fríggjadagur 21. apríl 2006síða 22
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 77 - 21. apríl 2006
UMMÆLI
Lene Andersen, Baade Og, 1. del-
Mandag,
427 síður. Det Andersenske Forlag, 2005
Framtíðar bók um nútíðina
Baade Og, 1. del Mandag er
tann fyrsta bókin av í alt fimm,
ið Lene Andersen fer at geva
út. Sum flestar post-modernaðar
bøkur, hevur Baade Og ein
heldur serligan frásøguhátt.
Bókin hevur heili trý løg av
frásøgufólkum. Í fyrsta lagnum
hitta vit Pamfilia Severinsen,
ið hevur skrivað fororðini og
redigerað ta søgu, ið vit fara
at lesa. Í hesum lagnum eru vit
stødd í 2035, altso í framtíðini.
Her fortelur Pamfilia okkum,
hvussu hon ein dagin er so
heppin at vinna sær eina gamla
farteldu, ið stavar frá 2001. Hon
gerst enn meira bilsin, tá hon
finnur eitt handrit til eina bók
á hesi farteldu. Høvundurin
til hetta handrit eitur Jesper
Knallhatt og er sostatt okkara
næsta lag av frásøgufólki.
Pamfilia roynur sítt besta at
finna út av, hvør hesin Jesper
Knallhatt er ella var, men hann
er ongastaðni at hitta. Pamfilia
greiðir víðari frá, at handritið
er býtt upp í fimm partar
– mánadag til fríggjadag, har
hvør dagur (partur) snýr seg um
eitt ávíst evni. Pamfilia lýsir í
stuttum, hvat hvør dagur snýr seg
um og letur so lesaran byrja uppá
triðja lag av frásøgufólki - Søgan
sjálv.
Søgan gongur fyri seg á einum
heimi fyri sálarliga veik fólk,
har teir báðir høvuðspersónarnir,
Cornelius Magnussen og Tenna
Rasmussen, sita og práta.
Cornelius er ein fyrrverandi
sjónvarpsframleiðari, ið hevur
haft eitt sálarligt samanbrot fyri
nøkrum árum síðani og er tí
innlagdur. Tenna Rasmussen er
ein ung tíðindakvinna, ið hevur
sett sær fyri at kanna, hvat bleiv
av Cornelius Magnussen og
hevur sostatt fingið í lag eina
samrøðu við Cornelius. Men
samrøðan vísur seg at verða
alt annað enn ein stutt og feit
samrøða fyri eitt lívstílsmagasin.
Í staðin endar Tenna aftur
á skúlabonkinum, har hon
nærum verður tvangslærd um
tað modernaða vesturlendska
samfelagið. Og hetta er snøgt
sagt tað, sum fyrigongur
restina av bókini, burtursæð
frá einkultum hugleiðingum
frá Jesper Knallhatt ímillum
kapitlarnar.
Einsporað í longdini
Tað skal sigast beinanvegin,
at bókin ikki er tann stóra
fagurbókliga upplivingin. Sum
sagt, er søgan í roynd og veru
ein langur, áhaldandi dialogur
ímillum høvuðspersónarnir,
har Tenna setur spurningar, og
Cornelius svarar og hugleiður.
Hetta riggar væl til tíðir, tí
dialogurin er kvikur, tvískiltur
og til tíðir eisini speiskur og
skemtingarsamur. Har eru
eisini nakrir undirliggjandi
tónar (serliga tann erotiski), ið
allatíðina royna at halda lesaran
áhugaðan í, hvussu forholdið
ímillum Tennu og Cornelius
fer at útvikla seg. Somuleiðis
er Cornelius ein rættiliga
sammansettur og spennandi
persónur at læra at kenna, og
nógvar kvinnur kunnu helst
kenna seg sjálvar aftur í teimum
eygleiðingum, Tenna ger um seg
sjálva og aðrar kvinnur í mun
til tað modernaða samfelagið.
Men hóast alt hetta, blívur tað ov
einsporað í longdini. Ein stegðar
at fylgja við kensluspælinum
teirra millum og byrjar heldur
at fylgja sjálvum kjakinum. Og
hetta er kanska eisini meiningin,
tí tað er ongantíð nakar ivi um,
at tað eru kjakevnini, ið eru teir
veruligu høvuðspersónarnir í
Baade Og.
Heimurin hjá Suffíu
fyri vaksin
Kjakevnini, ið verða viðgjørd
í bókini, fevna um alt, heilt frá
teimum løttu og banalu evnunum
til tey tungu og torskildu. Alt
frá kaosteori til klædnamóta, frá
Fibonnacci-tøl til ílegugransking,
frá Moses til Tamagochi. Bókin
viðgerð, snøgt sagt, hví okkara
samfelag sær út sum tað ger
í dag. Og tað er júst her, at
styrkin í bókini liggur. Lene
Andersen hevur, ígjøgnum
Cornelius, klárað at gjørt tey
mest torskildu evnini løtt at
nema sær fyri ein og hvønn, ið
ikki er serliga kringur í hesum
evnum frammanundan, men
sum tó hevur hug at djúpa seg í.
Samstundis er bókin eisini sera
góð til at halda skil á teimum
ymisku tíðarskeiðum og kann
tessvegna geva einhvørjum,
lærdum sum ólærdum eitt
gott yvirlit yvir vesturlendsku
søgugongdina. Tað er freistandi
at samanbera Baade Og við
Heimurin hjá Suffíu, eftir
Jostein Gaarder, júst á hesum
punkti, men har Heimurin hjá
Suffíu “einans” snýr seg um
heimspekisøgu, so kastar Baade
Og seg runt í næstan øllum
sløgum av vísindi, átrúnaði og
rákum. Hetta merkir sostatt
eisini, at faklærd fólk til tíðir
kunna blíva vónbrotin av tí
grunnu viðgerð, ið júst teirra
øki fær. Tá er betri at fara í holt
við fakbøkurnar. Men styrkin í
bókini liggur júst í at geva eitt
gott yvirlit yvir øll økir og tess
vegna byrja at hóma ein reyðan
tráð í øllum tí, ið fyrigongur í tí
modernaða samfelagnum.
Visión 2015 – Ein álvarslig
ávaring
Eitt av afturvendandi evnunum
í bókini er spurningurin um
framburð. Er hetta fyribrigdi
veruliga ein partur av okkara
samfelag ella er hetta bert eitt
tómt slagorð fyri politikarar og
handilsfólk? Eitt sera aktuelt
evni í Føroyum júst nú, eftirsum
vit skulu taka okkum fram sum
besta tjóð í heiminum, áðrenn
9 ár eru liðin. Eg kann ráða
einumhvørjum (eisini løgmanni)
til at lesa hesa bók bert fyri
hetta kjakið aleina. Bókin vísur
á, við støði í nýggjari vísind, at
framburður oftast merkir bert økt
nýtsla og øktur kompleksitetur,
heldur enn størri vælferð og
størri effektivisering. Við
alskyns dømum frá ymsum
tíðarhøpum og ymsum pørtum
av samfelagnum, vísir bókin sera
týðiliga, hvussu menniskjan altíð
roynir at goyma seg aftanfyri
fyribrigdi og tøkni, tá hon
skal próvføra fyri tí “neyðuga”
framburðinum. Ein sera álvarslig
avleiðing av hesum er, at
menniskjan byggjur sær eitt so
komplekst samfelag, at hon sjálv
ikki er før fyri at gjøgnumskoða
tað. Eg haldi, at bókin lýsir sera
væl tær mótsøgnir, ið finnast
í hesum fyribrigdum, og tey
virði, ið eiga at teljast við, um
mannaættin sum heild, skal
gera sær nakrar vónir um at
halda áfram sum eitt siviliserað
djóraslag.
Eitt annað sera aktuelt evni í
bókini, er tann søguliga, politiska
og etiska viðgerðin av okkara
átrúnaðarliga arvi. Bókin er sera
speisk, tá tað kemur til (tómar)
útsagnir um, hvussu okkara
humanisma og etiska vælverða
er ein arvur frá kristindóminum.
Hetta roynir bókin at gera upp
við og roynir samstundis geva
eina humoristiska (av tí myrkara
slagnum) lýsing av uppruna
jødadómi, kristindómi og islam,
og hvussu hesar trúðarlærur eru
samanvovnar. Sera undirhaldandi
lesnaður.
Altíð eitt samspæl
Sum heild eru niðurstøðurnar í
bókini, at alt snýr seg um eitt
samspæl. Tað er ongantíð bert
ein faktorur, ið liggur aftanfyri
varðveitan og kollveltingar í
søguni, men tað er altíð ein
spurningur um samspæl ímillum
tveir ella fleiri faktorar. Á henda
hátt er bókin í stóran mun ein
viðmerking til eitt sera aktuelt
heimspekiligt evni - nevniliga
emergens. Hvussu uppstendur
eitt evni ella eitt fyribrigdi úr
einum fyriliggjandi evni ella
fyribrigdi? Hvør er upprunin?
Tann elligamli spurningurin
um hønuna og eggið. Eitt sera
torskilt evni, men sum áður
nevnt, so megnar rithøvundurin
at gera hetta evni lættari at skilja.
Fyri at taka samman um: Um
ein leitar eftir einari góðari søgu
ella einum spennandi plotti, kann
ein róliga síggja burtur frá Baade
Og. Men hevur ein hug til at læra
meira um átrúna, heimspeki og
søgu, er henda bókin ein frálík
byrjan – tó bert ein byrjan.
pmd_81@hotmail.com
Fakbók í fagurbókahami
Pætur
M. Dahl
Um tað er nakað ein kan kalla bókina Baade Og eftir
unga danska rithøvundan Lene Andersen, so er tað, at
hon er ambitiøs! Bókin átekur sær onki minni enn at
lýsa alla ta vesturlendsku søgugongdina frá Ábraham
til Piu Kjærsgaard. Hvaðani stavar okkara nútíðar
samfelag? Hvørjum er tað sprottið úr? Og hvagar eru
vit á veg? Hevur ein hug at læra meira um átrúna,
heimspeki og søgu, er henda bókin ein frálík byrjan
– tó bert ein byrjan
Baade og eftir Lene Andersen er í løtum
sera tankavekjandi lesnaður