fríggjadagur 21. apríl 2006síða 33
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 77 - 21. apríl 2006
33
Journalistforbund, og er einasti
av teimum fýra, sum situr heima
og teknar. Hann hevur 40 ára
jubileum í ár og hevur millum
annað starvast á Land og Fólk,
í Berlingska húsinum og sum
freelancari í 5 ár nú.
– Blaðteknarar eru limir í
einum sersambandi undir
Danmarks Journalistforbund,
sum samráðist teirra vegna, á
jøvnum føti við jounalistar og
fotografar, greiðir hann frá.
Sjónleikarateknarar
Claus Seidel er tann einasti av
teimum fýra, sum ikki teknaði
sum barn, men tá hann var eini
14 ár, fekk hann eyguni upp fyri
blaðtekningini, og hann helt
hana vera fantastiska, stuttliga
og ómetaliga spennandi. Hann
sigur, at hann sat framman fyri
sjónvarpinum og teknaði øll
ungdómsárini, meðan vinirnir
runnu eftir konufólki og gingu
í studentaskúla. Síðani fór hann
úr stovuni, út á vegin at tekna og
inn í Tivoli. Eitt skifti gekk hann
á málaraskúla at læra til skelta-
og bygningsmálara, og um somu
tíð var víðagitni teknarin Jan
Stage mentanarredaktørur á
navnframu donsku avísini Land
og Folk. Tá hesin fekk eyga
á einastandandi listagávurnar
hjá Claus Seidel, skipaði
hann fyri, at ungi teknarin
fekk starv á blaðnum, sum
teaturteknari. Og Claus Seidel
greiðir frá, at danir hava eina
elligamla siðvenju, sum fevnir
um, at sjónleikaraumæli altíð
verða prýdd við tekningum frá
frumframførslunum. Sostatt
teknaði Claus Seidel myndir
til meiri enn 200 ummæli av
leikum, sum vóru framførdir í
Keypmannahavn.
Ikki lúra
Tá vit síggja ein persón, sum
stendur í einum króki og teknar,
hava vit eina ómetaliga trongd
til at fara yvir og vita, hvat tað
er, sum viðkomandi teknar. Hvat
halda blaðteknararnir um tað?
– Tað er til at blíva svakur av, tá
fólk standa og anda ein í nakkan,
meðan tú teknar, sigur Claus.
– Tá gongur alt galið, tí báðir
partar savna seg bara um, at
annar teknar og hin metir, sigur
Claus Seidel. Og hann greiðir
frá, at tá fólk nærkast, so snúgvar
hann sær demonstrativt á at
signalera, at hann vil hava frið.
– Fyri meg er tilgongdin
ógvuliga nakin og tað er sum at
lata seg úr, at vísa eitt hálvliðugt
verk, sigur hann. Men hesum eru
ikki øll samd um.
Men tey eru samd um, at tað
ringasta er, er tá onkur heldur seg
vera ordiliga genialan, og kemur
við einum hugskoti, sum bara er
til í høvdinum á viðkomandi.
– Tað miseydnast altíð, tí tað
ber ikki til at síggja, hvussu
viðkomandi ímyndar sær
tekningina. Hetta eru typiskt
ógvuliga málslig fólk, sum hava
eina langa frágreiðing og nógv
orð, siga tey.
– Slík fólk skilja ikki tí
journalistisku avbjóðingina hjá
blaðteknaranum – at taka søguna
og siga hana í stuttum við eini
tekning, sigur Lars Andersen,
sum hevur verið blaðteknari
síðani 1986, eitt langt skifti
á Politiken, og síðani sum
freelancari við fastari avtalu við
Berlingarin. Hann vaks upp í
Vendsyssel í Jútlandi og pápin
var lærari í eitt nú evning og
smíð. Skúlin lá næst heiminum,
og Lars Andersen sigur, at
meginparturin av barndóminum
fór fram í skapandi hølunum
á skúlanum. Beiggin var eisin
framúrskarandi teknari, og
Lars Andersen endaði við at
fáa eina teknaraútbúgving frá
Listahandverkaraskúlanum í
Kolding.
Viðurkenning at
vera teknað
Men hvat siga fólk, tá tey vera
teknað?
– Fólk halda ongantíð, at tey
líkjast tekningunum. Men øll
onnur duga at síggja hvønn talan
er um, siga tey við ein munn og
øll fara at flenna.
– Tað løgna er, at tá fólk verða
teknað, so uppstendur ein løgin
tvístøða, tí innast inni eru tey
forfeingilig, og vera eitt sindur
vónbrotin av at verða endurgivin
av einum karrikaturteknara.
Hinvegin er tað, at verða
teknaður eisini ein viðurkenning
av, at nú ert tú kend ella kendur,
og at tú tí hevur rokkið einum
ávísum støði í karrieruni. Greiðir
Lars Andersen frá, og hann vísir
á, at so løgið tað ljóðar, so eru
tað júst kend fólk, sjónleikarar
og politikarar, sum keypa flest
blaðtekningar, har tey sjálvi eru
avmyndað. Tá eru tey ”genkendt,
anerkendt og godkendt”.
verða teknað
Norðurlendskir blaðteknarar á floti saman við Martin Restorff
Finn Graff til arbeiðis í Vágsbotni