Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-21, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. apríl 2006síða 34

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 77 - 21. apríl 2006 34 TÓNLEIKUR Niels Uni Dam nieluni@sosialurin.fo Bynjolfur á Heygum hevur í nógv ár verið mettur, sum ein tann gávuríkasti ungi tóna­smið­ urin í Føroyum. Hann er maðurin handan løgini, ljómborðini og for­ ritanina hjá Side Effect, Føroya einasta ídnaðar-tekno bólki. Myspace skapti sambond Um nakrar vikur kemur fyrsta fløgan hjá Side Effect út, men løg av henni hava í fleiri mán­ aðar ligið á síðuni hjá Side Effect á portalinum myspace. com. Í hesum sambandi eru bæði bólkurin og Brynjolfur komin í samband við fleiri sera áhugaverd fólk. “Tað er, av onkrari orsøk mest týskarar, sum hava kontaktað okkum”, greiður Brynjolfur frá. ídnaðartekno, ella sokallaður industrial tónleikur er sera vælumtóktur í Týsklandi. Hetta er ivaleyst orsøkin til, at rættiliga fitt av týskarum dáma tónleikin hjá Side Effect. Hittar á gotiskur ídnaðartekno diskotekið Tey fýra løgini Kaos, Burn, Fake Orgasm og Smiling Mask Preview hava fingið fleiri áhugaverd fólk at skriva til Side Effect. Eitt nú hevur týski tekno bólkurin Eternal Nightmare sett seg í samband við bólkin. Limirnir í Eternal Nightmare eru eisini plátuvendarar og hava tikið tónleikin hjá Side Effect niður av Myspace, og spælt hann á gotiska ídnaðartekno diskotekinum, har tey leggja tónleik á. Áhoyrararnir tóku sera væl ímóti løgunum hjá Side Effect. Tí bað Eternal Nightmare Side Effect um, at senda sær eitt eintak av fløguni hjá bólkinum, Brynjolfur brendi teimum eitt eintak, og sendi tað til Týsklands. Endurljóðblanda lag hjá Side Effect Fløgan gjørdi ikki áhugan hjá Eternal Nightmare minni. Stutt eftir settu tey seg aftur í samband við Side Effect, og bóðu um loyvi at remixa lagið Fake Orgasm, hetta sloppu tey sjálvandi, greiður Brynjolfur frá. Fólkini aftan fyri Eternal Nightmare eru somuleiðis í ferð við at geva eina fløgu út við ymiskum ídnaðartekno bólkum. Tey eru áhugaði í, at fáa Side Effect við á hesa fløgu. Brynjolfur metur hetta vera sera spennandi. Tí týski markn­ að­urin er risa stórur í mun til tann føroyska. Í Føroyum er sera avmarkað hvørji støð Side Effect kann spæla, og tað er eingin ivi um, at dreymarnir hjá tón­ leikarunum í Side Effect røkka væl út um føroyska sjómarkið. Samstarv við Yluko Men Eternal Nightmare er ikki einasti týski bólkurin, ið hevur latið oyruni upp fyri Side Effect. Y-LUK-O er eitt kent Týskarum dámar føroyskt Um nakrar vikur kemur fyrsta fløgan hjá ídnaðartekno bólkinum Side Effect út, men samstundis hava týdningarmiklar kreftir á týska teknomarknaðinum fingið eyga á unga havnarmannin, ið ger tónleikin hjá Side Effect