fríggjadagur 21. apríl 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 77 - 21. apríl 2006
Sum liður í
hátíðarhaldinum
tá Norðoyatunnilin
letur upp, verður
tað ókeypis at koyra
ígjøgnum báðar
undirsjóvartunlarnar
frá 29. apríl til 7. mei.
Hátíðarhald
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Ókeypis koyring gjøgnum
bæði Norðoya- og Vágatunn
ilin í eina viku. Soleiðis hevur
nevndin fyri Norðoyatunnilin
valt at markera eina sera
væl eydnaða verkætlan, tá
Norðoyatunnilin letur upp
síðst í hesum mánaðinum,
segði Bergur í Garði, nevnd
arforðmaður á tíðindafundi
í gjár.
Fólksligt íkast
Bergur í Garði vísti á, at í eini
so stórari og kostnaðarmiklari
verkætlanin sum hesi, slepst
ikki undan, at trupulleikar
stinga seg upp á vegnum.
– At arbeiðið kortini hevur
gingið so fyrimyndarliga
væl kemst av óvanliga góða
viljanum hjá øllum pørtum,
segði hann og legði afturat,
at tað eisini hevði verið
sera hugaligt at uppliva
stóra áhugan hjá fólki fyri
arbeiðinum við tunlinum. Tí
hevur nevndin ynskt, at teirra
íkast til hátíðarhaldið skuldi
vera av einum fólksligum
slag og koma so nógvum,
sum til ber, til góðar.
Sostatt verðu tað ókeypis
at koyra gjøgnum tunnilin
fyrstu vikuna, umframt at
avtala er gjørd við nevndina
fyri Vágatunnilin um, at
koyringin eisini har verður
ókeypis frá á midnátt kvøldið
fyri og eina viku fram.
Symbolsk skrúðgonga
Umframt stóru tunnilsrenn
ingina, sum verður nú
sunnudagin, byrjar skráin
fyri hátiðarhaldið annars so
smátt 27. apríl við ymsum
tiltøkum runt um í býnum.
Sjálvur hátíðardagurin byrjar
á ferjuleguni, tá Dúgvan
leggur at á Klaksvík fyri
seinastu ferð kl 13. Tikið
verður ímóti við tónleiki,
har Klaksvíkar Hornorkestur
fer at spæla tunnilsmarchin
Blast, ið er serliga gjørdur
til hátíðarhaldið. Eisini fara
Jacob Vestergaard, lands
stýrismaður og Kristian
Davidsen, stjóri á Strand
ferðsluni at halda røðu.
Tá Klaksvíkin soleið
is hevur sagt farvæl við
farleiðina um Leirvíks
fjørð, leggur ein symbolsk
skrúðgonga við bilafylgi
leiðina niðan til tunnis
munnan. Út á seinnapartin
verða farna og komandi
tíðin umframt økini bundin
saman, tá bilafylgið heldur
fram við løgmanni á odda í
gjøgnum tunnilin og niðan
til bygdarhúsið í Leirvík,
har leirvíkingar eisini gera
okkurt serstakt burtúr deg
num.
Hesa løtuna, frá tí Dúgvan
leggur at fyri seinastu ferð
til tunnilin letur upp fyri
almennari ferðslu kl 16.30,
verður onki samband til
Klaksvíkar. Dúgvan og
Ternan hava tá lagt seg á
Borðoyavík fyri á tann hátt
at verða partur av stóra
hátíðarhaldinum
kring
tunnilsmunnan og Klingru
garð. Umframt røður,
tónleik og kórsang verður
eisini boðið til kaffiborð
og ein bita av ovurstóru
tunnilskøkuni. Tá hesin
parturin av hátíðarhaldinum
er av, koyra bussar frá
Klingrugarði til Leirvíkar
við fólki, sum vilja fara eftir
bilum á ferjuleguni.
Út á kvøldið verður
hildið á við millum annað
at handlarnir í býnum hava
opið til langt út á kvøldið,
ókeypis tunnilsdansi í KÍ
høllini, midnáttar ljósshowi
og fýrverki.
Stórur áhugi
Á tíðindafundinum í gjár
fegnaðust fyrireikararnir
um góða samstarvið, sum
hevur merkt arbeiðið við at
skipa hetta hátíðarhaldið,
sum kanska er eitt tað
størsta í Føroyum nakrantíð.
Alt bendir eisini á, at
áhugin millum fólk er sera
stórur. Eitt nú hava út við
3000 fólk teknað seg til
tunnilsrenningina, og væl yvir
1000 kubbar eru longu seldir.
Eisini vita tey á Norðoya
Kunningarstovu at siga, at
nógv fólk hava bílagt sær
summarhús í Norðoyggjum
hátíðarvikuskiftið, umframt
at Campingfelagið hevur
bílagt sær pláss til einar 40
campingvognar á Tjaldingar
plássinum úti í Grøv.
Ókeypis koyring
í eina viku
Umboð fyri fyrireikarnar av hátíðarhaldinum: Kristian Olsen, Kunningarstovan, Guttorm
Sørensen, Treystið, Dávur Winther og Steintór Rasmussen, samskiparar, Bergur í Garði og Dávur
Reinert Hansen, Norðoyatunnilin, og Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri
Dagfesting
Frá kl.
Til kl.
Heiti
Staðseting
27/04/06
19:00
23:00
Musik café
Tilhaldið Sóljan,
Klaksvíksvegur 35
28/04/06
16:00
23:00
Fornminni runt Borðoyarvík
Leikalund
19:00
Bambi 2
Atlantis
29/04/06
7:15
13:00
Dúgvan og Ternan flyta fólk um
fjørðin
ferjulegan - í Klaksvík
9:30
10:00
Livandi tónleikur
við ferjuleguna
10:00
13:00
"Farvæl Dúgvan" - tiltak í
bygninginum hjá Farmaleiðum
við ferjuleguna
10:00
14:00
Hondlesing í Leikalund
Leikalund
10:00
12:00
Úrval úr savni hjá Norðoya Listafelag
Skúlin við Ósánna
10:00
13:00
Framsýningin Klaksvíkar Sjúkrahús
Klaksvíkar Sjúkrahús
10:00
2:00
Fornminni runt Borðoyarvík
Leikalund
10:00
14:00
Dáin - opið hús umlættingarheimið
Dáin Mýruvegur 11
11.00
12:30
Hugnaløta í Býráðshøllini
Pætur
og Tóra við Keldu og
17 Sangarar
framføra tónleik
Býráðshøllini
13.00
Dúgvan kemur seinasta túrin av
Lorvík - Røður verða hildnar Kristian
Davidsen, strandferðslustjóri og
Landstýrismaðurin Jacob
Vertergaard
ferjulegan - í Klaksvík
13.45
14:15
Skrúðgonga frá ferjuleguni og niðan
til Tunnilsmunnan
ferjulegan - Tunnilin
14:15
15:30
Tunnils-hátíðarhald
Tunnilsmunnin
15:45
17:00
Stórt kaffiborð í Klingrugarði
Klingrugarður
15:30
17:00
Tunnilskakan, kaffi og undirhald
Klingrugarðurin
16:30
Tunnilin opin
16:00
20:00
Norðoya Motorsavn letur upp
Gamla skúla í Norðdepli
16:00
18:00
opið hús umlættingarheimið Dáin
Dáin Mýruvegur 11
16:00
22:00
Søluframsýning Vardur verkstaður
Nólsoyar Páls gøta 9
16:00
Hondlesing í Leikalund
Leikalund
16:30
23:00
Úrval úr savni hjá Norðoya Listafelag
Skúlin við Ósánna
17:00
19:00
Magna Auðunsson - Listaframsýning
Kunningarstovan
17:00
21:00
Opið hús í Betesda
Betesda
17:00
Barnasjónleikur - Hvør vann í dag
Atlantis
17:00
23:00
Spinnaríið hjá Monu hevur opið hús
Klaksvíksvegur 54
17:00
2:00
Opið út á kvøldið
Handlarnir í Klaksvíkar
Handilsfelag
17:00
21:00
Opið hús í Betesda
Betesda
18:00
20:00
Víkingatiltak fyri børn
Miðbýnum, við kirkjuna
19:00
Bambi 2
Atlantis
19:00
20:30
Tunnils svimjing
Klakksvíkar Svimjihøll
19:00
23:00
Framsýning á bókasavninum -
Farleiðin um Lorvíksfjørð
Klaksvíkar Bókasavn
20:00
23:00
Hugnakvøld í Leikalund við Hanus G.
Johansen, Hans Hjalta Skaale og fl.
Leikalund
20:00
21:00
The Dreams spæla
Virkishúsið
21:00
Inside man
Atlantis
22:00
1:00
KFUM & K opið hús
Tónleikur og
drekkamunnur
Lovsongsløta Betesda
Betesda
23:00
3:00
Føroyskur Dansur í Skálanum
Skálin
23:30
24.00
Miðnáttar ljóðshow
Miðbýnum - Akursmørk
24.00
Fýrverkið í miðbýnum
á Sandinum
24.00
4:00
Diskotek í BAROK
BAROK
24.15
4:00
Tunnilsdansur í Kí-Høllini -
Stórdansur
Klax: Karl Martin
Samuelsen, Eyðun Nolsøe, Mikkjal
Hvannastein, Magni Husgaard og
Høgni Klakkstein -
00.15 - 01.00 DIXI
01.00 - 01.45 Klax & Arnfríð
01.45 -
02.30 Klax & Karl Martin
02.03 -
03.00
Sámal Ravnsfjall 03.00 - 03.45
Klax & Anfinn
03.45 - 04.00 Finala
KÍ-Høllin
30/04/06
13:00
16:00
Framsýningin Klaksvíkar Sjúkrahús
Klaksvíkar Sjúkrahús
15:00
Fótbóltur B68 - KÍ
á Toftum
15:00
20:00
Spinnaríið hjá Monu hevur opið hús!
Klaksvíksvegur 54
15:00
20:00
Úrval úr savni hjá Norðoya Listafelag
Skúlin við Ósánna
15:00
23:00
Fornminni runt Borðoyarvík
Leikalund
17:00
Barnasjónleikur - Hvør vann í dag
Atlantis
19:00
Bambi 2
Atlantis
21:00
Inside man
Atlantis
21:00
21:50
Messias í Christianskirkjuni - SUÐ
syngur
Christianskirkjan