Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-21, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. apríl 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 77 - 21. apríl 2006 15 gt at fara upp hevur hug til… okkum. Pápi hevði eitt gerði her, og vit høvdu kúgv, sum nógv høvdu tá. Nakað er selt burtur av gerðinum, men so leingi, nakað er eftir, sum ikki verður brúkt, havi eg ærnar og lomb gangandi her. Óli er pensjóneraður lærari, og honum dámar væl at fáast við kríatúr. – Eg havi fingist við seyð í eini 20 ár. Umframt jørðina, sum er eftir av tí, ið pápi hevði, havi eg keypt nakað sjálvur, soleiðis at eg í dag havi hálva triðju gyllin. Umframt heimaærnar, hevur Óli eisini 10 ær í haganum. – Nú eg eri pensjóneraður, haldi eg, at tað er so deiligt at kunna fara upp til tað, sum eg havi hug til, sigur hann. Góður seyður Óli sigur, at honum dámar væl, at heimaærnar lemba tíðliga, og í fjør lembdu báðar ærnar longu 1. og 3. apríl. – Tá ið lombini hava ging­ ið hjá ærnum í einar 100 dagar, skilji eg ær og lomb sundur í einar fjúrtan dagar ella so. Síðan koyri eg tey saman aftur, og tá hava ærn­ar mist mjólkina – og lombini eru givin at súgva. Hann sigur, at hóast lombini tá bara fáa gras at eta, stendur ikki á at fáa tey góð til slaktið um heystið, samstundis sum ærnar tá eisini eru væl fyri og spikafeitar, sum hann tekur til. – Eg haldi, at lombini gerast minst líka so góð um heystarnar, hóast tey ikki súgva ærnar alt summarið og út á heystið. Óli vísir á, at hann hevði eitt veðurlamb í fjør heyst, sum soleiðis vigaði heili 40 pund – og gimburlambið vigaði 33 pund. – Undan hinari ærini vigaðu lombini ávikavist 33 og 34 pund, sigur hann. Betri kjøt Hugskotið um ikki at lata lombini súgva ærnar alt summarið, hevur Óli frá Helga í Brekkunum. – Helgi hevur talað fyri hesum og hevur eisini víst á, at kjøtið verður betri, um lombini ikki súgva ærnar ov leingi. Óli sigur, at Helgi í Brekkunum í sínum kann­ ingum heldur seg vera komnan fram til, at kjøtið úr lombum, sum ikki súgva ov leingi, men heldur liva av grasi um summarið og heystið, ber glarfiti og minni tálgafiti. – Hetta er nakað, sum eg eisini eri farin at hyggja at við mínum seyði, og eg haldi meg í hvussu er kunna siga, at kjøtið verður ikki verri, hóast lombini verða tikin frá ærnum um summarið. Í aðrar mátar, heldur Óli Simonsen, at tað er nógv betri fyri ærnar, um tær ikki skulu »hanga« ov leingi upp á lombini. – Vanliga ganga lombini hjá ærnum heilt út til slaktið um heystarnar, og tað er ikki neyðugt, sigur pensjóneraði lærarin. Jóan Magnus Rasmussen, bygdar­ ráðslimur í Leirvík, sigur, at viðgerðina á løgtingi í morgum í stóran mun snúði seg um, at løgtingið »turkar« sínar hendur upp á bygdarráðið í Leirvík Vegaføring Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Undir viðgerðini av málinum um vegaføringina í Leirvík, sum løgtingið fór undir í morgun, vóru trý umboð úr Leirvíkar bygdarráði og lurtaðu. Umboðini vóru borgar­ stjórin, Fríðgerð Heinesen, Jóan Magnus Rasmussen og Jóhan Kristiansen. Tey bæði fyrrnevndu eru partur av nýggja minni­ lutanum í bygdarráðnum, meðan síðst nevndi er partur av nýggja meirilutanum. Politiskt trýst Leirvíkar bygdarráð var annars samt um at mæla landsstýrinum til eina loysn við lokarennu, men eftir politiskum trýsti, hevur bygdarráðið aftur býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta. Fýra av limunum í bygdarráðnum mæla nú við Dánjali Andreassen á odda til, at vegaføringin verður loyst við vegi har niðri í bygdini í Leirvík, meðan trý í bygdarráðnum halda fast um loysnina við lokarennu. Øll í bygdarráðnum eru tó samd um, at besta loysnin fyri Leirvíkina er ein vegaføring við lokarennu, men líkt er ikki til, at politiski myndugleikin í Føroyum vil ganga leirvíkingum á møti í hesum. Tí hevur bygdarráðið aftur býtt seg í ein tepran meiri­luta og ein stóran minniluta. Ringasta loysnin Jóan Magnus Rasmuss­ en, sum er ein av bygd­ ar­ráðslimunum í minni­ lutanum, sigur, at viðgerðin á løgtingi í morgum í stóran mun snúði seg um, at løgtingið »turkar« sínar hendur upp á bygdarráðið. – Øll í bygdarráðnum eru samd um vegaføring við lokarennu, men tá ið ikki er líkt til, at vit fáa hesa loysnina, mæla fýra í bygdarráðnum til vegaføring har niðri í bygdini. Jóan Magnus sigur, at tá ið lokarennan ikki vinnur frama, heldur hann avgjørt, at vegurin omanfyri bygdina og niðanfyri bygdarhúsið er frægasta loysnin. – Eg haldi, at ringasta loysnin, ið leirvíkingar kunnu fáa, er ein vegur har niðri í bygdini. Tá hugsi eg í fyrsta lagi um bygdina sum heild – og í øðrum lagi um vinnuna fram við sjóvarmálanum. Undrunarvert Jóan Magnus heldur tað vera undrunarvert, at løgtingið nú knappliga hongur seg so fast í, hvat nýggi meirilutin í bygdarráðnum mælir til, tá ið myndugleikarnir ikki vildu lurta eftir og taka til eftirtektar tað, sum eitt samt bygdarráð stóð aftanfyri. – Nú siga tey, at leirvík­ing­ ar hava valt, men tað er als ikki soleiðis, at hetta gongur saman. Myndugleikarnir hava tvingað bygdarráðið, sum annars stóð samt um vegaloysnina við lokarennu, aftur í eina tvístøðu, har bygdarráðið hevur býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta. Løgtingið avger Spurdur, hvat væntar, nú løgtingið er farið undir at viðgera uppskotið hjá Bjarna Djurholm um vegaloysn har niðri í bygdini, sigur Jóan Magnus: – Nei, tað dugi eg slett ikki at siga, men tað verður so tann loysnin, sum løgtingið kemur til, sigur Jóan Magnus Rasmussen. Málið um vegaføringina í Leirvík fer væntandi í vinnunevndina eftir fyrstu viðgerð á løgtingi. Vegaføringin í Leirvík: Bygdarráðslimir fylgja viðgerðini í løgtinginum - Eg haldi, at ringasta loysnin, ið leirvíkingar kunnu fáa, er ein vegur har niðri í bygdini. Tá hugsi eg í fyrsta lagi um bygdina sum heild – og í øðrum lagi um vinnuna fram við sjóvarmálanum, sigur Jóan Magnus Rasmussen