Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-21, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. apríl 2006síða 36

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 77 - 21. apríl 2006 Tíðindaskriv Í kvøld klokkan 19 verður almennur pallborðsfundur í Miðlahúsinum í Vágsbotni, har fokus verður sett á blaðtekningina og fólkaræðið. Undir heitinum ”Blaðtekning og fólkaræði - týdningurin blaðtekningin hevur fyri almenna orðaskiftið í Norðurlondum” fara fýra fólk at greiða frá og leggja upp til orðaskifti. Í panelinum eru norðurlendskir blaðteknarar umframt Tórbjørn Jacobsen, fyrrverandi m e n t a m á l a r á ð h a r r i og løgtingslimur og Eyðun Andreassen, fólkalívfrøðingur. 1. meistari til Fiskiveiðieftirlitið Eitt starv sum 1. meistari við skipunum hjá Fiskiveiðieftirlitinum, verður hervið lýst leyst, at seta sum skjótast. Starvið fevnir m. a. um hesar uppgávir: • Vaktgangandi maskinmaður sambært ásetingunum frá maskinstjóra • Skipa fyri og luttaka í dagliga arbeiðinum í maskinrúmunum, og rúmum sum beinleiðis hava samband við maskinrúm, umframt rúm har maskinútbúnaður er • Skipa fyri viðlíkahaldi sambært viðlíkahaldsskipan • Annað fyrifallandi viðlíkahaldsarbeiði Førleikakrøv: • Vinnubræv sum Skipsmaskinmeistari á 1. stigi (STCW-regl. III/2 as 2nd Engineer). • Fyrimunur við 3 ára maskinmeistaraútbúgving • Heilsuváttan fyri sjómenn • Leiðsluroyndir • Góðan førleika at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli • Góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt • Góð samstarvsevni og hegni at fyriskipa • Aldur og heilsu til at gerðast kavari. Fyrimunir men ikki krav. Setanartreytir: Starvið er tænastumannastarv og lønt í 31. lønarflokki sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarfelagið. Setanarøkið fevnir um Fiskimála- ráðið og stovnum undir tí, umframt hini aðalráðini og Løgmansskrivstovuna. Tænastustaðurin í løtuni er Fiskiveiðieftirlitið. Starvsheiti er 1. meistari. Tann ið settur verður, má kunna tola broytingar í starvinum, og at økið verður umskipa til eisini at fevna um aðrar uppgávur í Fiskimálaráðnum. Umsóknir: Umsóknir við cv, saman við avriti av prógvum, vinnubrævi og møguligum viðmælum, skulu verða Fiskiveiðieftirlitinum í hendi í seinasta lagi 10. mai 2006 kl. 12.00. Umsóknirnar skulu sendast til : Fiskiveiðieftirlitið postsmoga 347 110 Tórshavn Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Fiskiveiðieftirlitið tlf. 35 30 30 og tosa við Elmar Højgaard, leiðara. Fiskimálaráðið Fiskiveiðieftirlitið Søkt verður eftir 5 lærarum, fýra í fulltíðarstarv og einum í parttíðarstarv • fyri lærarar í farloyvi, barnsburðar- farloyvi, lækkað tímatal og avlops- tímar Søkt verður eftir lærarum, sum • undir ábyrgd leiðslunnar og í sam- starvi við lærarar skúlans skulu undir- vísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans • duga at samstarva og eru fyrikom- andi • eru fúsir at taka á seg tær uppgávur, sum eru í skúlanum Harumframt skulu lærararnir hava førleika at átaka sær eina ella fleiri av hesum lærugreinum/lærugreina- økjum: • undirvísa gentum og dreingjum í ítrótti og í svimjing, undirvísa á ítróttarbreyt og hava ítrótt sum linju- lærugrein • undirvísa í týskum og enskum • undirvísa í náttúru/tøkni, alisfrøði og evnafrøði • undirvísa í træ- og jarnsmíð og motor- læru • undirvísa í rokning/støddfrøði vera flokslærarar Førleikakrøv: Læraraútbúgving og linjulestur ella samsvarandi førleika í nevndu læru- greinum/lærugreinaøkjum. Ynskiligt er, at umsøkjarar hava starvs- royndir í fólkaskúlanum. Tó kunnu læraralesandi, ið lúka prógv í summar, eisini søkja størvini. Lønar- og setanartreytir Setanarøkið er Vestmanna skúli. Tey, ið sett verða, eiga at tola broytingar starvinum viðvíkjandi. Størvini verða lønt í lønarflokki 18.1 – 27.4 sambært avtalu millum Fíggj- armálaráðið og Føroya Lærarafelag. Størvini verða sett sum tíðaravmarkað størv fyri skúlaárið 2006 - 2007. Umsóknir Umsóknir við c.v. og avriti av prógvum skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi mánadagin 8. mai 2006, kl. 16.00. Fleiri upplýsingar um størvini fært tú við at ringja til Vestmanna skúla tlf. 470100 ella til skúlastjóran tlf. 424449 ella við at senda teldupost til skúlastjóran olavur. winther@skulin.fo Lærarastørv í Vestmanna skúla Tíðaravmarkað størv í Vestmanna skúla verða lýst leys til setanar frá 1. august 2006. Vestmanna skúli Toftavegur 12, FO-350 Vestmanna · Føroyar Tlf. 298 470100 · Fax +298 470101 · e-mail: vestmanna@skulin.fo Vestmanna Skúli hevur komandi skúlaár um 212 næmingar og um 24 lærarar. Tú kanst lesa meira um okkum á heimasíðuni www.skulin.fo/ves/ Vestmanna Skúli er kendur fyri at vera næmingavinarligur og grønur skúli. Skúlin arbeiðir annars í løtuni við hesum evnum: at menna trivnaðin, byrjanarundirvísingina, samstarvið við vinnulívið, tann opna skúlan og at geva næmingunum fjølbroyttar avbjóðingar. Blaðtekning og fólkaræði í Miðlahúsinum