Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-24, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. apríl 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 78 - 24. apríl 2006  Sambært 76 ára gamla Justa Poulsen úr Havn, var tað Sigert úr Kirkjubø, sum kom við merkinum. Hann hevði tað við úr Finnlandi, og var tað búmerkið hjá einum finskum bátafelagi Flaggsøga Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Justi Poulsen úr Havn, sum er faðir Sofus Poulsen listmálara, greiðir soleiðis frá: – Fyri meg, og onnur við mær, hevur tað altíð verið ein veruleiki, at tað var Sigert í Kirkjubø, sum kom við hugskotinum um Merkið. Í okkara familju og í umhvørvinum rundan um Gamla Danmark og abba mín Seglmakaran, hevur hendan søgan altíð verið søgd sum sonn. Eg minnist serliga væl ta einu ferðina, eg hoyrdi søguna, tí tað var í sjeyti ára føðingardagshaldinum hjá abba mínum, Seglmakaranum. Tá havi eg verið eini 20 ára gamal, og tað hevur verið í 1949, ella eini 9 ár eftir, at Merkið varð góðkent. Føðingardagurin var hildin í Gamla Danmark, og har vóru nógv fólk hjástødd, tá eg hoyrdi teir gomlu práta um flaggið. Og teir vildu allir vera við, at tað var Sigert í Kirkjubø, sum kom við hugskotinum til føroyska flaggið. Og abbin plagdi at siga frá, at Sigert, á eini heimferð síni gjøgnum Finnland, fekk hendur á einum vimpli, ið var búmerkið hjá einum finskum bátafelagi. Vimpulin var litaður sum finska flaggið, men við einum reyðum krossi innan í, eins og litirnir á merkinum. Sigert hevði fyri vana, til tess at leita upp føroyskar sjómenn og at frætta nýtt heiman, at vitja umborð á norðurlendskum skipum, har hann kom fram. Komin til Svøríkis kemur hann fram á eitt skip, har hann hittir abba mín, gamla vin sín, Andreas M. Andreassen, nevndur Seglmakarin, úr Gamla Danmark í Havn. Og tað var í hesum sambandi, at Sigert vísti honum vimpulin og tók soleiðis til: Hetta skal vera føroyska flaggið. Síðani segði Sigert, at hann ætlaði sær til Danmarkar, har hann skuldi vísa vimpulin fyri føroyingunum í útisetaumhvørvinum har. Fyri Justa Poulsen hevur søgan um Sigert og flaggið altíð verið partur av lívsførningi hansara, og hann sigur, at fyri teir gomlu, sum komu í Gamla Danmark, var hon bara veruleikin, sum hann var. Sostatt var spurnartekin ikki sett við frágreiðingina og teir prátaðu um hana, sum einasta sannleikan. Teir gomlu, sum Jústi sipar til, vóru eitt nú Dánjal í Horni, pansarin (Jákup Hans á Dalavegnum), Jóhannes í Rituvík, Hanni í Kina og Kjartan Mohr. Teir prátaðu eisini um ósemjuna um veðrin og tjaldrið og at krossmerkið vann, sigur Justi Poulsen, sum í dag 76 ár og pensionistur. Hann hevur alla sína tíð var arbeiðsmaður, eitt nú í eitt langt tíðarskeið hjá Thorhavns Mælke- og Margarinforsyning. Var í Finnlandi Sambært Turið Sigurðar- dóttir, sum skrivaði bókina Sigert, hevur hon ikki hoyrt hesa søguna fyrr, men at hon tó kann vera sonn. Ævintýrararin Sigert O. Patursson føddur í Kirkjubø tann 15. okt 1869, triðiyngstur av seks syskjum. Hann var ferðamaður alt lívið, høvundur, røðari og hugsingarmaður sum fáur. Hann ferðaðist kring allan heimin, eitt nú í Sibiria, Russlandi, Mongolínum, Evropa og Egyptalandi og hevði eisini sínar avgjørdu meiningar um, hvussu heimurin átti at verið skipaður, við Føroyum og sær sjálvum sum fyrimynd. Í bókini eru brot úr greinum, sum Sigert hevur skrivað, har hann millum annað skjýtur upp, at føroyska flaggið skal vera reytt og blátt. Hetta er í 1925, ella nøkur ár eftir at útisetarnir á Garði ella Regensinum, hava kunngjørt Merkið. Hetta kundi týtt uppá, at um Sigert var kom við vimplinum úr Finnlandi til Danmarkar, so hevði hann slept hesum hugskotinum nøkur ár seinni. Men Turið Sigurðardóttir sigur, at tað als ikki er ósannlíkt at søgan hjá Justa er sonn, tí Sigert millum annað var staddur í Finnlandi og Svøríki í árunum 1913- 15, umframt at hann hevði nógvar tankar um tjóðina og tjóðarbygging. – Men av mongum varð Sigert ikki tikin fyri fult, sigur Turið, tí sum hon sigur á baksíðuni: Sigert var sín egin. Vit hava roynt at fáa fólk úr Kirkjubø at vátta søguna um Sigert, men tey siga seg ikki kenna til hana, hóast onkur teirra sigur seg ørminnast okkurt um hana. Sigert I, Helsingfors, 1912, stendur á myndini Merkið – búmerki úr Finnlandi? Langasandur: Gongur so sum Sunda kommuna vil og sum Blái Krossur í Føroyum ynskir, so kann Langasandur gerast staðið, har ein nýggjur viðgerðarstovnur fyri fólk við rúsdrekkatrupulleikum kemur at liggja í framtíðini. Henda fráhaldsrørslan hevur nevniliga ætlanir at leggja viðgerðarstovn sín uttanfyri Havnina, og hevur á fundi við kommununa sett fram hetta ynskið á Langasandi. Støðan á Langasandi er hon, at ætlaða økið er útlagt til sethús sambært byggisamtyktini. Sagt verður tó, at í samband við búðstaðirnar ber til at innrætta høli til handlar, onnur vinnuendamál og stovnar, treytað av, at hesi virki ikki eru til ampa ella lýta dámin á økinum sum sethúsabygging. Sum er, er eingin vegur er til grundøkið. Tekniska umsiting hjá kommununi metir, at vegurin og grundøkið kunnu planerast fyri uml. 1 mill. kr. Á bygdaráðsfundi í kvøld skal støða takast til hesa umsóknina, sum fíggjarnevndin í kommununi hevur sagt gott fyri. Ætlanin er eisini, eftir góðum fyrisitingarsiði, at grannarnir í økinum skulu hoyra í málinum, av tí at nýtslan á økinum broytist, um loyvið altso verður givið í kvøld. sb.   Norðskáli: Líkt er til, at tað eru mong sum ynskja at búseta seg í Sunda kommunu. Í løtuni hevur kommunan nevniliga fleiri umsóknir frá fólki sum eru sinnað at fáa grundøki við Norðskála. Av hesi orsøk hevur umsitingin í kommununi sent umsókn til Búnaðarstovuna fyri at keypa neyðugt øki til eini 20 grundstykkir til hetta. Sagt verður, at henda ætlaða útstykkingin er í tráð við byggisamtyktina í kommununi. Upplýst verður, at í ár eru játtaðar 1 mill. kr til útstykkingar, ið eru ætlaðar til útstykking við Norðskála. Tekniska umsitingin í Sunda kommunu metir at kostnaðurin fyri útstykkingina verður uml. 4 mill. kr. Mælt verður til, at so skjótt sum kommunan hevur ognað sær lendið, verður farið víðari at projektera og bjóða arbeiði út. Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum, og heitir á fíggjarnevndina um, at viðgerða tann fíggjarliga spurningin. At játta 3.mill. kr. Á heimasíðuni hjá Sunda kommunu verður upplýst, at fíggjarnevndin mælir bygdaráðnum til at fylgja tilmælinum frá teknisku nevnd, og gera eina eykajáttan áljóðandi 3 mill. kr. Eykajáttanin verður fíggjað av innistandandi peningi, meðan tann eina mill. fer av tí, sum er sett av á fíggjarætlanini. Á bygdaráðsfundi í kvøld kemur hetta uppskotið til viðgerðar. sb.  Blái Krossur við nýggjum viðgerðarstovni Mugu útvega 20 grundøkir aftrat