørtu og hvítu list
arverkini byggja á ymisk
mynstur, og á summum
verkum er eisini tekstur.
– Mær dámar, tá ið fólk
nerta við míni listarverk, og
eg haldi, at sjálvt fólk, sum
ikki síggja – ella ikki síggja
serliga væl, kunnu fáa nakað
burtur úr teimum. Tú følir
mynstrini og strukturin við
fingrunum.
Kirsten sigur, at hon
hevur málað tey svørt/ hvítu
listarverkini í dagsljósi.
– Tað, sum eg máli, kemur
innan úr mær sjálvari, og eg
haldi, at tað liggur nógvur
»tónleikur« aftanfyri mínar
myndir.
Tá ið hon málar hvít
mynstur á svarta bakgrund,
málar hon fyrst løriftið hvítt.
Síðan verður svarti liturin
málaður útyvir.
– Tá ið eg so geri mynstrini,
skavi eg hvíta litin undan
aftur, og soleiðis »heinti«
eg mínar myndir innanífrá
– ella »ud af mørket«, sum
hon tekur til.
Einki órógv
Í niðara rúminum í Smiðjuni
í Lítluvík hevur dekkað
vindeyguni, sum venda yvir
ímóti Grím Kambandsgøtu
av við listarverkum.
– Eg haldi, at tað órógvar
»stemningin«, at tey, sum
detta inn á gólvið, síggjar
bilar og fólk strúka fram við
úti á vegnum.
Men, leggur hon aftrat:
– Eg vil gjarna síggja
oman á vestaruvág, og tí
hanga eingi listarverk fyri
tey vindeyguni, sigur Kirsten
Mørup Jeppesen, sum dámar
væl at vitja í Føroyum.
– Ja, eg eri rættiliga farin
at kenna meg heima aftur
í Føroyum, sigur hálvi
føroyingurin, sum í hesum
døgum sýnir fram sína
forvitnisligu list í Smiðjuni
í Lítluvík.
Hálvur føroyingur í Smðjuni í Lítluvík:
Málar seg út
úr myrkrinum
– Tá ið eg so geri mynstrini, skavi eg hvíta litin undan aftur tí svarta, og soleiðis »heinti« eg mínar
myndir innanífrá – ella »ud af mørket«, sum Kirsten Mørup Jeppesen, listarkvinna, tekur til
Mynd: Vilmund Jacobsen
Óli Simonsen, sum er
pensjóneraður lærari,
heldur, at lombini
gerast minst líka so
góð um heystarnar,
hóast tey ikki súgva
ærnar alt summarið
og út á heystið.
Seinnapartin í gjár
fekk hann sína fyrstu
trílembu tey umleið
20 árini, hann hevur
fingist við seyð
Lembingartíð
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Seinnapartin í gjár lembdi
ein heimaær hjá Óla
Simonsen í Saltangará trý
veðurlomb.
Hetta hevur verið honum
ein góð ær. Hon er fýra ára
gomul og hevur við teimum
trimum lombunum í gjár
fingið tilsamans 9 lomb.
Óli hevur fingist við seyð
í fleiri ár, og hetta er fyrstu
ferð, at hann hevur havt eina
trílembu.
Stórur áhugi
Óli Simonsen hevur tvær
heimaær, og hin ærin hjá
honum lembdi tvey lomb,
eitt veðurlamb og eitt
gimburlamb, 2. apríl. Tey
bæði lombini eru frísk og
røsk, og alt bendir á, at
lombini, hann fekk í gjár,
eisini eru væl fyri.
– Eg havi heimaærnar
her rundan um húsini hjá
– Tað er so deilig
til tað sum man
Óli Simonsen hevur fingið
sína fyrstu trílembu. Í fýra ár
hevur ærin fingið tilsamans
9 lomb
Óli er aktivur í
gongufelagnum í Eysturoy.
Her er hann á útferð í Skúvoy
Mynd: Vilmund Jacobsen