fríggjadagur 21. apríl 2006síða 39
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 77 - 21. apríl 2006
39
Les meira um starvið á www.torshavn.fo/leysstorv
www.torshavn.fo er at síggja á Býarbókasavninum, í Snarskivuni og í Kunningarstovuni
Málsviðgeri til barna- og ungdómsdeildina
Tórshavnar kommuna søkir við hesum eftir málsviðgera til barna- og ungdómsdeildina.
Umsóknarfreist: Mánadagin 8. mai 2006.
Setanarviðurskifti: Starvið er fulltíðarstarv og verður sett eftir avtalu. Løn sambært sáttmála við
avvarðandi yrkisfelag.
Meira fæst at vita við at venda sær til Janus Isfelt, deildarleiðara, tlf. 302010.
Tórshavnar kommuna
Leyst starv
Í samband við, at Heimarøktin og
Serforsorgin fer undir eina verkætlan,
verður søkt eftir pedagogi til setan 1.
mai 2006, ella eftir nærri avtalu.
Talan er um fulltíðarstarv, og arbeiðs-
tíðin er 40 tímar um vikuna.
Arbeiðstíðirnar eru skiftandi, og rokn-
ast skal við morgun-, kvøld-, náttar-
og vikuskiftisarbeiði.
Starvið
Talan er um eina verkætlan, har ein
persónur fyrst í 20’unum, sum hevur
autismu, skal flyta heimanífrá, og læra
at skipa sín gerandisdag í egnari íbúð
og við føstum arbeiði so sjálvstøðugt
sum gjørligt. Í verkætlanini koma
ætlandi at starvast 6 fólk í einum
toymi.
Tín uppgáva verður, umframt at
virkað sum stuðul í gerandisdegnum,
at verða kontaktfólk í verkætlanini.
Hetta inniber, at tú verður bindiliðið
í samskiftinum ímillum starvsfólkini
í toyminum, og í samskiftinum ímill-
um toymi, avvarðandi, leiðslu og
brúkaran.
Toymið skal í felag leggja til rættis og
skipað gerandisdagin bæði praktiskt
og fakliga. Øll størvini í verkætlanini
vera tó bygnaðarliga skipað undir
eini av verandi stovnsleiðslum undir
Serstovnadeildini.
Førleikakrøv
Tú skalt hava útbúgving sum peda-
gogur ella aðra líknandi útbúgving.
Ynskiligt er at tú hevur ávísa servitan
um autismu, men hetta er ikki nakað
krav.
Tú mást vera sálarliga væl fyri og
kunna taka eina professionella støðu
og halda fast við hesa. Tú mást hava
góð eygleiðingarevnir, og duga væl
at skipa og brúka tínar eygleiðingar í
sambandi við menning av tilboðnum.
Tú mást duga væl at samskifta og
hava evni til at motivera fólk uttan
um teg.
Annars vænta vit at tú ert sinnað/
ur støðugt at luttaka í relevantari
eftirútbúgving, og annars hevur
áhuga í støðugt at dagføra tína
fakligheit, so hon allatíðina samsvarar
við nýggjastu vitanina innan økið.
Vit bjóða í hesum sambandi fakliga
supervisión og fakliga ráðgeving
viðvíkjandi autismu.
Setan og løn:
Um pedagogur verður settur, verður
starvið lønt sambært sáttmála mill-
um Fíggjarmálaráðið og Føroya Peda-
gogfelag og er lønt stigini 11 til 18.
Annars verður starvið lønt sambært
sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og
avvarðandi yrkisfelag.
Nærri upplýsingar um starvið, fáast við
at venda sær til Jóanes N. Dalsgaard,
deildarleiðara á tlf. 304020
Umsókn:
Umsókn við CV og avriti av prógvi og
møguligum viðmælum skulu sendast
til:
Heimarøktin og Serforsorgin
Postrúm 3037
Eirargarður 2, 2. hædd
100 Tórshavn
Freistin
at
søkja
starvið
er
mánadagin 24. apríl 2006.
HEIMARØKTIN OG SERFORSORGIN
SERSTOVNADEILDIN
Pedagogur til Verkætlan