fríggjadagur 21. apríl 2006síða 20
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 77 - 21. apríl 2006
Um stutta tíð fer
Atlantic Petroleum at
gera størstu
kapitalhækkingina í
søgu felagsins.
Hvussu stór
hækkingin verður,
ber ikki til at siga enn
KAPITALHÆKKING
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Høvuðsorsøkin til at At-
lantic
Petroleum
skal
fremja eina stóra kapital-
hækking er tann, at Ettrick-
verkætlanin, sum Atlantic
Petroleum er partur av, nú
av álvara er farin í gongd,
og í hesum sambandi skal
føroyska felagið brúka fitt
av peningi. Samlaða verk-
ætlanin er upp á umleið
hálvatriðju milliard, og
parturin hjá Atlantic Petrol-
eum er 8,3 prosent. Tað
svarar til eina upphædd upp
á umleið 200 milliónir
krónur.
Søgulig hending
Á tíðindafundi í Føroya
Sparikassa
fríggjamorg-
unin greiddu Wilhelm Pet-
ersen, stjóri í Atlantic Petr-
oleum og Finn Danberg,
fíggjarleiðari
í
Føroya
Sparikassi, frá tilgongdini
við at hækka kapitalin.
Atlantic Petroleum og
Føroya Sparikassi hava í
drúgva tíð arbeitt við hækk-
ingini, sum er ein søgulig
hending. Talan er nevnliga
um fyrstu ferð, at eitt før-
oyskt felag, ið er skrásett á
virðisbrævamarknaðinum,
ger eina kapitalhækking.
Somuleiðis er talan um
fyrstu ferð, at ein føroyskur
fíggjarstovnur skal gera eitt
prospekt fyri eitt felag, ið
er skrásett á virðisbrævam-
arknaðinum, og tað er Før-
oya Sparikassi sera fegin
um. Føroya Sparikassi skal
standa fyri og veita trygd
fyri kapitalhækkingini hjá
Atlantic Petroleum.
- Vit eru sera fegin um
loysa hesa sera týðandi
uppgávu fyri Atlantic Petr-
oleum. Tað er serstakliga
spennandi at verða teir
fyrstu, og á henda hátt fáa
vit víst okkara styrki, sigur
Finn Danberg, fíggjarleið-
ari í Føroya Sparikassa.
Virðisbrævamarkn-
aðurin setir treytir
Av tí at Atlantic Petroleum
er skrásett á Virðisbræva-
marknaði Føroya á ICEX,
eru tað ávisar treytir, ið
skulu fylgjast í sambandi
við eitt nú kapitalhækking.
Millum annað skuldi
ICEX hava fráboðan um
kapitalhækkingina, áðrenn
fjølmiðlarnir og almenn-
ingurin blivu kunnaðir um
hana. Av somu orsøk var
tíðindafundurin í morgun
ikki fráboðaður fyrr enn í
nátt, og fundurin byrjaði
ikki fyrr enn klokkan var
10.15, tí tá var Virðis-
brævamarknaðurin
latin
upp, og fráboðanin lá á
heimasíðuni hjá ICEX.
Trý-siffrað
milliónaupphædd
Tað er lítið at ivast í, at tal-
an verður um eina trý-siffr-
aða milliónaupphædd, sum
kapitalurin hjá Atlantic Pet-
roleum verður hækkaður
við.
Wilhelm Petersen greiddi
á tíðindafundinum í morg-
un frá, at hækkingin verður
munandi størri enn tann
størsta, sum felagið áður
hevur gjørt, og tann hækk-
ingin var umleið 70 milli-
ónir krónur.
Samstundis var eisini
greitt frá, at kapitalhækk-
ingin skal verða við til at
fíggja tær 200 milliónirnar,
sum skulu nýtast í sam-
bandi við Ettrick-verkætl-
anina, og eisini til at fíggja
nýggj keyp hjá Atlantic
Petroleum. Havandi hetta í
huga er lítið at ivast í, at
talan verður um eina rættu-
liga stóra kapitalhækking.
Men tann nágreiniliga
upphæddin verður tó ikki
almannakunngjørd,
fyrr
enn endaliga prospektið
verður liðugt. Nær hetta
verður, er ikki heilt greitt
enn, men sagt verður, at
ætlanin er at fremja kapital-
hækkingina í øðrum árs-
fjórðingi í ár, og tað merkir,
at hon skal verða gjørd inn-
an 1. juli.
Føroya Sparikassi og At-
lantic Petroleum eru tó við
at verða liðug við at gera
prospektið, men áðrenn tað
verður alment, skal pro-
spektið gjøgnum eina góð-
kenningartilgongd
hjá
ICEX.
Útlendskir keyparar
Spurningurin er so, um
vandi er fyri, at útlendingar
fara at liggja framvið, tá ið
kapitalhækkingin
verður
gjørd, og um felagið á
henda hátt er í vanda fyri at
fara á útlendskar hendur.
- Tað er ein ávísur áhugi
uttanlands fyri at gera íløg-
ur í Atlantic Petroleum,
men viðtøkur felagsins
siga, at verandi partaeigarar
hava framíhjárætt til at
keypa
partabrøv,
sigur
Wilhelm Petersen.
Fløgan hjá
Teiti kem-
ur 1. mai
Leingi hevur verið
bíðað í spenningi
eftir nýggju fløgu-
ni hjá navnfram-
asta føroyska tón-
leikaranum uttan-
lands, Teiti Lassen,
og mánadagin 1.
mai kemur Stay
Under the Stars á
marknaðin
FLØGUÚTGÁVA
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tað eru trý ár síðani, at
fyrsta solofløgan hjá
Teiti, Poetry &
Aeroplanes, kom út, og
tá var tað heimskenda
útgávufelagið
Universal Records í
USA, sum stóð fyri
útgávuni. Hesaferð
hevur Teitur saman við
umboðsmannni sínum
sett á stovn sítt egna
felag, ið hann rópar
Arlo and Betty
Recordings, sum hevur
til endamáls at selja
fløgurnar hjá Teiti til
útgávufeløg kring allan
heim. Felagið hjá Teiti
hevur fingið sítt navn
eftir teimum báðum
sjáldsomu og høgt
elskaðu Gibson-
gittarunum, sum Teitur
altíð hevur við sær
kring heimin.
Nógvar konsertir á
skránni
Nýggja fløgan, Stay
Under the Stars, er
tikin upp í Kensaltown
upptøkuhølunum í
London, og tað er sviin
Martin Terefe, ið hevur
ljóðblandað. Martin
Terefe hevur áður
ljóðblandað fløgur hjá
til dømis heimskenda
norska bólkinum A-
Ha.
Hóast fløgan ikki
kemur á marknaðin
fyrr enn um eina góða
viku, so leggur Teitur
longu til brots við
konsertferðini hjá sær
hetta vikuskiftið.
Leygarkvøldið
verður hann at hoyra í
Fredericia, og
sunnudagin og
mánadagin skal Teitur
spæla í Týsklandi, í
ávíkavíst Berlin og
München. Seinni í
summar fer Teitur
eisini at spæla í eitt nú
Fraklandi, Svøríki,
Spania og Føroyum.
Higartil einasta
konsertin hjá Teiti í
Føroyum í summar er
tann, sum hann skal
hava á G! Festivalinum
tann 22. juli.
Atlantic Petroleum
hækkar kapitalin
Finn Danberg, fíggjarleiðari í Føroya Sparikassa, Wilhelm Petersen, stjóri í Atlantic Petroleum og Per Højgaard, samskiftisfólk hjá Føroya Sparikassa greiddu á
tíðindafundi fríggjamorgunin frá ætlanunum um at hækka kapitalin í Atlantic Petroleum.
Mynd: Jens Kr. Vang