Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-21, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. apríl 2006síða 19

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 [ Nr. 77 - 21. apríl 2006 ] AaB helt tætt Annan dystin á rað helt verjan hjá AaB tætt, tá ið liðið spældi fyrru hálvfinaluna í donsku steypakappingini ímóti Randers FC í gjárkvøldið. Og annan dystin á rað var tað uttan føroyska landsliðsspælaran Jón Róa Jacobsen. Hann var á beinkinum og kom ikki inn fyrr enn ímóti endanum av dystinum. Súni Olsen var ikki við í hópinum. AaB fekk 0-0 við sær úr Randers, og nú kunnu teir spæla seg í finaluna í donsku steypakappingini við einum sigri á heimavølli í seinnu hálvfinaluni, sum verður spæld næsta hóskvøld. Ingi er klárur fyri B36 Miðvallarin, sum hevur havt sáttmála við tvey feløg í Premier League, er nú klárur at spæla barndómsfelagið aftur B36-B68 Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Síðani Ingi Højsted fyri nøkrum vikum síðani varð loystur frá sínum sáttmála í Birminham City, hevur hann leitað eftir nýggjum felag. Reglurnar í fótbóltseuropa er tó soleiðis, at í løtuni kunnu spælarar ikki skifta til nýggj feløg sum yrkisspælarar. Hetta verður ikki gjørligt aftur fyrr enn í summar. Tí hevur Ingi Højsted gjørt av at koma heim av fáa dystarvenjing, og tað kann hann fáa í B36, har hann var stuðulsspælari í fjør. Spæliloyvið hjá Inga er nú í B36, og hann kann spæla við ímóti B68 í morgin. Hjá B68 kann saknurin av Arnbirni Danielsen fara at kennast svárur í morgin. Stýrimaðurin í verjuni hevur skaða í rygginum og kann ikki spæla. Arnbjørn var ikki við ímóti Skála seinast, og hann hevur ikki vant síðani heldur. Magnus Jakobsen, sum er nýggjur í B68, fær helst møguleikan í verjuni. Julian Johnsson er nú farin at venja við bólti aftur, eftir at hann hevur havt drúgvan knæskaða. Tað ganga tó nakrar vikur, áðrenn hann kann spæla dyst, og hann verður ikki við ímóti gamla felagi sínum í morgin. Í HB duga tey illa at skilja, hví B36 brádliga skal fáa ein dag meira at hvíla seg í undan grannauppgerðini mikukvøldið Fótbóltur Jákup Mørk Sum vit skrivaðu í blaðnum í gjár, so hevur FSF játtað, at B36 og B68 spæla lands­ kappingardystin sínamill­ um núi leygardagin heldur enn sunnu­dagin, soleiðis sum tað annars skuldi spæl­ast sambært kappingar­ skipanini. Verða ikki líkastillað Orsøkin til flytingina er, at tey í B36 helst vilja hava so góða tíð sum gjørligt til hvíld, nú teir bæði skulu spæla móti HB og síðani móti íslendska FH í Atlantic Cup dystinum. Ein orsøk, sum tey í HB sum so væl duga at skilja, men tað skerst ikki burtur, at flytingin hevur fingið tey at hveppast nakað við. Hallur Danielsen, sum í drúgt áramál spældi á besta liðnum hjá HB, og sum nú er í leiklutinum sum nevndarformaður hjá P/F Havnar Fótbóltur, heldur tað í øllum førum vera merkisvert, at tað nú brádliga skal vera neyðugt at flyta dystin. – Bæði eg og tey, sum fáast við fótbólt, duga væl at skilja, at tað er strævið hjá B36, tá liðið skal spæla tríggjar dystir innan sjey dagar. Og í tann mun hava vit einki ímóti flytingini. Men vita halda tað vera merkisvert, at dysturin hjá B36 skal verða fluttur, uttan at tann hjá okkum eisini verður tað. Mikudagin er tað okkara lið, sum skal spæla móti HB, og tá koma vit bara at hava tríggjar dagar at fyrireika okkum, meðan B36 fær fýra, og tað haldi eg setur okkum í eina ófavorabla støðu, heldur Hallur. Og hann vísir í hesum sambandi eisini á, at hetta er ein støða, sum ikki skuldi verið neyðugt at tackla somikið stutt undan dystun­ um. – Feløgini hava jú havt dystarskránna til ummælis í drúgva tíð, áðrenn hendan verður endaliga samtykt. Var tað so, at B36 ynskti at flyta dyst til leygardag, so vildi tað eisini verið náttúrligt, at okkara dystur varð fluttur. Nú støðan er, sum hon er, so hava vit sjálvandi eisini spurt okkum fyri á Skála, men tey eru lítið hugað í eini flyting, og tað er eisini væl skiljandi. Ikki minst tí tað kostar nógv í mistum inntøkum, um spælt verður leygardag. Eiga at hugsa longur Hallur sigur annars, at tey í HB ikki ætla sær at gera meira við málið hesaferð. Men hann heldur, hetta er eitt tekin um, at føroyskur fótbóltur enn ikki er komin nóg langt, tá hugsað verður um arbeiðið uttan fyri vøllin. – Tað eigur ikki at vera neyðugt at koma í slíkar støður fáar dagar undan einum dysti. Tú skalt eisini hugsa um, at slíkar flytingar eisini ávirka fleiri aðrar lutir. Útvarpið hevði helst lagt sær ætlanir um at vera í Gundadali, og hjá okkum er ein dystur í næst bestu deildini eisini fluttur, tí Formula-fótbóltur brádliga er á skránni. Eg haldi bara, at hetta eru viðurskifti, sum áttu at verði greidd fyri langari tíð síðani, sigur Hallur, sum tó samstundis nýtir høvið at ynskja B36 góða eydnu í dystinum móti íslendsku meistarunum. Tølini tala Saman við Atlantic Airways lutar Sosialurin í ár ikki færri enn 13 flogferðaseðlar á rutunetinum hjá Atlantic.Ein vinnari verður hvørt umfarið í Formula-deildini Møguleikarnir fyri flogferðum úr Føroyum hava ongan tíð verið so stórir,sum teir verða tað í ár. Við fimm flogførum í støðugari flúgving eigur Atlantic Airways sín stóra lut í øktu valmøguleikunum,og nú kanst tú saman við Sosialinum og Atlantic verða partur í nøkrum av mongu fráferðunum. Eftir hvørt umfarið í Formula-deildini verður ein mynd at síggja her í blaðnum,har vit hava »sletta« bóltin úr myndini.Uppgávan hjá lesaranum er so at gita,hvar hesin bólturin eigur at vera. Við at senda SMS-boð á 1441 ber til hjá lesarunum at vera við í kappingini,har Atlantic Airways hevur eina flogferð tøka eftir annaðhvørt av teimum 27 umførunum í Formula-deildini. Heldur tú,at bólturin er í teigi 1,skal teksturin í SMS-boðnum vera »hvar 1«.Soleiðis skal hvørt boðið bara innihalda orðið »hvar« og so nummarið á teiginum,har tú heldur bólturin eigur at vera. Kostnaðurin fyri at senda boðini er 5 krónur umframt vanligan SMS-takst. 1 2 3 4 5 6 7 8 9 FINNIÐ BÓLTIN Hvar er bólturin? Hvar heldur tú,at bólturin er? Við at senda eini SMS-boð til 1441 kanst tú vera við í lutakastinum um eina ferð á rutunetinum hjá Atlantic Airways. Skrivað hvar og so nummarið á teiginum,har tú heldur bóltin vera. Dómararnir skulu renna Meðan rennifelagið í Havn skipar fyri flaggdagsrenning, hava føroyskir fótbóltsdómarar eisini nakað av renning á skránni. Flaggdagin verður nevnliga skipað fyri samling, har rennitest er fyrsta punktið á skránni. Eftir testina verður fundur við dómararnar, har hesir koma at gjøgnumganga ymisk viðurskifti, sum hava við fótbóltsdøming at gera. Klossut dystarflyting