fríggjadagur 21. apríl 2006síða 21
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 77 • fríggjadagur • 21. apríl 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo
Kim Hansen verður
eitt av føroysku
høvuðsnøvnunum á
Summar Festivalinum,
tá risastóra tónleika
tiltakið verður hildið í
Klaksvík á triðja sinni
FESTIVAL SUMMARIÐ
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Í dag varð enn eitt stórt tón
leikanavn avdúkað á Summar
Festivalinum. Frammanundan er
greitt, at tey trý útlendsku nøvnini
Shu-bi-dua, The Rasmus og Roger
Hodgson spæla, men hóast dagsins
navn er føroyskt, er hetta heldur
ikki hvør sum helst. Ársins sangari
2005, Prix Føroyar finalistur í
2005, Prix Føroyar vinnari í 1995
og 1999, ársins klaverleikari 2004,
og millum manna best umtókti
sangari í Føroyum. Við øðrum
orðum Kim Hansen.
Mest selda fløga í 2005
Kim Hansen hevur seinastu
fimtan árini gjørt vart við seg
sum sangari í og klaverleikari
í bólkum sum Jóannes og Co.,
Kim og Co., Moirae, Taxi,
Rekini og Showmonnum, úrslitið
av hesum kom út á tví-fløgu í
fjør, undir heitinum Kim Hansen
– Alt.
Fløgan gjørdist sera væl
umtókt, og var mest selda fløga
í Føroyum í fjør. Á Summar
Festivalinum í ár verður møgu
leiki, at hoyra nøkur av hesum
løgum og onnur nýggjari Kim
løg, tá Kim Hansen endiliga fer
á palli undir egnum navni og við
egnum bólki. Hetta er sostatt
hvørki Showmenn, Taxi ella Co.
men bara Kim.
Ikki Showmenn
Kim leggur dent á, at tá Kim
Hansen fer á pallin á Summar
Festivalinum, verður talan um
nakað heilt annað enn Show
menn. “Showmenn er ein undir
haldsbólkur, ið spælir til dans, vit
eru kanska ein góður dansibólkur,
men vit eru ein dansibólkur”,
sigur hann. “Kim Hansen á
fløgu er fyrst og fremst egin
løg, og á konsertini á Summar
festivalinum spæla vit somuleiðis
bara mín tónleik, og hetta er ein
konsert og ikki ein dansur, tað er
størsti munurin”.
Kim hevur sjey tónleikarar
afturat sær í bólkinum, ið fer
á pallin í Klaksvík, og at her
verður m.a. talan um blásarar,
ið fara at gera ljóðmyndina enn
meira stórsligna. “Vit fara at
royna at gera konsertina eitt
sindur serliga og gera tí eitt
sindur eyka burturúr.”, greiður
hann frá, men vil ikki avdúkað
nakað konkret um hvat hetta
inniber.
Nýggj Kim fløga
Kim hevur í longri tíð arbeitt
við at skriva tónleik til fyrstu
fløgu sína við nýggjum tilfari.
Okkurt av hesum tilfari fer
somuleiðis at sleppa upp í part á
Summar Festivalinum. Spurdur
um tónleikastíl, sigur hann, at
hetta er ikki kontri og vestern.
Tónleikurin avspeglar Kim, har
hann er í løtuni. “Tað er eingin
meining í, at gera annað enn tað,
sum man stendur inni fyri. Tað
hevði verið eitt sindur býtt um eg
ljóðaði sum t.d. 200, tí tað er ikki
tað, sum eg geri.”, sigur hann.
Eg geri heldur ikki tann sama
tónleikin, sum eg gjørdi fyri
nøkrum árum síðan, man broytist
jú við tíðini, og tað er eingin
meining í at berjast ímóti tí.
Kim sigur, at enn er eingin
endalig ætlan løgd fyri, nær
fløgan er liðug. Hann greiður frá,
at hann skrivar bert løg, og tí er
hann bundin av, at onnur skulu
skriva tekstir til tey, og tí hevur
hann ikki sjálvur fullkomiligu
stýringina av nær tilfarið er
liðugt.
Ger sær ómak við
spæliskránni
Í hesum døgum situr Kim og
roynir at gera spæliskránna
klára til konsertina, hóast nógvir
mánar eru til Summar Festivalin,
so eru fyrireikingarnar longu væl
ávegin. Skráin verður sjálvandi
merkt av teimum landaplágunum,
ið Kim hevði á fløguni “Alt”,
men verður kryddað við nýggj
um tilfari. Kim ætlar sær at
gera sær nógvan ómak, soleiðis
at skraín riggar best møguligt,
síðan skal hon venjast væl.
Ársins sangari
Kim Hansen vann planetina
sum besti føroyski sangari á
Planet Awards í ár, og hetta var
ikki uttan orsøk. Tí frá fyrstu
ferð Kim traðkaði á føroyska
tónleikapallin, hevur hann berg
tikið við síni góðu rødd, og tað
var passandi, at hann vann henda
heiður hetta árið, tá hann gav
sína fyrstu fløgu út.
Líka síðan Kim Hansen sang
Elton John og Billy Joel sangir
á eini Útvarpskonsert í 1992,
hevur hann trøllabundið føroyska
lurtaran við síni frálíku rødd,
m.a. meðan hann tolkar júst løg
hjá hesum báðum sangarum,
umframt øðrum úr somu
tónleikagrein. Løtan, tá Kim
Hansen tolkaði lagið Englands
Rose, ið Elton John skrivaði til
jarðarferðina hjá Dianu prinsessu,
og spældi tað í útvarpinum
kvøldið fyri, at Elton John
framførdi tað til jarðarferðina,
verður seint gloymd.
Men í Summar Festivalinum
traðkar hann endiliga úr skugg
anum hjá lániløgunum og
ymiskum bólkum og stendur á
heilt egnum beinum, sum bara
Kim.
Bara Kim á Summar Festivalinum
Líka síðan Kim Hansen sang Elton John og Billy Joel sangir á eini Útvarpskonsert í 1992, hevur hann trøllabundið føroyska lurtaran við síni
frálíku rødd