mánadagur 24. apríl 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 78 - 24. apríl 2006
5
Fleiri og fleiri dansk-
ar kvinnur eru ó-
nøgdar við burðar-
hjálpina frá tí al-
menna. Heldur gjalda
tær fleiri túsund
krónur fyri at fáa um-
sorgan og tryggleika
aðrastaðni frá
BURÐARHJÁLP
Lív Højsted Horsdal
horsdal@sosialurin.fo
Altsamt
fleiri
danskar
kvinnur ynskja at keypa
sær stuðul, umsorgan og
tryggleika, áðrenn tær fara
á føðistovuna at eiga. Eitt
nú keypa fleiri ein persón-
liga burðarvenjara, sum
kemur við á sjúkrahúsið,
meðan aðrar kvinnur rætt
og slætt ikki taka ímóti
burðarhjálp frá tí almenna,
men heldur fara á eina priv-
ata føðistova at eiga.
- Privatar føðistovur eru
komnar orsakað av, at fleiri
smáar føðistovur hjá tí al-
menna eru latnar aftur. Tær,
ið eru eftir, eru sera stórar.
Ljósmøðurnar hava nógv at
gera og skulu í heilum ansa
eftir fleiri barnsburðum í
senn. Harumframt eru føði-
fyrireikingar nógvastaðni
spardar burtur. Ljósmøður-
nar ásanna, at umstøðurnar
ikki eru góðar, men loysnin
er avgjørt ikki at hava burð-
arvenjara við sær á sjúkra-
húsið. Heldur skulu kvinn-
urnar krevja frá politikaru-
num at fáa betri burð-
arhjálp frá tí almenna, sigur
Lillian Bondo, forkvinna í
danska felagnum fyri ljós-
møður.
Mia Jiaya Gilling Borg-
man, sálarfrøðingur og
royndur burðarvenjari, sig-
ur, at tað kostar um 6000
krónur fyri ein privatan
burðarvenjara. Fyri tveim-
um árum síðani byrjaði hon
at útbúgva aðrar burðar-
venjarar, og metir hon, at
um 30-40 privatir burðar-
venjarar eru í Danmark:
- Eftirspurningurin er
stórur og vaksandi. Kvinn-
urnar fáa tíverri ikki ta tæn-
astu frá tí almenna, sum vit
kunnu
bjóða
teimum.
Kvinnurnar sakna nær-
leika, umsorgan og tryggl-
eika. Ein burður er týdning-
armikil, og sjúkrahúsini
megna ikki at hjálpa og
fyrireika kvinnurnar nóg
væl til hetta, sigur Mia
Jiaya Gilling Borgman.
Fyrr í hesum mánaðinum
lótu tríggar ljósmøður egna
føðistovu upp í Keypmann-
ahavn. Har bjóða tær burð-
arhjálp fyri 18.000 krónur.
- Ein kvinna hevur brúk
fyri góðari tíð og umsorg-
an, tá hon er við barn og
skal eiga. Júst hetta bjóðar
tað almenna ikki í løtuni.
Ein burður festir seg djúpt í
huganum hjá kvinnuni, og
tí eiga tær at fáa eina ná-
greiniliga frágreiðing um
burðin, sigur Ditte Marså,
jarðarmóður á nýggju føði-
stovuni í Keypmannahavn.
Kelda: Kristeligt Dagblad
Kvinnur keypa
privata burðarhjálp
Á føðideildini á
Landssjúkrahúsinum
liggja í løtuni tvær
kvinnur - Turið
Magnussen og Louisa
Fjallsbak, ið báðar
hava átt tvíburar: -
Vit hava fingið dygg-
an stuðul, góða hjálp
og umsorgan, bæði
fyri og eftir burðar-
tíðina, siga tær báðar
við ein munn
BURÐARHJÁLP
Lív Højsted Horsdal
horsdal@sosialurin.fo
12. apríl fingu Louisa
Fjallsbak og Julian Thom-
sen eina gentu og ein
drong. Louisa átti fimm
vikur ov tíðliga við keisara-
skurði, men hóast hetta
gekk alt, sum tað skuldi, og
tvíburarnir hava tað gott:
- Eg havi fingið sera
góða hjálp á Landssjúkra-
húsinum. Allar ljósmøður-
nar og sjúkrasystrarnar á
deildini hava verið óføra
dugnaligar, blíðar og veitt
mær góðan stuðul. Tvíbur-
arnir eru føddir nakað tíð-
liga og mugu hjálpast við at
eta og halda hitanum. Hes-
um hava sjúkrasystarnar
somuleiðis hjálpt mær væl
við. - Tær eru frálíkar barn-
agentur,
sigur
Louisa
Fjallsbak og leggur afturat,
at gjøgnum alla burðartíð-
ina hava jarðarmøðurnar
greitt sær gjølla frá øllum:
- Eg havi alla tíð kent
meg tryggan, og einki ó-
væntað er komið fyri, sum
eg ikki visti frammanund-
an. So eg havi avgjørt einki
at finnast at hesar 11 dagar-
nar, eg havi verið á sjúkra-
húsinum.
Fyri fýra døgum síðan
fingu Turið og Rasmus
Magnussen tvær gentur, ið
vigaðu ávikavíst 3050 og
2800 gramm. Sjálv varð
Turið at kalla tikin á bóli, tá
hon fekk at vita, at hon
gekk við tvíburum:
- Eg mátti líka svølgja
tvær ferðir, men eftir hetta
kendist tað heldur sum eitt
privilegium. Eg eigi trý
børn frammanundan, so
tvíburarnir eru at kalla eft-
irnølarar. So tað er bara frá-
líkt, at tær eru tvær.
Turið sigur seg ongantíð
hava havt tørv á at klaga
um nakað sum helst á
sjúkrahúsinum:
-
Jarðarmøðurnar
og
sjúkrasystrarnar gera eitt
framúr gott arbeiði. Tær
hava veitt mær hjálp, stuðul
og umsorgan eftir tørvi. Eg
átti somuleiðis við keisara-
skurði, og tá vóru tvær
jarðarmøður um meg alla
tíðina. Eg hevði 100% álit á
alt, tær gjørdu. Eftir burðin
hava tær somuleiðis verið
um meg og døtrar mínar.
Her her rætt og slætt sera
hugnaligt og heimligt at
vera, sigur Turið Magnus-
sen at enda.
Í Føroyum tykjast
kvinnur ikki eins
og í Danmark at
vera ónøgdar við
burðarhjálpina frá
tí almenna - tvørt-
urímóti. - Eftir øll-
um at døma hava
vit í Føroyum eina
sera góða burðar-
hjálp. Eingin klagar
um nakað, og tískil
verða heldur ongar
kollveltandi broyt-
ingar gjørdar, sigur
Annika Hoydal,
jarðarmóðir
BARNAKONUR
Lív Højsted Horsdal
horsdal@sosialurin.fo
– Hevði tað verið so
frægt, at barnakonurnar
settu onkur krøv. Eg
haldi, barnakonurnar í
Føroyum
krevja
og
spyrja alt ov lítið. Í síni
heild eru tær ov mynd-
ugleikatrúgvar. Vit gera
tað gott, men tað er altíð
spennandi, tá brúkarin
setir veitaranum krøv, tí
annars menna vit okkum
ongantíð. Í
løtuni hava vit onga
hóming av, hvussu vit
møguliga kunnu gera
okkara arbeiði enn betri.
Nú er tað soleiðis, at vit
fortelja barnakonunum,
hvat tær skulu gera og
geva teimum tað gene-
rella svarið. Sjálvandi
koma onkrar til okkara
við smáum ynskjum av
og á, men av hesum
menna vit okkum ikki,
og tískil verða ongantíð
nakrar
kollveltandi
broytingar í arbeiðnum,
sigur Annika Hoydal,
jarðarmóðir
á
føði-
deildini
á
Lands-
sjúkrahúsinum.
Í Danmark keypa alt
fleiri danskar kvinnur
sær stuðul, umsorgan og
tryggleika, áðrenn tær
fara á føðistovuna at
eiga,
meðan
aðrar
kvinnur rætt og slætt
ikki taka ímóti burðar-
hjálp frá tí almenna, tí
jarðarmøðurnar hava ov
nógv at gera og skulu
ofta ansa eftir fleiri
barnsburðum í senn,
men hetta er í løtuni
eingin trupulleiki í Før-
oyum, tí á føðideildini á
Landssjúkrahúsinum
eru altíð tvær jarðar-
møður til taks, og Ann-
ika Hoydal sigur, at tað
er rættiliga sjáldan, at
tað er brúk fyri fleiri:
- Í Føroyum eru føði-
deildirnar smáar, so vit
hava sjálvandi ikki sama
trupulleika, sum tey í
løtuni dragast við í Dan-
mark, har føðistovurnar
eru ov stórar, og ov fáar
jarðarmøður eru til ar-
beiðis. Tá ein kvinna
eigur í Føroyum, er tað
sera sjáldan, at hon
noyðist at deila sína
jarðarmóður við aðra
barnakonu. Men hóast
hetta, haldi eg, barna-
konurnar saktans kundu
sett okkum krøv, leggur
Annika Hoydal afturat.
Somuleiðis
heldur
Annika Hoydal, at pol-
itikkararnir áttu at farið
og gjørt eina kanning
fyri at staðfesta, hvat er
gott á føðideildunum í
Føroyum, og hvat møg-
uliga kann gerast betri:
- Okkara stóri dreym-
ur er at gera eina full-
fíggjaða kanning fyri
rætt og slætt at kanna,
hvat barnakonur veru-
liga ynskja sær og hava
tørv á. Kanska áttu vit at
farið út á aðrar føði-
deildir uttanlands at
kanna, hvussu tey gera
sítt arbeiði fyri síðan at
koma heim aftur við
nýggjum
íblástri
og
síðan gjørt eina skipan,
ið riggar væl. Sum nú er,
gissa vit at kalla í okkara
arbeiði, hóast vit altíð
royna at gera okkara
besta, ber Annika Hoy-
dal at enda fram.
Annika Hoydal, jarðarmóðir:
- Føroyskar
barnakonur
krevja ov lítið
Tvær tvíburðafamiljur: Rasmus og Turið Magnussen og Louisa Fjallsbak og Julian Thomsen
- Hava ikki tørv á betri burðarhjálp
- Tvíburarnir hjá Turið og Rasmus eru ikki eineggjaðir, men líkjast. Genturnar viga ávikavíst
3050 og 2800 gramm og eru 49 og 48 cm til longdar
- Beiggin og diddan hjá
Louisu og Julian vigaðu
1665 og 2210 gramm.
Hóast tvíburarnir eru
føddir fimm vikur ov
tíðliga, hava teir tað gott.