fríggjadagur 21. apríl 2006síða 40
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Nr. 67 - 9. apríl 2005
Skipaeftirlitið
FAROESE MARITIME AUTHORITY
MINISTRY OF FISHERY AND MARITIME AFFAIRS
Tvey skipaeftirlitsfólk
Skipaeftirlitið søkir eftir tveimum skipaeftirlitsfólkum,
einum verkfrøðingi og einum skipsførara.
Skipaeftirlitið er skipað sum deild í Fiskimálaráðnum,
men virkar dagliga sum sjálvstøðugur stovnur, við
skrivstovu í Miðvági. Skipaeftirlitið arbeiðir saman við
klassafeløgunum og øðrum undirveitarum um eftirlit
við skipum og bátum. Tætt samskifti er við vinnuna í
hesum sambandi.
Størvini sum skipaeftirlitsfólk umfata í høvuðsheitum
arbeiðið á skrivstovuni í Miðvági og nakað av arbeiðið
uttanfyri skrivstovuna.
VERKFRØÐINGURIN
Starvið hjá verkfrøðinginum inniber í høvuðs-
heitum hesar upppgávur:
• góðkenning av tekningum í sambandi við ný- og
umbyggingar
• onnur málsviðgerð og uppfylging
• eftirlit við skipum og bátum
• eftirlit við góðkendum glasfipurverkstøðum
• uppbygging av skipanum
• luttøka í tvørgangandi uppgávum á Skipaeftir-
litinum, undir hesum verkætlanum
Førleikakrøv
til starvið krevst útbúgving:
• sum skipsverkfrøðingur
• ella sivilverkfrøðingur
• ella annar verkfrøðingur, sum er serkønur innan
sjóvinnu
• góð evni at samskifta á føroyskum, norðurlendskum
og enskum máli
Í starvinum er møguleiki at fáa eftirútbúgving innan
viðkomandi arbeiðsøki og verður kravt, at viðkomandi
luttekur í eftirútbúgvingum har tað er neyðugt fyri at
røkja dagligu uppgávunar.
Setanartreytir
Starvið verður lønt sambært avtalu millum Fíggjar-
málaráðið og Føroya verkfrøðingafelag.
Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og stovnar undir
tí, umframt hini aðalstýrini og Løgmansskrivstovuna.
Tænastustaðurin í løtuni er Skipaeftirlitið í Miðvági.
Tann, ið settur verður, má tí kunna tola broytingar í
starvinum, og at økið verður umskipað til eisini at
fevna um aðrar uppgávur í Fiskimálaráðnum.
SKIPSFØRARIN
Starvið hjá skipsføraranum inniber í høvuðsheitum
hesar upppgávur:
• eftirlit við skipum, bátum og trygdarskipanum
• viðlíkahald av formularum til skipsskjøl
• uppbygging av viðlíkahalds- og trygdarskipanum
til fiskifør
• luttøka í tvørgangandi uppgávum á Skipaeftirlit-
inum, undir hesum verkætlanum
Førleikakrøv:
• til starvið krevst útbúgving sum skipsførari við
sjóvinnubrævi sum skipsførari, STCW II/2
• teldubrúkari við góðum kunnleika til MS-office
forritini
• góð evni at samskifta á føroyskum, norðurlendskum
og enskum máli
Kravt verður eisini, at umsøkjari hevur fimm ára
royndir sum skipsyvirmaður
Fyrimunur er, um umsøkjari hevur kunnleika til
góðskustýring (kvalitetsstýring) ISO 9000, ISM og
ISPS.
Í starvinum er møguleiki at fáa eftirútbúgving innan
viðkomandi arbeiðsøki og verður kravt, at viðkomandi
luttekur í eftirútbúgvingum har tað er neyðugt fyri at
røkja dagligu uppgávunar.
Setanartreytir:
Starvið verður lønt í 8. flokki í sáttmála millum Starvs-
mannafelagið og Fíggjarmálaráðið, haraftrat verða
veittar 3000,- kr. í viðbót um mánaðin fyri álagt
úrtíðararbeiði í upp til 35 tímar um ársfjórðingin.
Setanarøkið fevnir um Fiskimálastýrið og stovnar undir
tí, umframt hini aðalstýrini og Løgmansskrivstovuna.
Tænastustaðurin í løtuni er Skipaeftirlitið í Miðvági.
Tann, ið settur verður, má tí kunna tola broytingar í
starvinum, og at økið verður umskipað til eisini at
fevna um aðrar uppgávur í Fiskimálaráðnum.
Umsóknir
Umsóknir saman við avriti av prógvum og møguligum
viðmælum skulu vera Skipaeftirlitinum í hendi í
seinasta lagi 26. apríl 2006, kl. 14.30.
Umsóknir skulu sendast til:
Skipaeftirlitið,
Postsmoga 26, 370 Miðvágur
Fyrispurningar viðvíkjandi starvinum fáast við at
ringja til Skipaeftirlitið á tlf. 355600 og tosa við Óla
Hans Hammer Olsen, deildarstjóra.
Arbeiðshandskar
til øll endamál - bæði á sjógvi og landi
Landsins størsta úrval
frá eingangshandskum til
fóðraðar Japan-handskar
Beinleiðis frá framleiðara
Sosialurin 311820
spf