Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-21, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. apríl 2006síða 41

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 77 - 21. apríl 2006 41 Tórshavnar kommuna Grunnurin til frama fyri samstarvi og fatan millum Nuuk - Reykjavík - Tórshavn Nú verður aftur møguleiki at søkja stuðul úr felagsgrunninum Nuuk - Reykjavík - Tórshavn. Ætlanin er í juni mánaði at taka avgerð um veitan av stuðli. Tórshavnar býráð heitir tí á einstaklingar, feløg o.o., ið halda seg koma undir treytirnar fyri stuðli, um at senda býráðnum umsóknarblað við frágreiðing um tiltakið, nær tað verður og um mettan kostnað. Hetta umsóknarblað fæst í Snarskivuni ella inni á heimasíðuni hjá kommununi. Meiri fæst at vita um treytir við at venda sær til Jens M. Poulsen, kommunustjóra, tlf. 302010. Umsókn merkt „Nuuk - Reykjavík - Tórshavn“ eigur at vera Tórshavnar kommunu, postsmogu 32, 110 Tórshavn, í hendi seinasta lagi 15. mai 2006. Býarstýrini Nuuk, Reykjavík og Tórshavn hava sett pening í grunnin, hvørs endamál er at veita fíggjarligan styrk til tiltøk ella annað, ið kann fremja og menna samstarvið og fatanina millum hesar kommunur og borgarar teirra. Kunngerð Les meira á www.nuuk.gl, www.reykjavik.is ella www.torshavn.fo Vit gera alt URTAGARÐS- ARBEIÐI so sum: Grasvøllir, planting og viðlíkahald. Vit gera eisini tún við flísum ella oljugrúsi. Vit seta gravsteinar upp. Vit átaka okkum eisini graviarbeiði sum t.d. at skifta oljutanga og tílíkt. Spyr - tað kostar einki! Fa. Símun Dalsgaard Boðanesgøta, FO-188 Hoyvík Tlf. 315478 · far 282100 Fax 320478 Høll til sølu Vísandi til kunngerð nr. 122 frá 22. desember 2002 um alment útboð av kommunalari fastogn, lýsir Sumbiar Kommuna høllina, sum stendur á havnalagnum í Lopra, til sølu. Høllin er 1275 fermetrar stór. Upplýsingar um søluna fáast við at venda sær til Sumbiar Kommunu. Møgulig tilboð um keyp skulu verða skrivlig, og vera Sumbiar Kommunu í hendi í seinasta lagi 7. mai 2006. Kommunustýrið skilar sær rætt til at velja ímillum innkomnu tilboðini ella at havna øllum. Sumbiar kommuna FO-970 Sumba Tlf. +298 370344 +298 570538 Fax +298 370114 Frá Fylking Aðalfundur Aðalfundur felagsins verður leygardagin 29. apríl kl. 15.00. Ská sambært lóg felagsins. Fylking Lýsið við brúktum bilum Lesið Sosialin