Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-24, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. apríl 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 78 - 24. apríl 2006 Føroyskir myndug­ leikar fara nú undir eina víttfevnda ætlan, sum hevur til endamáls at bøta um heilsustøðuna hjá føroyingum Fólkaheilsuætlan Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Føroyingar skulu hava eitt longri og betri lív! Tað er endamálið við eini víttfevndanri fólka­ heilsuætlan, sum Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, hevur lagt fyri Løgtingið. Fólkaheilsuætlanin er ein liður í Visjón 2015 og endamálið er at vísa á týdningin av at hava eina góða heilsu, og at vísa á, hvat vit kunnu gera fyri at betra um okkara heilsustøðu. Somuleiðis skal fólka­ heilsuætlanin verða grund­ arlagið undir framtíðar fólka­heilsupolitikkinum í Føroyum. Hans Pauli Strøm sigur, at í londunum rundamum okkum gerast alsamt fleiri fólk sjúk orsakað av livi­ háttinum og mangt bendir á, at sama gongdin eisini ger seg galdandi í Føroyum. Hesar fólkasjúkurnar hava við sær stórar avleiðingar fyri bæði tann einstaka og fyri samfelagið sum heild. Hesi viðurskiftini eru vælkend og vællýst í londunum, vit vanliga samanbera okkum við, og hava stjórnirnar í hesum londum tí í mong ár orðað fólkaheilsuætlanir, sum snúgva seg um bæði yvirskipað viðurskifti og um einstakar vandatættir og fólkasjúkur. Neyðugt við eini heildarætlan Landsstýrið heldur, at politikkurin, sum higartil hevur verið førdur á fólka­ heilsuøkinum, ikki hevur verið nóg miðvísur. Ymsir almennir myndugleikar, stovnar og ráð hava eins og felagsskapir hvør í sínum lagi skipað fyri støkum og spjøddum tiltøkum fólkaheilsuni at frama. Men tað almenna hevur ikki havt ein yvirskipaðan fólkaheilsupolitikk, sum hevur til endamáls at betra um heilsustøðuna sum heild hjá føroyingum. Landsstýrið er sannført um, at av tí, at vandatættir og fólkasjúkur eru so nær tengd at hvørjum øðrum, er neyðugt við eini heildarfatan av heilsuviðurskiftunum og harvið við miðvísum, munadyggum og sam­ skipaðum heildar­tiltøkum. Við støði í hesum hevur landsstýrið tikið stig til at orða ein fólkaheilsupolitikk, sum miðar eftir at styrkja almennu heilsustøðuna hjá føroyingum, sum eggjar til heilsugóða lívs­førslu, sum mennir heilsufremjandi viðurskifti og fyribyrgir sjúkuelvandi og heilsuskaðiligum við­ urskiftum sum heild í samfelagnum. Hans Pauli strøm sigur, at hendan ætlanin fevnir bæði um heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi tiltøk. Fríggjadagin fer Løgtingið at hava aðalorðaskiftið um ætlanina. Ikki minst stendur illa til hjá sjómonnum, tí sera nógvir sjómenn eru alt ov feitir, vísir ein kanning Fólkaheilsuætlan Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Annarhvør føroyingur er ov feitur! Tað vísir ein kanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Fyribyrgingarráðið. Í fólkaheilsuætlanini, sum nú er løgd fyri Løgtingið, verður staðfest, at høvuðsorsøkirnar til vit verða ov feit, er, at vit eta ov nógv, eta skeivan mat og røra okkum ov lítið. Heimsheilsustovnurin WHO hevur mett, at heldur gongdin fram, fara eini 60- 70% av evropearum at viga ov nógv í 2030. – Yvirvekt er ein stórur trupulleiki bæði fyri tann einstaka og fyri samfelagið, sigur hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í nýggju fólkaheilsuætlanini, sum hann legði fyri Løgtingið frígjjadagin. Hann leggur afturat, at tey, sum viga ov nógv, eru í øktum vanda fyri at fáa ymsar fólkasjúkur orsakað av liviháttinum. – Fyri samfelagið hevur tað við sær øktar út­reiðsl­ ur fyri heilsu- og al­manna­ verkið. Annarhvør ov feitur Kanningin, sum Fyri­ byrgingarráðið hevur staðið fyri, vísir, at eisini vit í Føroyum eiga at taka henda trupulleika í størsta álvara. – Kanningin vísir, at annarhvør føroyingur vigar ov nógv. Av hesum eru 35% í bólkinum, sum eru tey, ið viga ov nógv, men 10-15% eru í tí bólkinum, sum eru beinleiðis feit. Somuleiðis hevur Deild­in fyri Arbeiðs- og Al­mannaheilsu kannað BMI hjá sjómonnum og har stendur ikki frægari til. Allir sjómenn skulu hava heilsuprógv, áðrenn teir kunnu mynstra. Í hesum sambandi verða teir kann­ aðir hjá lækna, sum millum annað mátar hædd og vekt. Í árinum 2001-2004 vórðu 4.332 sjómenn kannaðir og úrslitið vísti, at hesir høvdu eitt BMI upp á 26,8 í míðal. Tað skal ikki vera meiri enn 24,9. Ein rættiliga stórur partur av teimum høvdu eitt BMI, sum var hægri enn 30. – Hetta vil við øðrum orðum siga, at sera nógvir sjómenn viga ov nógv, og nógvir eru beinleiðis feitir og tískil eru teir í øktum vanda fyri at fáa eina ella fleiri fólkasjúkur orsakað av liviháttinum. Børn og ung eru sum í øðrum londum Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu hevur eisini kannað BMI hjá føroyskum børnum og hevur samanborið úrslitini við BMI hjá javnaldrum aðrastaðni í Evropa. Kanningarnar av børnum, sum eru fødd í 1986-1987, vísa, at BMI er áleið tað sama hjá 7 og 14 ára gomlum børnum í Føroyum sum aðra staðni í Evropa. Tá ið tey eru 7 ára gomul, vigaðu næstan eingi føroysk børn ov nógv, men 14 ára gomul høvdu 7% av dreingjunum og 10% av gentunum eitt BMI, sum var hægri enn 25, og 1% av dreingjunum og 2% av gentunum høvdu eitt BMI, sum var hægri enn 30. Hesi tøl samsvara væl við donsk tøl fyri 14-16 ára gomul børn í 1996 og 1997. Við at máta BMI (Body Mass Index) ber til at staðfesta, um eitt fólk vigar ov lítið, hevur røttu vektina ella vigar ov nógv. BMI er lutfallið millum vekt og hædd og tað verður roknað soleiðis út, at vektin í kilo verður býtt við hæddini í metrum og so verður talið býtt einaferð afturat við hæddini í metrum. Sum dømi kunnu vit taka eitt fólk, sum er 1,70 metrar til hæddar og vigar 80 kilo. Fyri at finna BMI, skal 80 fyrst býtast við 1,70. Tað gevur 47,05 og tað verður so aftur býtt við 1,70. Úrslitið verður so 27,67 og tað er BMI. Hjá vaksnum fólki skal BMI vera ímillum 18,5 og 24, 9, sum er rætta vektin. Er BMI lægri, vigar fólki ov lítið, og er BMI hægri, vigar fólki ov nógv. BMI hjá børnum er eitt sindur lægri enn hjá vaksnum. Føroyingar skulu liva longri og betri Annarhvør føroyingur er ov feitur Hans Pauli Strøm, lands­stýr­ ismaður, hevur nú sett hol á eina víttfevnda ætlan, sum, skal fáa føroyingar at liva bæði betri og longri Hendan myndin vísir BMI hjá sjómonnum. BMI skal vera ímillum 18,5 og 24,9, men sum tað sæst, liggja heilt nógvir sjómenn langt omanfyri tað og teir eru tískil í størri vanda fyri at fáa heilsubrek. Hendan myndin vísir, hvussu føroyingar viga hesi seinastu trý árini. Myndin vísir, at eini 35% viga ov nógv men at ímillum 10 og 15% eru beinleiðis feit. Sostatt vigar annarhvør føroyingur ov nógv. Myndin vísir eisini, at støðan er ikki batnað seinastu árini Soleiðis kannar tú, um tú vigar ov nógv Í myndunum niðanfyri eru úrslitini av kanningunum av teimum føroysku børnunum samanborin við kanningar av miðal BMI hjá børnum í Svøríki, Kýpros og Italia. Myndirnar vísa, at hjá bæði gentum og dreingjum eru bæði miðal BMI og gongdin í miðal BMI nøkulunda eins í teimum fýra londunum. Vert er at leggja til merkis, at í báðum kanningunum økist miðal BMI, frá tí at børnini eru 7 ára gomul, til tey eru14 ára gomul