mánadagur 24. apríl 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 78 - 24. apríl 2006
9
Creme de la creme á Asfalt
Ert tú til jazz??? Gleð teg!!!
Um føroyingar eiga nakrar veruligar jazzrottur,
so er ongin ivi um at limirnir í “Jazztrio” eru nakrar
teirra. Um ein nevnir Arnold Ludvig, Rógva á Rógvu
og Leiv Thomssen, so renna tankarnir beinanvegin
mótvegis jazztónleikinum. Teir eru kanska best kendir
úr superbólkinum “Plúmm”, men sanniliga eisini er vert
at nevna, at teir vóru ein týðandi partur av “Terji og
Føstufressar” bólkinum. Felags fyri hesar tríggjar er,
at teir uttan iva eru millum teir allarbestu føroyingar á
sínum ljóðføri. Tá ið teir finna saman, plagar tónleikurin
at gerast eitt bland av jazzi og funkið.
Arnold og Rógvi vístu veruligar dygdir við at kappast
móti sær sjálvum á stóru AME-finaluni í apríl 2005 – teir
spældu seg í finaluna við ikki færri enn tveimum bólkum.
Og teir gjørdu heldur ikki minnið enn at vinna finaluna
við “Go Go Blues”.
Arnold (bass) hevur í nógv ár verið virkin á Kanadiska
tónleikapallinum, Rógvi (trummur) var virkin í Íslendska
tónleikapallinum og Leivur hevur í leingi verið virkin
á danska tónleikapallinum. Nú eru teir aftur samlaðir í
heimlandinum, og hetta sleppa vit at merkja á Asfalt.
Petur Háberg á Asfalt
Í singer/songwriter kappingini í fjør vetur trein eitt nýtt
talent á føroyska tónleikapallin. Petur Háberg vísti síni
kynstur sum lagsmiður og sangari, tá ið hann vann seg í
finaluna í kappingini. Tað sum eyðkennir tónleikin hjá
Petur Háberg er, at tað er gospeltónleikur í einum nútímans
hami. Hóast Petur er ein sokallaður singer/songwriter, so
eru løgini hjá Petur rættiliga rokk/poppkend.
Tá ið Petur luttók í kappingini í fjør vann hann sær nógv
hjørtu. Í finaluni var hann ein sannur puplikumsfavorittur,
so tað er onki løgi at fyrireikarirnir á Asfalt hava biðið
Petur um at luttaka, tí at hann er sera undirhaldandi at
hyggja og lurta eftir.
Hann er ein fínur gittarleikari, men hansara veruliga
styrki er røddin. Hann syngur nokkso frekt og arbeiðir
nógv við tí trýsti, ið hann leggur á røddina. Hetta gevur
tónleikinum eina eyka dimensión.
Petur er ikki bangin fyri at greiða frá hvat ið løgini
snúgva seg um, og hann smæðist ikki fyri at siga eina
stuttliga søgu.
Leygardagin skipaði
GHM fyri eini
familjukonsert í
Skipasmiðjuni.
Hetta er helst fyrstu
ferð at ein konsert
varð hildin har, men
tað verður neyvan
seinastu ferð. Laila
Carlsen Hansen var
ein av sangaranum
á konsertini, og hon
var sum heild sera væl
nøgd við tiltakið
Familjukonsert
Rókur Jákupsson Jakobsen
rokur@sosialurin.fo
Fyri einum mánað síðan byrj
aðu Laila Carlsen Hansen
og Jóannes Lamhauge at
venja saman við GHM.
Og leygarkvøldið varð
úrslitið lagt fram fyri
almenninginum. Børn sum
vaksin vóru sera væl nøgd
við eina hugnaliga løtu í
Skipasmiðjuni í Havn.
Plásstrot í
Skipasmiðjuni
Tað er ikki oftari enn so at
vit upplivað familjukonsertir
her á landi. Men hetta vildu
tey í GHM gera nakað við.
Tey valdu at skipað fyri
eini konsert, og tey spældu
Disney sangir burturav.
Disney verður sum oftast
sett í samband við tekni
filmar, og leygardagin var
onki undantak. GHM, Laila
Carlsen Hansen og Jóannes
Lamhauge framførdu 4
sirpur (medley) av kendum
Disneyløgum.
Hesar
sirpur vóru frá 4 ymiskum
teknifilmum: “Klokkarin
frá Notre Dame”, “Junglu
bókin”, “Aladdin” og “Lion
King”.
Av tí at hetta var fyrstu ferð
at ein slík konsert varð hildin
í Skipasmiðjuni, vistu tey í
GHM ikki hvørja undirtøku
tey kundu vænta, men tá ið
konsertin fór av bakkastokki
mundu eini 300-400 fólk
verða til staðar. Laila greiður
frá, at tey gjørdust ikki sørt
kløkk tá ið tey sóu tí stóru
mannfjøldina, og hetta gjørdi
bara tiltakið enn stuttligari.
“Í veruleikanum høvdu
vit plásstrot. Av tí at Skipa
smiðjan er eitt arbeiðspláss,
er rættiliga skitið á gólvin
um. Men vit rullaðu pappír
á gólvi, og so bóðu vit
børnini um at koma at seta
seg á pappíri framman fyri
pallin. Hetta riggaði ordiliga
væl, og gjørdi tiltakið enn
hugnaligari”, sigur Laila
Carlsen.
Annars metir Laila, at
hølini riggaðu rættiliga væl
til tiltakið. “Hóast hølini ikki
eru optimal, so letur tað seg
væl gera at fáa tað at ljóða
gott har inni. Vit hongdu
teppir upp á veggirnar, fyri
at hetta skuldi doyva ljóðið,
og hetta riggaði væl”.
Sera dugnaligur
framsøgumaður
Laila sigur við Sosialin, at
konsertin gekk sera væl. “Tað
var ikki bara tað tónleikaliga
sum gekk væl, men sanniliga
skal
framsøgumaðurin
nevnast. Tað var Kári Bæk
sum var settur at røkja hesa
uppgávu. Hann megnaði at
leiða børnini og foreldrini
ígjøgnum allar søgurnar, og
børnini livdu seg veruliga
inn í sangirnar”, greiður
Laila frá.
“Tað sum var serliga stutt
ligt var, at hetta var fyri
børnini. Tey hugnaðu sær
óført, og tað ger tað eisini
sera stuttligt hjá okkum
sum spæla og syngja. Tá ið
frásøgumaðurin greiddi frá
søgunum svaraðu børnini
aftur, so hetta gjørdist ein
hugnalig luttakandi kon
sert”.
Laila og Jóannes
“Tað riggaði sera væl at
syngja saman við Jóannes.
Hann er ein fínur sangari og
entertainari”, greiður Laila
frá. Av tí at flestu søgurnar í
hesum Disneysangum hava
ein mannligan høvuðsleiklut,
sang Jóannes eitt sindur meiri
enn Laila. “Eg havi fingið
onkrar viðmerkingar um, at
eg kanska átti at sungið eitt
sindur meir, men eg haldi
at eg og Jóannes býttu tað
væl ímillum okkum”, sigur
Laila.
Fyri Lailu var øll konsertin
eitt langt hæddarpunkt.
Men um hon skal draga
eitt persónligt hæddarpunkt
fram, so skal tað verða tá ið
hon sang lagið “God Help
The Outcasts” úr “Klokkarin
frá Notre Dame”. “Hesin
sangurin snýr um at vera eitt
útskot, og eg haldi at flest øll
hava vit onkuntíð merkt hesa
kenslu á okkara egna kroppi.
Eg haldi eisini at hetta var
ein rørandi løta hjá mær og
áskoðarunum”, sigur Laila
Carlsen Hansen at enda.
Fyriskipararnir lovaðu at
Asfalt skuldi verða eitt
fjølbroytt tiltak. Og tað má
man siga at tað verður. Í
dag var “Rútmiska Kórið í
Hoydølum” kunngjørt.
Rútmiska Kórið í Hoy
dølum er sera týdningarmikið
– ikki bara sum eitt gott
og frískt kór, men eisini
sum
ein
mentunarlig
institutión. Kórið hevur
fostrað eina ørgrynnu av
tónleikarum og sangarum,
og hevur seinastu nógvu árið
framført serliga spennandi
og nýskapandi konsertir og
sangleikir. Fleiri av okkara
kendastu
tónleikarum
hava slitið tónlistarligu
barnaskógvarnar í Rútmiska
Kórinum í Hoydølum.
Rútmiska Kórið í Hoy
dølum hevur luttikið í stórum
verkætlanum sum Skeyk,
Hair, GodSpell og ikki minst
Jósef og tað ótrúliga litfagra
dreymakotið. Í løtuni venur
kórið til eina stóra uppseting
av tí stóra sangleikinum
“Fame”.
Kórið er altíð í eini støð
ugari menning, og tann
javna útskiftingin av fólkið
ger, at kórið altíð hevur ein
frískan dám yvir sær. Tað
er Zakaris Sørensen sum
stjórnar kórinum. Júst hvat
ið kórið fer at framføra á
Asfalt, veit undirritaði ikki,
men eitt er vist. Hetta kórið
er væl øðrvísi enn hini kórini
í landinum, og tað er altíð
eitt stuttligt og spennandi
upplivilsi at hoyra hesar
ungu sangarar.
Rútmiska Kórið í Hoydølum
luttekur á Asfalt
Disneykonsert í Skipasmiðjuni
Laila og Jóannes
syngja
Mynd: Jens K. Vang