mánadagur 24. apríl 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 78 - 24. apríl 2006
Í sambandi við, at Jógvan
Páll Lassen advokatur hevur
fingið Dan Klein blaðstjóra
á Oyggjatíðindum dømdan
at mortifisera úttalilsi hjá
undirritaða Bergi Wardum,
skal verða gjørt vart við, at
undirritaði hevur tikið vitnis
ábyrgd av sínum úttalilsum
og heldur fast við tey.
Av tí at dómurintók støði í,
at Dan Kleinátti at víst størri,
eftir at hann varð dømdur
at hava ærumeitt Joen H.
Andreasen, fyrrverandi sorin
skrivara, við at hýsa úttalils
um hjá undir ritaða, og við
tað at fyrn ing arfreistin ein
ans er hálvt ár, skal fyrn ing
ar freistin fráfallast í nevndu
málum.
Heitt verður á Jógvan Páll
Lassen advokat og Joen H.
Andreassen, fyrr ver andi
sorinskrivar og løg tingsins
umboðsmann, at reinsa seg
ella at tvinga Dan Klein
blaðstjóra á Oyggjatíðindum
at uppfylla nevndu dóm ar
við at stevna undir rit aða,
ið eigur úttalilsini, og við
kravi um morti fika sjón fyri
at fáa stað fest, um dómarnir
kunnu upp fyll ast, ella um
rætt ur in eig ur at afturkalla
dóm arnar.
Tað hevði verið meira
virðiligt, um nevndu løg frøð
ingar, Jógvan Páll Lassen og
Joen H. Andreassen, eins
og rætt ur in vístu virðing
fyri § 77 í Grundlógini og §
10 í Mannarættindakonven
tión ini, ið heimilar tali- og
skrivifrælsi undir egn ari
ábyrgd, og lótu vera við at
avrætta bakara fyri smið við
dómum, ið einans kunnu
uppfatast, við at okkurt
skuldi verjast, ið ikki toldi
dagsins ljós, ið er tað sama
sum Berufs ver boten!
Sunnudagin var tunnilsrenning, og fleiri tús
und fólk fóru fyri fyrstu ferð yvir um Lorvíks
fjørð til gongu. Hetta er í roynd og veru ein
stórhending og Føroyar verða ongantíð tær
somu eftir hendan tunnilsrenningardag. Eftir
hendan dag hava 85% av landsins borgarum
fast samband, og Føroyar eru ikki longur nakað
beinleiðis oyggjasamfelag. Norðoyatunnilin
er eitt ómetaligt framstig, sum vit eins og øll
onnur fegnast stórliga um. Vit øll eiga sam
stundis nú so smátt at fara at gera okkum greitt,
hvat hetta merkir, at Føroyar ikki longur eru eitt
oyggjaland eins og tær vóru fyri allar tunnils
gerðirnar.
Hvat merkir eitt so nógv broytt undirstøðu
kervi? Hvussu skulu vit planleggja og hvussu
skulu vit útbyggja framyvir? Hvat merkir hetta
grundleggjandi broytta undirstøðukervið fyri
samfelagsbygnaðin. Tað kann uttan víðari
staðfestast, at nýggja undirstøðukervið broytir
nógvar fortreytir fyri tí samfelagsbygnaði, ið
higartil hevur eyðkent Føroyar. Hesin bygnaður
hevur í stóran mun verið merktur av, at vit eru
eitt oyggjasamfelag. Hetta vil so aftur siga, at vit
hava havt nógvar smáar eindir innan almenna
bygnaðin. Hetta er sera dýrt og órationelt.
Hetta er ein forðing fyri fullnýtslu av landsins
fíggjarliga og menniskjansliga tilfeingi.
Tað er tískil neyðugt at farið verður undir
eitt alment orðaskifti um tær samfelagsligu
fylgjurnar av tí broytta undirstøðukervinum.
Vit siga als ikki, at allir almennir stovnar
skulu miðsavnast í Tórshavn. Tað verði langt
frá okkum at halda tað. Men spurningurin er,
um vit ikki verða noydd at hugsa í nýggjum
sporum. Hetta merkir, at vit noyðast at líta
at øllum fortreytum og øllum skipanum. Vit
noyðast at endurskoða skúlaverk, heilsuverk
og allar almennar tænastur og so royna at finna
eina breiða politiska semju, sum tryggjar, at
einki øki verður við sviðið soð. Hetta er ikki
nakað, sum noyðist at henda í morgin, men
vit sleppa neyvan undan hesum kjaki, um vit
skulu brynja okkum til framtíðina við einum
bygnaði, har 85% av okkum búgva í einum
og sama øki. Vit skulu ynskja norðingum og
øllum Føroya fólki tillukku við tunnlinum og
vedna aftur til hesa stóru og gleðiligu hending
í vikuskiftisblaðnum.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Broyttar fortreytir
VIÐMERKINGAR
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi
– meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan
verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum
innsendum greinum – annars verða tær ikki
prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki
at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum
ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar
– greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn,
verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um
pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa
tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónssekreterur:
Inna Törnroos inna@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl‑an
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Allir Føringar eiga at
fáa sama møguleika,
nevniliga at sleppa at
ferðast frítt í vikuni sum
Norðoyatunnilin letur
upp – eisini suðuroyingar,
heldur Johan Dahl
Sjálvandi eiga suðringar,
sandoyingar
og
arðir
útoyggjabúgvar at fáa sama
møguleika sum tey, ið sleppa
at koyra ókeypis í eina viku
gjøgnum ávikavíst Norðoya-
og Vágatunnilin.
Um suðuroyingar ella sand
oyingar skulu hava sama
møguleika at sleppa at njóta
samanbundnu norðoyggjar
sum restin av landinum
fær, so er tað ikki ov lítið at
krevja, at vit eisini sleppa at
ferðast hesa einu vikuna til
og frá oyggjum okkara, fyri
at hava møguleika eisini at
uppliva og royna at koyra frá
Havnini til Viðareiðis.
Skulu vit til Havnar fyri
at sleppa at royna norðoya
tunnilin so skal gjaldast fyri
bil tvey vaksin og tvey børn
kr. 630,00 fyri at koma aftur
og fram.
Fólk við vanligari inntøku
hava ikki ráð til nógvar túrar
av hesum slagnum hvørt ár.
Hetta er ein sera høgur
prísur at gjalda, og er tað
eitt sum eigur at verða rætt
að í nærmastu framtíð og
vóni eg at fyrispurningur
Óla Breckmans til Bjarna
Djurholm kann verða við at
seta hol á just tað orðaskifti
sum snýr seg um »sam
haldsfastan prís« at ferðast í
Føroyum – tað er tað einasta
rættað.
SSL er nú gott nokk
ikki eitt alment partafelag,
tað eru tunnlarnir báðir,
men landið eigur øll trý og
eigur tí at viðvirka til at vit
sum liva í Suðuroynni og
Sandoynni verða líkastillað
við restina av Føroyum
og sleppa at royna nýggju
samanbundnu norðoyggjar
frítt í eina viku.
Annars vil eg hervið eisini
ynskja Norðoyingum og
restini av Føroyum hjartaliga
tillukku við tunnlinum.
Øll skulu ferðast frítt
løgtingsmaður
Johan
Dahl
Munnligur fyrispurn
ingur til Bjarna
Djurholm, lands
stýrismann
‒ Hevur landsstýrismaðurin
ætlanir um, at lata strand
faraskipini sigla samsvarandi
og ókeypis í sama tíðarskeiði
sum undirsjóvartunnlin til
Klaksvíkar letur upp og
ókeypis verður at koyra und
ir sundunum báðum fyrstu
vikuni?
Í samband við at undir
sjóvartunnilin til Klaksvíkar
verður tikin í nýtslu síðst í
apríl verður lýst við, at
ókeypis verður at koyra fystu
vikuna. Hetta er galdandi fyri
báðar undirsjóvartunnlarnar,
og er hetta tiltak eitt frálíkt
høvi fyri tey sum ikki ferðast
ofta, at síggja tunnlarnar
og landið annars. Fyri at
geva øllum føroya fólki
møguleikan til at síggja og
royna tunnlarnar átti strand
faraskipini at siglt undir
somu treytum sama tíðar
skeið. Hetta hevði verulig
knýtt Føroyar saman teir
dagarnar og soleiðis givið
øllum møguleikan at sæð
tunnlarnar og umhvørvið
rundan um.
Sigla frítt við Strandferðsluni
løgtingsmaður
Gerhard
Lognberg
Rætta bakara fyri smið
Bergur
Wardum