Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-21, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. apríl 2006síða 18

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 [ Nr. 77 - 21. apríl 2006 ] Aftur eitt vet eftir hæli Føroyska landsliðið er sambært nýggja styrkislistanum nú á 137. plássinum og harvið framvegis niðanfyri eitt nú Malta og Andorra Fótbóltslandsliðið Jóannes Hansen Tað gongur støðugt skeiva vegin hjá fótbóltslandsliðnum. Í hvussu so er sambært styrkislistan hjá FIFA. Listin fyri apríl varð kunngjørdur mikudagin. Sambært honum eiga Føroyar 137. stinnasta fótbóltslandsliðið í heiminum. Plássinum eru Føroyar á saman við Maldivunum. Fyri einum mánað síðani vóru Føroyar á 135. plássinum. Stigatalið er svunnið frá 321 og niður á 317. Luksemborg og San Marino eru einastu europeisku fótbóltstjóðirnar, sum verða mettar at eiga lakari landslið enn Føroyar. Luksemborg er á 152. plássinum ella eitt lægri enn fyri mánað síðani. Stigatalið er trý lægri (250). San Marino er á 160. plássinum ella tvey lægri enn fyri mánað síðani. Stigatalið hjá San Marino er 232 ella trý lægri. Føroyar hava spælt tríggjar ferðir móti Malta, og Føroyar hava vunnið hvørja ferð. Á nýggja styrkislistanum er Malta tó væl hægri enn Føroyar. Malta verður roknað at eiga 123. stinnasta landsliðið í heiminum. Føroyar hava eina ferð spælt móti Andorra, og úrslitið var málleysur javnleikur. Á nýggja styrkislistanum er Andorra á 128. plássinum. Danmark besta norðurland Trý tey ovastu á listanum eru tey somu, sum tey hava verið. Tey eru Brasil, Kekkia og Holland. Nýtt á fjórða plássi er USA, sum neyvan nakrantíð áður hevur verið styrkismett so høgt í fótbólti. Danmark verður mett at eiga 11. stinnasta landsliðið í heiminum. Danmark er lopið trý pláss fram, og Danmark er hægst styrkismetta landið, sum ikki fer at luttaka í HM endaspælinum í summar. Frakland og Italia, sum Føroyar skulu spæla ímóti í EM undankappingini eru á ávikavíst 7. og 14. plássinum. Ukreina er nummar 41, Skotland nummar 62 og Georgia er á 101. plássi. Fyrsta royndin í EM undankappingini verður 16. august móti Georgia á heimavølli. 14. mai skulu Føroyar spæla vinardyst á útivølli móti Póllandi. Sambært FIFA styrkislistanum, sum varð kunngjørdur mikudagin, eigur Pólland 28. besta fótbóltslandsliðið í heiminum. Formula-deildin Dagur Dystur Dómari 22.04 B36-B68 Dagfinn Olsen 23.04 GÍ-ÍF Georg N. Rasmussen 23.04 NSÍ-EB/S Eiler Rasmussen 23.04 Skála-HB Lassin Isaksen 23.04 KÍ-VB/S Petur Reinert 1. deild menn 22.04 HB-KÍ Jón S. Gleðisheygg 22.04 AB-TB Rúni Gaardbo 22.04 FSV04-B71 Regin Egholm 22.04 SÍ-LÍF Ransin N. Djurhuus 22.04 Royn-VB/S Jens P. Brattalíð 2. deild 23.04 B36-MB Andrew Christiansen 23.04 GÍ-Fram Bárður Mortensen 23.04 B68-EB/S LÍF 23.04 ÍF-Skála Anton Skoradal 23.04 NSÍ-HB Vinjard Dam 1. deild kvinnur 23.04 B36-SÍ Fram 23.04 AB-EB/S Magnus í Króki 23.04 KÍ-HB Jan á Líðarenda 23.04 GÍ-NSÍ Jónleif Frederiksen Um tað við Løkin eydnast at koppa odda­liðnum, so kann tað verða so skjótt, at kreppututlið verður heilt burtur. Um tað ikki fer at eydnast, verður kreppan heilt eyðsýnd NSÍ-EB/STREYMUR Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Í kvøld skulu teir í EB/ Streymi venja í Streymnesi. Har er graslíkið av sama slagi, sum tað er í Runavík. EB/Streymur er einsamalt oddalið. Eftir fýra tey fyrstu umførini hava teir fult stiga­ tal. Lagið er gott, og fótbólts­ prátið norðarlaga í Eysturoy og Streymoy er uppaftur meiri, enn tað hevur verið tey seinastu árini. Hóast úrslitini hava verið betri enn hjá nøkrum øðrum higartil í ár, so verður tó ásannað, at spælið ikki hev­ur rokkið tí, sum tað var í nógv­ um av dystunum í fjør. – Móti HB í Gundadali gekk tað orduliga eftir vild. Í teimum trimum oyggja­ uppgerðunum, sum vit hava spælt á heimavølli móti B68, ÍF og GÍ hava vit fingið fulla úrtøku, men spælið hevur ikki verið nakað at reypa av, verður staðfest av Mølini, har teir siga seg vóna og rokna við, at spælið fer at batna. Teir hava í hvussu so er fólkið til tað. Allir spælararnir eru tøkir hesa ferð. Tað er kapping um fleiri av plássunum. Eitt nú um vinstra vongverjan, har Jóhan á Stongum tóktist vera fastur maður, men har venjarin síðstu ferðirnar hevur givið bæði John Hera Dam og Ólavi Poulsen møgu­ leikan. NSÍ skal fóta sær Í NSÍ kennist tað sjálvandi tyngjandi, at tað í fýra teim­um fyrstu umførunum hevur gingið av skriðuni. NSÍ hevur einki stig fingið. Málmunurin er ikki verri enn 6-8. Tað kemst av, at teir vunnu 5-2 í Vági. Eitt sindur av fundar­virk­ semi hevur verið í Runavík í vikuni. – Úrslitini siga, at vit hava ikki verið nóg ágrýtnir. Eingin einstakur er gjørdur til syndabukk. Vit taka ábyrgdina á okkum í felag, og vit ætla at arbeiða okkum burtur úr hesum í felag, verð­ ur sagt úr NSÍ. Um tað eydnast NSÍ at fáa fulla úrtøku móti EB/ Streymi, so verður munurin frá NSÍ og upp til toppin fimm stig. Um EB/Streymur fer at fáa øll stigini, so verður fjarstøðan hjá NSÍ til toppin ellivu stig. Tí kann ikki sigast annað enn, at talan er um lyklauppgerð fyri heimaliðið. Manningarliga kundu teir væl verið betri fyri í NSÍ. Helgi L. Petersen var ikki við móti HB. Hann hevur ikki vant í vikuni, og hann verður ikki við móti EB/ Streymi. Sjúrður Jacobsen var heldur ikki við móti HB. Hann hevur í vikuni vant fyri seg sjálvan. Óli Hansen hevur verið burturstaddur í vikuni. Á plusssíðuni er tað ógvuliga kærkomið, at mið­vallarin Jústinus R. Hansen, sum leingi hevur verið skaddur, er komin fyri seg aftur. Higartil hevur NSÍ verið í 4-5-1 uppstilling. Christian Høgni Jacobsen hevur runnið nógv, men fyritreytirnar hava ikki verið góðar hjá honum á toppinum, har hann hevur verið einsamallur. Tá ið tað ikki hevur eydnast at flyta síðuspælararnar fram í borðini, áðrenn NSÍ hevur fingið tak á frammarlaga á vøllinum ella hevur spælt av við bóltin, er tað ikki langt burtur at ímynda sær, at teir umhugsa at broyta aftur til 4-4-2 uppstillingina, sum teir kenna frá undanfarnu árum. Formula-deildin v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 EB/S 4 4 - 0 - 0 9 4 5 12 2 B36 4 3 - 1 - 0 7 3 4 10 3 KÍ 4 2 - 2 - 0 7 5 2 8 4 GÍ 4 2 - 1 - 1 8 5 3 7 5 HB 4 2 - 0 - 2 13 7 6 6 6 B68 4 1 - 2 - 1 4 4 0 5 7 Skála 4 1 - 1 - 2 7 4 3 4 8 NSÍ 4 1 - 1 - 2 6 8 -2 4 9 ÍF 4 0 - 0 - 4 4 13 -9 0 10 VB/S 4 0 - 0 - 4 3 15 -12 0 1. deild menn v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 AB 4 3 - 1 - 0 10 2 8 10 2 LÍF 4 3 - 1 - 0 7 1 6 10 3 B71 4 3 - 0 - 1 15 4 11 9 4 SÍ 4 3 - 0 - 1 16 6 10 9 5 FSV04 4 3 - 0 - 1 12 3 9 9 6 TB 4 2 - 0 - 2 7 10 -3 6 7 HB 4 1 - 0 - 3 11 10 1 3 8 KÍ 4 1 - 0 - 3 9 16 -7 3 9 Royn 4 0 - 0 - 4 1 17 -16 0 10 VB/S 4 0 - 0 - 4 1 20 -19 0 1. deild kvinnur v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 KÍ 2 2 - 0 - 0 19 3 16 6 2 EB/S 2 2 - 0 - 0 4 2 2 6 3 B36 2 1 - 0 - 1 5 2 3 3 4 GÍ 2 1 - 0 - 1 11 9 2 3 5 AB 1 1 - 0 - 0 3 2 1 3 6 HB 2 0 - 0 - 2 2 7 -5 0 7 SÍ 2 0 - 0 - 2 3 10 -7 0 8 NSÍ 1 0 - 0 - 1 0 12 -12 0 Nú hevur NSÍ møguleikan