Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-21, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. apríl 2006síða 17

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 77 • fríggjadagur • 21. apríl 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo Telja til ellivu í Fuglafirði Omaná lítlu úrtøk­ una eru teir í ÍF plágaðir av nógvum skaðum, nú teir skulu spæla móti GÍ, sum aftur hevur liðformannin tøkan GÍ-ÍF Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Í Fuglafirði stendur einki til undan grannadystinum ímóti GÍ sunnudagin. ÍF hevur einki stig fingið í fýra teimum fyrstu roynd­unum, og nú eru fleiri spælarar skaddir. Í vikuni varð greitt, at Jonn Thomsen, sum fyrra partin av síðsta kapp­ingarári var stinnur mið­verji, men sum síðani hevur gingið skaddur, hevur slitið krossbandið. Honum høvdu teir annars vónað skjótt at fingið stuðul frá í Fuglafirði, men nú fara tað at verða fleiri mánaðir, áðrenn hann aftur verður førur fyri at spæla. Símun Eliasen hevur brotið armin, og Alexander Jovevic er vøddaskaddur. Hvørgin teirra verður við í Gøtu. Hóskvøldið koykti liðformaðurin Høgni Zaschariasen fótin illa. Tað verður tó vóna, at hann verður førur fyri at spæla. Arnhold Joen­ sen, Bartal Eliasen og Fritleif í Lambanum hava allir drigist við skaðar í hesi vikuni, men tað verð­ur vónað, at tað fer at bera til at pjøssa teir so mikið, at teir kunnu spæla. Miðvallarin Eyðun Ryggshamar var ikki við móti KÍ, tí hann var sjúkur. Hann vandi fyrstu ferð aftur hóskvøldið. Í Gøtu er fótbóltslagið ikki so galið. Gøtumenn iðra seg um, at teir í síðstu løtu mistu eitt stig á Eiði. Tað halda teir var óneyðugt. Á Eiði sat Sámal Joensen leik­ bannaður uttanfyri eftir reyða kortið, sum hann fekk Skírisdag, tá ið GÍ vann móti HB. Nú verður liðformaðurin við aftur, og harvið er alt GÍ fólkið tókt. Hagtølini siga, at GÍ er stórur favorittur. ÍF vann 3-0 í Gøtu í 1980. Síðani hava teir ikki fingið stig í Sarpugerði, har GÍ sein­ astu fjórðingsøldina hevur vunnið trettan ferðir. Størstu sigrarnir á ÍF hava verið 8-0 og 9-0. Síðani 1980 hevur málmunurin hjá GÍ verið 49-13 móti ÍF í Gøtu.. Mannfallið á Skála hevur verið stórt, og tí verður talan helst um lið í nógv broyttari uppstilling, sum tekur ímóti HB sunnudagin. HB hevur møguliga nýggjan útlendskan spælara við til dystin Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Skálafólk mundu ikki kenna seg heilt álvulig, tá dysturin á Svangaskarði fyri viku síðani var av. Stóra ivamálið var, um Pauli G. Hansen hevði fingið somikið álvarsligan skaða, at hann als ikki fór at verða tøkur aftur í ár. Somikið álvarsligt var tað tíbetur ikki, men á Skála ásanna tey, at mið­vallar­ motorurin í øllum førum ikki verður partur av liðnum sunnudagin, nú HB kemur á vitjan. Stórt mannfall Tað verður Alexandur Jo­han­ sen heldur ikki, eftir at hann fór út við vøddaskaða á Toftum, og tað sama gjørdi Borgar Danielsen, tá ung­ lingarnir hjá Skála spældu dyst mikukvøldið. Hartil hava hvørki Milic ella Pætur Dam Jacobsen vant í vikuni, men vónin er tó, at teir verða tøkir sunnu­ dagin kortini. Samanlagt tykist støðan soleiðis ikki vera tann allar besta á Skála, men tað nertir ikki við, at talan er um sera týdningarmiklan dyst, nú HB vitjar. Hvørki HB ella Skála hava fingið heilt so nógv burturúr fyrstu umførunum, sum liðini kundu ynskt sær, og skal oddurin fylgjast so nøkunlunda, er tí neyðugt við trimum stigum. Panic er kanska við Hjá HB tykist hinvegin standa heilt væl til. 4- 0 sigurin á NSÍ seinasta um­farið mundi geva eitt til­trongt sálar­ligt lyft, sum kann koma liðnum heilt væl við. Hartil er Janus M. Joensen nú aftur tøkur, eftir at hann var leikbannaður móti runa­ vík­ing­unum. Vikarur hjá hon­ um var blaðungi Poul Thom­ as Dam, sum enntá spældi seg beint á Formulaliðið her í blaðnum, men sum lið­ skipari man Janus tó vera ein spælari, sum kemur beina leið aftur millum teir fyrstu ellivu. Og hartil er møguleiki fyri, at HB hevur ein eyka trumf at seta á taktikk-talvuna. Serbiski Jovan Radinovic- Panic gjørdi herfyri fyribils sáttmála við HB, og í løtuni verður bara bíðað eftir, at seinastu pappírini eru í lagi. Sum skilst, so er ein lítil møguleiki fyri, at hetta verður greitt longu undan vikuskiftinum, og í øllum førum verður roknað við, at nýggi maðurin er í hópinum, tá grannauppgerðin móti B36 er á skránni komandi mikudag. Bæði hjá KÍ og VB/Sumba tykjast flestu mans vera til reiðar at dystast. Størsta ivamálið er KÍ-venjarin, Tony Paris, sum hevur ligið sjúkur í vikuni Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Í Klaksvík ásanna tey, at byrjanin upp á kappingina hevur verið so heilt hampu­ liga góð, og nú botnliðið, VB/Sumba, kemur á vitjan, rokna tey flestu helst við, at talan skal verða um tryggan heimasigur. Spælarar og venjarar ásanna tó greitt, at talan er um eina uppgávu, sum á ongan hátt skal undirmetast. Ikki minst, tí VB ofta hevur argað, tá hesin heimadysturin hevur verið á skránni. Hjá KÍ eru mest sum allir mans tøkir. Høgni Madsen fekk reytt kort í Fuglafirði, og hann verður tí ikki á liðnum, og roknað verður við, at Símun Joensen – sum tá gjørdist matchvinnari – kemur í hansara stað. Har­ til verður Ovi Nysted helst eisini á liðnum, eftir at hann sat uttan fyri við lítlum skaða í Fuglafirði. Annars hevur Heðin á Lakjuni framvegis nakað av stríði av knæskaðanum, sum hevur argað í vetur, meðan Kristoffur Jacobsen fekk onkran snudd í unglingadysti mikukvøldið, men roknað verður tó við, at teir eru báðir tøkir. Størsta ivamálið er í so máta Tony Paris. Venjarin, sum hevur fingið alla Klaksvík at trúgva upp á KÍ aftur, hevur verið sjúkur í vikuni, men vónin er tó, at hann stendur við síðulinjuna, um enn rópini kanska verða nakað spakmæltari, enn tey annars eru. B36-dysturin gav vón Hjá VB/Sumba eru allir mans tøkir, og einki er at ivast í, at liðið nú vil hava sær okkurt stigið á kontina. Higartil hevur spælið í alt ov lítlan mun livað upp til tað, sum roknast kann við í Formula-deildini, men sum skilst, so gav seinni hálv­leikur móti B36 eina trúgv uppá, at broytta og unga liðið spakuliga er um at koma á røttu kósina. So er spurningurin bara, hvørt hendan verður tann rætta, nú trupul útidystur stendur á skránni. Tony Paris er størsta ivamálið Skála stríðist við stórt mannfall HB hevur møguliga nýggjan útlendskan spælara við, meðan Skála hevur stórar trupulleikar av skaðum