Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-21, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. apríl 2006síða 32

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 77 - 21. apríl 2006 32 Tað hevur alstóran týdning at halda børnunum til blýantin og blokkin, um tey skulu gerast yrkisteknarar BLAÐTEKNARAR Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Fýra navnframir blaðteknarar hava seinastu dagarnar myndað og avmyndað umhvørvið í býnum, og hevur tað verið ikki sørt hugvekjandi at eygleiða tey meðan tey tekna. “Tann rami gandur”, tók onkur til, tá teknararnir við kvikum, fáum og smáum strikum søgdu tað, sum sigast skuldi á pappírinum. Teknararnir, sum vitja, er tey fýra: Claus Seidel, Annette Carlsen, Bob Katzenelson og Lars Andersen, sum øll eru fastir veitarar av blaðtekningum til størstu donsku dag- og fakbløðini. Og hóast vit kanska ikki kenna tey av navni ella útsjónd, so kenna vit tey altíð aftur, tá vit rena okkum í eyðkenda og persónliga stílin í donsku bløðunum. Hava altíð teknað Men hvat ger ein góðan blað­ teknara? Í einum stuttum steðgi í gjár fingu vit eitt prát við tey um alt annað enn Muhammedtekningar, talufrælsi og fólkaræði. Og vit løgdu fyri við at fritta tey um bakgrund teirra – um tey eru vaksin upp í serliga skapandi umhvørvum, ella um tey bara vóru sum børn flest. Og trý teirra viðganga beinanvegin, at tey hava altíð teknað, og at tað fyri vist varð lagt teimum lag á heima. Og tá onkur nevnir orðið hálvautistar bresta øll út úr at flenna og siga seg kenna fyribrygdið aftur. – Eg hevði altíð leiklutin sum tann, ið dugdi so væl at tekna, tá eg gekk í skúla, sigur Annette Carlsen, sum hevur starvast sum blaðteknari í 22 ár. Hon greiðir frá, at mamma hennara eisini dugdi væl at tekna og at hon stuðlaði dótturini í at halda fram at tekna. Annette minnist, at hon slapp at tekna plakatir til skúlasjónleikir og sum 13 ára gomul vann hon eina teknikapping, har uppgávan var at tekna eina plakat til lokalu svimjihøllina. – Tá varð eg boðin niðan á ráðhúsið, har borgmeistarin heilsaði uppá, og eg fekk ein brævbjálva við 500 krónum í. Hetta var í 1968, so talan var um ein megnar vinning, og eg minnist enn hvussu eydnurík eg var, sigur Annette, sum er útbúgvin teknari frá Skolen for Brugskunst, og í mong ár starvaðist á Kristeligt Dagblad og BT. Í dag er hon sjálvstøð­ugt vinnurekandi og partur av freelance skrivstovuum­hvørv­ inum “De Fem”, sum varð sett á stovn í 1997 í Keyp­ mannahavn, og har eitt nú Bob Katzenelson og Lars Andersen eru partareigarar. Tey eru øll sjálvstøðugt vinnurekandi og reka hvør sítt lítla virki, og eru til fals fyri øll sløg av tekniuppgávum, hóast tey savna seg mest um blaðtekningina, siga tey og flenna. – Í tí leysa hava vit fastar avtalur við dag- og fakbløðini, har tað er týdningarmikið, at tað er tann sami stílurin til uppgávurnar, antin tað eru fastir teigar, klummur ella fakbløðini, siga tey og vísa á, at tað hevur týdning, at tað er ein vissur javnvágur í strikuni og stílinum hjá einstaka blaðnum. Ikki døma barnið Áðrenn vit vita av, tríva tey í hugtakið børn og tekning. Og tað er greitt, at har hava tey sínar avgjørdu meiningar. – Næstan øll børn elska at tekna, men tey flestu gevast, tá tey eru eini 10-12 ár. Tá verður alt so pínligt og flóvisligt og børnini verða meira sjálvkritisk, greiðir Bob Katzenelson frá. Og hann staðfestir, at tað er ein treyt fyri at gerast góður teknari, ella í heila tikið góð innan eitthvørt listahandverk, at barnið verður hildið til, eisini í ungdómsárunum. Bob Katzenelson, sum hevur starvast sum blaðteknari síðani 1986, eitt nú í Berlingska húsinum og á blaðnum Aktuelt. Og hann vísir á, at ein av teimum mest týðandi orsøkunum til, at hann helt fram at tekna var, at hann bleiv við, eisini í ungdómsárunum. – Eg droymdi altíð um at gerast teknari og einki var betur enn at lesa í teknirøðum sum Blæksprutten, sigur Bob. Og hann staðfestir, at annað sum hevur stóran týding í mun til børn og tekning er, at børnini fáa allarbestu amboðini, sum eru av bestu góðsku. – Gev altíð børnum góðar litblýantar og gott pappír, og set ikki krav fram um, at tey skulu tekna á báðar síður av pappírinum, heilt út til kantin ella við ávísum litum. Hetta tekur skapanarhugin frá børnunum, sigur Bob. – Annað, sum tey fýra leggja dent á er, at vit skulu ikki døma um tekniavrikini hjá børnunum, men heldur práta um tað, sum tey hava teknað. Óansæð um dómurin er positivur ella negativur, so er tað ikki tað, sum barnið vil hava, tá tað vísir tekning sína. – Tvørturímóti ger positivi dómurin, at barnið heldur alt standa væl til, og tí er ikki neyðugt við menning ella størri avbjóðingum, meðan negtivi dómurin tekur hugin frá barninum, sigur Annette. Og hon vísir á, at vit mugu heldur venja okkum við at práta um innihaldið í tekningini, og kanska spyrja barnið, hvussu tilgongdin var, ella hvat tað ætlar at tekna nú. Livibreyðið Næsta, sum vit práta um, er antin tað ber til at liva av at vera blaðteknari. Og tey fáa øll eitt lítið skálkabros um andlitið, tí tað ber meiri enn væl til. – Hetta er helst tað best lønta starvið innan tekning ella myndprýðing, sum tú kanst fáa, greiðir Claus Seidel frá. Hann er formaður fyri sersambandið av blaðteknarum undir Danmarks Ein viðurkenning at Norðurlendskir blaðteknarar arbeiða í Miðlahúsinum í Vágsbotni: Finn Graff, Lars Andersen, Martin Tórgarð, Óli Petersen, Claus Seidel og Bob Katzenelson