fríggjadagur 21. apríl 2006síða 42
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
42
Nr. 77 - 21. apríl 2006
Dagrøktarar
Dagrøktarskipanin í Tvøroyrar kommunu søkir eftir
2 dagrøktarum, einari at byrja 1. mai og einari at
byrja 14. august 2006.
Vit ynskja at tú:
• Hevur góðar umstøður at hava børn bæði inni og
uttanfyri
• Tekur ábyrgd og kanst arbeiða sjálvstøðugt.
• Vísir virðing fyri børnum, foreldrum og starvs-
feløgum.
• Er álítandi og hevur góð samstarvsevni.
• Er tolin og vísir umsorgan.
• Hevur hegni og háhuga í at menna børnini.
• Dugir at síggja møguleikar í staðin fyri forðingar.
Í dagrøktini starvast 10 dagrøktarmammur og ein
leiðari. Talið av børnum í dagrøktini er 45.
Ein dag um vikuna eru 3 dagrøktarmammur saman
við børnum í spælistovuni.
Arbeiðstíðin er millum 7.30 og 17.15. Lønin er sam-
bært sáttmála við FA.
Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til Súsannu
Poulsen, dagrøktarleiðara á tlf. 371339 ella 211339.
Skrivlig umsókn skal vera okkum í hendi í seinasta
lagi 1. mai 2006.
Vinarliga send umsókn tygara til
Tvøroyrar Kommuna
Dagrøktarskipanin
Postboks 80
800 Tvøroyri
Søkt verður eftir
pedagogum
til Útibarnagarðin í Miðvági
Stovnslýsing:
Í útibarnagarðinum ganga eftir summarfrítíðina
uml. 64 børn í aldrinum 3-7 ár, og her starvast 14
fólk.
Barnagarðurin er skipaður soleiðis:
• Á LOFTINUM ganga 18 børn í aldrinum 5-7 ár.
• Á stovuni hjá TERNUNUM ganga 14 børn í
aldrinum 3-5 ár.
• Á stovuni hjá TÍTTLINGUNUM ganga 14 børn í
aldrinum 3-5 ár.
• Á stovuni hjá SPURVUNUM ganga 12 børn í
aldrinum 3-5 ár.
Størvini:
Talan er um pedagogstørv á 30 tíma viku ella eftir
nærri avtalu. Størvini verða sett eftir nærri avtalu.
Vit vænta at tú:
• hevur góð samstarvsevnir og ert álítandi.
• kanst arbeiða sjálvstøðugt, tekur ábyrgd og ert
nærverandi.
• hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og
tryggan gerandisdag, við virðing og umsorgan
fyri tí einstaka barninum, foreldrunum og
starvsfeløgunum.
• hevur hug, hegni og ikki minst hugflog at arbeiða
við børnum.
• dámar at vera úti og tekur náttúruna sum ein
tíðandi og sjálvsagdan part í arbeiðinum.
Meira fæst at vita um størvini, við at venda sær til
leiðaran á tlf 333738 - 223429
Umsóknir við møguligum prógvum, royndum og
viðmælum skulu verða Barnagarðinum í Miðvági
í hendi seinast 8. mai 2006 .
Lesið
internet
Sosialin !
Lesið
-tað loysir seg