Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-24, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. apríl 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 78 - 24. apríl 2006 Flaggdagsrenning í Trongisvági Flaggdagin 25. apríl skipa gongufelagið Hvistan og Blóðgevar í Suðuroy fyri kapprenning, ið byrjar kl 15.00 við skúlan í Trongisvági. Eins og hini árini verður teinurin 5 km, tó fyri yngstu børnini 3 km. Heiðursmerki verða latin fyri bestu tíðirnar, og  tilmeldingin byrjar kl 14.30. Frukt, te og kaffi verða at fáa aftan á loknað kapping. Luttøkugjaldið er kr 30 fyri vaksin og kr 10 fyri børn. Tey, ið ikki halda seg til at renna eru sjálvandi vælkomin til at spáka teinin. –– Jógvan Arge heldur flaggrøðu í Kollafirði Sum vanligt verður aftur í ár skipað fyri flaggdagshaldi í Kollafirði, har skótaliðið Túgvan skipar fyri. Skótar og ítróttarfólk møta við Bygdahúsið kl. 14.45, har skrúðgonga fer út í skúlagarðin. Flaggdagshaldið byrjar kl. 15.00 í skúlagarðinum, har Jógvan Arge fer at halda flaggrøðuna í ár. Kristiliga sangkórið og barnakórið Bros syngja. –– Sólfinn Hansen heldur røðu í Fuglafirði Fuglafjarðar Hornorkestur skipar fyri flaggdagshaldi við bókasavnið í Fuglafirði Flaggdagin kl. 15.00. Sólfinn Hansen heldur røðu. –– Tríggir túrar flaggdagin Føroya Ferðaleiðarafelag hevur avgjørt er at halda altjóða ferðaleiðaradagin flaggdagin 25.apríl. Aftan á flaggdagshaldið á Vaglinum í Havn verða tríggir ymiskir túrar við ferðaleiðara, hvør umleið ein tíma: 1. Frá Gamla Bókhandli út í Tinganes 2. Frá standmyndini (Nólsoyar Páll) í Vágsbotni í vesturbýin 3. Av Kongaminni oman á Kongabrúnna, ”I kongens fodspor” . – Vit vóna at nógv fara at nýta hetta høvi at hoyra meira um Havnina, siga ferðaleiðararnir. –– Flaggdagshald í Hvalvík Skótaliðið Borgin í Hvalvík skipar fyri Flaggdagshaldi við skúlan í Hvalvík týsdagin 25. apríl kl. 16:00. Jørgen Niclasen, løgtingsmaður talar, Eiðis Ljómfelag spælir og Sundakórið luttekur við sangi. Skótar og róðrarfólk møta í Gamla skúla kl. 15:45. Aftaná verður ókeypis kaffi og ábit í skúlanum. Tombola verðue eisini til frama fyri skótaarbeiði, sigur Skótaliðið Borgin. –– Flaggdagshald í Húsavík Flaggdagin 25. aqpríl skipa KFUK-skótarnir í Sandoynni fyri flaggdagshaldi í Húsavík kl. 15.00. CharlottaThorsteinsson, lærari úr Klaksvík heldur flaggdagsrøðuna og skótarnir ganga skrúðgongu. Aftan á er møguligt at hugna sær við einum drekkamunni í ungmannafelagshúsinum Sólarris, har livandi tónleikur væntandi eisini verður at hoyra, sigur Skótaliðið Vørðan. –– Flaggdagshald í Leirvík Flaggdagshaldið verður týsdagin 25. apríl Kl.15.00. Kjartan Joensen løgtingsmaður flytur fram røðu og kórið Gøta/Leirvík syngur, síðan verður kondibingo sum endar inni í skótahúsinum har kaffi/tea, vaflir og saft er at fáa ókeypis, siga KFUM skótarnir í Leirvík, sum heita á skótarnar um at møta kl1430 við skótahúsið. –– Tobbi heldur røðu í Runavík Á flaggdagshaldinum í Runavík í morgin fer Tórbjørn Jacobsen, løgting- smaður, at halda røðu, meðan Hornorkestrið spælir. Skrúðgongan fer frá Glyvra skúla kl. 14.45. Nevndin, sum í fjør varð sett at gera eina meting av tørvinum av at dagføra Vága Floghavn og kostnaðin av hesum, í sambandi við eina yvirtøku av flogvøllinum, hevur nú latið landsstýrinum og donsku stjórnini eina frágreiðing FLØGVØLLUR   Tað kemur at kosta á leið 180 milliónir krónur at leingja flogbreytina úr 1250 metrum upp í 1450 metrar, meðan kostnaður verður á leið 280 milliónir, verður breytin longd til 1600 metrar. Umframt verður mett at tað kemur at kosta eitt stað millum 55 og 85 milliónir krónur at dagføra Vága Floghavn – eitt nú terminalin, flúgvarabásar og annað. Hetta eru nakrar av niðurstøðunum í frágreiðingini frá føroysk- donsku serfrøðinga- nevndini. Nevndin varð sett eftir at løgmaður og danski forsætisráðharrin í apríl í fjør samdust um at farast skuldi undir fyrireikingarnar at føroyskir myndugleikar yvirtaka Vága Floghavn. Semja var somuleiðis um at niðurkapitalisera Íleggingargrunnurin fyri Føroyar við somu upphædd, sum tað kostar at útbyggja og dagføra flogvøllin.  Við støði í frágreiðingini frá serfrøðinganevndini og felagslýsingini frá 4. apríl 2005, fer Føroya landsstýri nú at viðgera málið um at føroyskir myndugleikar yvirtaka Vága Floghavn og at taka støðu til útbyggingina av flogvøllinum. Yvirtøka og dagføring av Vága Floghavn Flaggdagshald í øllum Føroyum