Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-21, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. apríl 2006síða 35

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 77 - 21. apríl 2006 35 ídnaðartekno navn í ídnaðartekno ídnaðinum. Bólkurin hevur givið fýra útgávir út, ið hava fingið sera góð ummæli og verða m.a. róptar slóðbrótandi. Y-LUK-O hevur samstarvað við eitt nú front242. Ið er bólkurin, ið í størri mun enn nakar annar, legði lunnar undir tónleikagreinina ídnaðartekno. Maðurin handan tónleikin hjá Y-LUK-O 27, ára gamli Yluko, er bergtikin av tónleikinum hjá Side Effect, og hevur sett seg í samband við Brynjolf, við atlitið til samstarv. Væl framleiddur tónleikur Yluko sigur við Sosialin, at hann visti í somu løtu, at hann hoyrdi tónleikin hjá Side Effect, at hann vildi arbeiða saman við bólk­ inum. Hann sigur, at hann heldur tón­leikin vera sera væl fram­ leiddan, og hann varð ovfarin at frætta, at hetta er ein bólkur, ið ikki hevur útgávusáttmála. Tí góðskan er so høg. “Øgiliga nógvir bólkar nú á døgum gera allan tónleikin á teldu, hetta fyri at halda kostnaðin so lágan sum til ber, men hjá Side Effect hoyrir tú, at teir brúka verulig ljómborð. Hetta gevur eitt nógv heitari ljóð, ið ikki er so vanligt nú á døgum.”, sigur Yluko Útgáva saman við Brynjolfi Við síðuna av Y-LUK-O hevur Yluko fleiri aðrar verkætlanir, m.a. Lukotyk, ið er ein verkætlan har Yluko velur spennandi samstarvsfelagar kring heimin og ger tónleik saman við teimum. Ætlanin er, at hetta skal enda við eini útgávu, men nær hon kemur, veit Yluko ikki enn. Samstarvið við Brynjolf er í sambandi við Lukotyk. “Tónleikurin er feitur, minnir eitt sindur um Side Effect, men er munandi myrkari”, sigur Brynjolfur um samstarvið við Yluko. Hann leggur dent á, at hetta er ein síðuverkætlan, hon skal ikki taka tíð frá Side Effect, ið enn er hjartabarnið. Samstarv yvir alnetið Brynjolfur og Yluko eru so smátt farnir undir at gera tónleik saman. Hetta verður gjørt umvegis alnetið. Hóast teir hava ongantíð hitst, so gongur samstarvið væl, greiður Brynjolfur frá. “Vit hava maila eitt sindur aftur og fram, og kennast bara tann vegin”. Sjálv arbeiðsgongdin er tann, at teir hvør sær arbeiða við løgum, og leggja tey síðan upp á ein servara, so hin kann taka tey niður og arbeiða víðari. Enn er arbeiði ikki komið so langt, men Brynjolfur heldur tað vera spennandi. Hann vísir á, at alt hetta er úrslit av, at Side Effect legði sín profil á myspace.com Side Effect er á www.myspace.com/fosideeffect Eternal Nightmare er á www.myspace.com/vampology Vitjað Yluko á www.myspac.com/yluko TÓNLEIKUR Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Tutl og Side Effect eru komin ásamt um, at stóra føroyska plátufelagið stendur fyri útgávuni, ið verður tann fyrsta føroyska ídnaðartekno útgávan. Á fløguni eru 11 løg. Teir tríggir Ludvík Breckmann, rødd, Brynjolfur á Heygum, ljómborð og forritan og Rúni Christiansen, gittar mynda bólkin. Men á einum lagi hava teir gestasangaran Mikkjal Gaard Hansen úr Sic við. Mikkjal hevur eisini skrivað sangrøddina og tekstin á hesum lagnum. Mikkjal hevur áður spælt við bólkinum á onkrum konsertum. Á konsertunum hjá Side Effect er vanliga veruligur trummuleikari við, men á fløguni eru trummurnar forritaðar. Á fløguni eru umframt tey 10 heimagjørdu løgini, ein endurgerð av gamla MC-Hár lagnum Murder One. Brynjolfur, ið sjálvur hevur spælt við MC-Hár eitt tíðarskeið, tó fleiri ár eftir, at bólkurin gav hetta lag út, sigur, at hann altíð hevur dámt hetta lagið, men samstundis havt hug til at gera lagið av nýggjum, at broyta tað eitt sindur og gera tað eitt sindur meira hardcore, og tí avgjørduu teir at taka tað við á fløguna. Side Effect hevur verið á tremur við potentiali seinastu nógvu árini, onkuntíð hevur úttrykkið verið eitt sindur leitandi, men altíð spennandi. Men nú tykist bólkurin veruliga at hava funnið sína hyll, sera harður og kontantur tónleikur, ið fær áskoðarafjøldir á kók, og sum røkkur nógv longur enn út um landoddarnar, stutt sagt ídnaður-tekno rokkur. Í Prix Føroyum í fjør hevði bólkurin eina av bestu framførslunum í kappingini, og á Ólavsøkukonsertini vísti Side Effect enn einaferð, at hetta er ein av Føroya bestu konsertbólkum. Teir vóru settir at spæla alt ov tíðliga, men fingu hóast hetta væl fatur í teimum fáu áskoðarunum, ið vóru møttir upp. Side Effect eru eitt av nøvn­un­um á stóra tiltakinum í Tórs­ gøtu, asfalt, ið verður fyrsta vikuskiftið í juni. Side Effect á fløgu Longu í fjør var fløgan hjá Side Effect liðugt innspæld og ljóðblanda, men hóast hetta er hon ikki komin út enn. Men í næsta mánað verður fløgan væntandi at fáa í føroysku handlunum