Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-21, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. apríl 2006síða 38

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 152 - 13. august 2005 Heilafelagið Aðalfundurin hjá Heilafelagnum verður leygardagin 13. mai 2006 kl. 16.00 í MBF-húsinum. Nevndin Feriuavloysarar Runavíkar kommuna søkir eftir feriu- avloysarum til Heimið á Mýrunum í Runavík. Talan er um tíðarskeiðið frá 1. juni til 31. august 2006. Arbeitt verður í skiftandi vaktum. Krøv: • hevur viðkomandi útbúgving ella hjálparfólk við áhuga ella royndum fyri demensrøkt. • hevur áhuga fyri røkt av minnisveikum fólkum • hevur hug og hegni at vera um minnisveik fólk • hevur góð samstarvsevnir • hevur gott yvirlit og megnar at skipa dagin eftir tørvinum hjá búfólkunum • er nýhugsandi og hevur hug og árræði at skipa fyri dagligum virksemi fyri tey minnisveiku Vit kunnu bjóða: • eitt starvsumhvørvi, har tú kanst gera tína áskoðan galdandi og verða við til at menna umsorgan og røkt • góða innleiðslu • góðar møguleikar til at brúka tíni skapandi og ígongdsetandi evni • eitt heimligt og hugnaligt umhvørvi, hvar ið hvør einstakur kann kenna seg væl Setanartreytir: Løn og setanartreytir smb. sáttmála ímillum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið. Nærri fæst at vita um starvið við at tosa við Maibritt Jacobsen, leiðara á tlf. 477080 ella 448034. Umsókn við avriti av prógvi v.m. skal sendast til: Heimið á Mýrunum Mýravegur 26 620 Runavík Umsóknarfreist: 6. mai 2006 Hús til sølu í Oyndarfirði Um hóskandi boð fæst, er ein ogn í Oyndarfirði matr. nr. 92, til sølu. Grundøkið er 280 m2 og ástandandi húsini eru í trimum hæddum, hvarav kjallarin ikki er innrættaður. Miðhæddin, ið tilsamans er 34 m2, fevnir um stovu, køk, wc og lítla gongd við trappu upp á loft. Á loftinum, ið er 23 m2 til støddar, eru 2 kømur umframt ein lítil gongd. Húsini, ið eru væl egnað til summarhús, hava tørv á ávísum ábøtum. Áhugað kunnu venda sær til Advokatskrivstovuna, att.: Jens Andrias Vinther, adv. ft., e-mail jav@jura. fo ella Birnu Joensen, skrivara, e-mail bij@jura.fo Advokatskrivstovan Fr. Petersensgøtu 9 Halgir Winther Poulsen, adv. Fríða Patursson, adv. Ólavur Jákup Kristoffersen, adv. Christian Andreasen, adv. Niels Winther Pouslen, adv. Jógvan E. Winther Poulsen, adv. Tlf. 311145 · Telefax 31 15 25 e-mail: jura@jura.fo