Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-24, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. apríl 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 78 - 24. apríl 2006 11 Lurtaði við áhuga eftir lands­stýrismanninum við almanna- og heilsumálum, tá hann greiddi frá um fólkaheilsu. Tað er av al­stórum týðningi at ljós verð­ur varpað á hetta økið og onki er at ivast í at nógv er, sum kann gerast fyri at betra um fólkaheilsuna bæði av tí einstaka og av heilsuverkinum, men eisini politikkarar mugu gera sín part fyri at betra um fólka­ heilsuna. Leiðarin í Dimmalætting 21. april leggur upp til at byrjast má í skúlanum og kanska er tað eitt gott hugskot, men eg vil meina, at vit eiga at byrja nógv fyrr enn tað. Longu áðrenn børnini eru fødd eiga vit at laga tað soleiðis at tey fáa bestu møguligu umstøður fyri at fáa eitt heilsugott lív. Bróstamjólk Øll vita vit, at bróstamjólk hevur stóran týdning fyri trivnað og heilsu hjá barn­ inum, men hvuss u stóran týdning bróstageving hevur fyri tann einstaka og fyri samfelagið, eru tað nokk tey fægstu sum geva sær far um. Kanningar vísa, at børn, sum bert fáa brósta­mjólk hava sjáldnari infek­tiónir í andaleiðini, millum­oyrna­ bruna og magainfektiónir, herundir diarre, enn børn, sum ikki fáa bróstamjólk. Sjónmenningin hjá brósta­ børnum er betri enn hjá børnum, sum ikki fáa bróst, og fleiri kanningar hava víst at bróstabørn klára seg betur í intelligensroyndum og motorikkroyndum enn børn, sum ikki fáa bróstamjólk. Bróstageving hevur har­ afturat eisini ávirkan á fram­ tíðar heilsustøðu hjá bæði móðir og barni. Bróstamjólkin minkar um vandan hjá barninum at fáa fleiri kroniskar sjúkir seinri í lívinum. Her verður hugsað um allergi, yvirvekt, insulinkrevjandi sukursjúku, ov høgt blóðtrýst, cøliaki og ymisk sløg av krabbameini. Sum dømi kann nevnast, at børn sum ikki fáa brósta­ mjólk, eru í 1,5 til 2 ferðir so stórum vanda fyri at fáa insulinkrevjandi sukursjúku seinri í lívinum í mun til bróstabørn. Harafturat eru ábendingar um, at bróstamjólkin møgu­ liga kann verja móti hjarta- og æðrasjúkum seinri í lívin­ um. Fyri kvinnuna hevur brósta­ gevingin eisini heilsugóðan týdning. Bróstageving verjir kvinnur móti bróstkrabba. Fleiri stórar kanningar hava víst, at jú longur kvinnan gevur bróst tess minni er hon í vanda fyri at fáa bróstkrabba. Vandin fyri bróstkrabba fellur 4,3 % fyri hvørjar 12 mðr. ein kvinna gevur bróst. Mett verður eisini, at bróstageving mink­ ar um vandan fyri at fáa krabba í eggrøturnar og lív­ móðrina. Tilmæli Heilsustýrið er, fyri at full nytta kann fáast burturúr bróstageving, komin við fylgj­andi tilmæli: Við okkara núverandi vit­an verður mælt til at børn bert fáa bróstamjólk teir fyrstu 6 mðr. og síðani partvís fáa bróst til 12 mðr. ella longri. Eftir 12 mðr. kann bróstagevingin halda fram so leingi móðir ella barn ynskja tað. Tað er tí sera umráðandi, at familjan, longu meðan kvinnan gongur við barnin­ um, verður kunnug við brósta­geving. Tá barnið er føtt mugu karmarnir vera so góðir sum til ber, bæði í primera og sekundera heilsu­ verkinum, so møguleikin fyri, at brósta­gevingin skal hepnast so væl sum gjørligt, er tilstaðar. Heilsustarvsfólk, sum varða av økinum, gera eitt stórt arbeiði fyri at menna og stimbra undir bróstageving, men sjálvsagt kunnu vit altíð gerast betri. Barnsburðarfarloyvið Vit fáa tó ikki broytt ta sannroynd at barnsburðar­ farloyvið hjá kvinnum í Føroyum bert er 24 vikur eftir barnsburð. Hetta er, sum kunnugt, minni enn hálvt ár. Allar kvinnur, sum hava havt barn á brósti og skulu út aftur á arbeiðsmarknaðin, vita, at ein tíð fer til at venja barnið við annan mat enn bróstið, fyri at barnið ikki skal verða svangt meðan mamman er til arbeiðis. Tað, at barnsburðarfar­ loyvið er so stutt í Føroyum í mun til lond vit samanbera okkum við, kann beinleiðis vera orsøk til at føroysk børn ikki fáa bróst so leingi, sum heilsustýrið mælir til, og harvið ikki fáa teir fyrimunir, sum bróstagevingin gevur bæði fyri barnið sjálvt, fyri mammuna og fyri sam­ felagið. Tað eru óivað fleiri aðrir fyrimunir fyri móðir og barn og samfelagið annars, um barnið ikki skal í ansing so tíðliga men lat tað fara her. Skal Føroyar verða heim­ sins besta land at liva í í 2015 so kunnu politikkararnir hóskandi byrja við at leingja barnsburðarfarloyvið til í minsta lagi 1 ár, so før­ oyskar kvinnur hava ein veruligan møguleika at fylgja tilmælinum hjá heilsu­ stýrinum. Kelda: Sundhedsstyrelsen Håndbog i vellykket amning Fór til jarðarferð á Tvøroyri ein hósdag fyrst í mars. Vit fóru av Havnini við Smyrli kl. 10.30, og tá vit komu á Tvøroyri, stóð leig­aður buss ur fyri okkum og koyrdi okkum til Salem hag­ani jarðaferðin var. Sami buss­ ur koyrdi okkum út í kirkju­ garðin og bíðaði eftir okkum har, til liðugt var á grøvini. Koyrdi okkum síðani aftur til Salem og bíðaði enn eina­ ferð, meðan vit í skundi fingu ein bita, áðrenn vit vórðu koyrd til ferjuleguna aftur. Fáar minuttir eftir loysti Smyril og vit fóru norð­ ur aftur til Havnar. Komin umborð, nevndi eg við onkran, at tað var gott, at jarðarferðin ikki var onkra aðrastaðir enn á Tvøroyri, tí so hevði tað als ikki latið seg gjørt at fari til jarðarferðina uttan at ligi nátt har suðuri. Men nú er Suðuroyggin meiri enn Tvøroyri og jarðarferðir eru sjálvandi eisini av og á í hinum støðunum og til hvørja av hesum jarðarferðum eru eisini fólk norðanfjørðs, sum hava orsøkir at fara til hesar. Tað er lættari sagt enn gjørt uttan so, at tú noyðist at liggja nátt har suðuri. Satt at siga er ilt at fáa eyga á nakran mun í hentleikanum við nýggja Smyrli, tá tað ræður um at sleppa til og frá Suðuroy. Eitt sindur skjótari og bekvemmari. Tað er alt. Mikudagin í vikuni ætlaði eg at fara til jarðarferð í Vági, men av tí at tað ikki lá fyri at liggja nátt har, varð hetta av ongum. Hevði hetta verið ein jarðarferð á Tvøroyri, so hevði hon kanska verið hósdagin, og roynt hevði verið at laga alt til tað besta við leigaðum buss um, so fólk norðanfjørðs høvdu sloppið suður og norður aftur sama dag. MEN tá høvdu fleri, sum høvdu verið farin suður til jarðarferð, verið heilt illa við, tí á miðdegi, eftir at Smyril var farin avstað, kunngjørdi strandferðslan í útvarpinum, at frá í dag siglir Smyril av Tvøroyri kl. 14. Orsakið meg, men eg kundi ikki annað enn hugsað um Per í ti tiltikna Másatáttinum: Per fór til Havnar at keypa sær vøttir, svintu og annað sum krevst til ein túr. Fór inn á gólvið hjá sínari dóttur, legði seg niður og fekk sær ein lúr. ”Vak meg aftur tá útvarpið kemur”. Sjálvandi faðirsins vilja hon fremur. Útvarpið kemur, og sigur so tað: ”Um átta minuttir fer Másin avstað“. Sjóleysur Per upp av sofuni flýgur, spyr, hvussu ólukkan hettar ber til. Bannar eitt sindur, men skilur umsíður, Strandferðslan sjálvandi ger, sum hon vil. Ferðaætlan skal eitast at verað, Harragud veit, hvussu teir mingulera. Har er tó einki at gera við tað, um átta minuttir fer Másin avstað Tað munnu nú vera eini 35 ár síðani hesin tátturin varð yrktur, og sum ein onnur landaplága, varð sjangraður um alt landi bæði tíðliga og seint. Men álvaratos, tað er sanniliga eisini ógvuliga torført at fáa eyga á nakran mun í handfaringini av ferða­ ætlanum nú og fyri 35 árum síðani. Inntil fyri júst 40 árum síð­ani var Kirkjubøur hand­ asta bygdin koyrast kundi til úr Havnini. Men í 1966 var Oyggjarvegurin saman­ bundin og átti tú bil, kundi tú sjora Streymoynna runt heilt úr Kirkjubø til Tjørnuvíkar. Í 1973 var brúgvin um Streym­ in tikin í nýtslu og nú var koyrandi líka til Gjáar og Funnings. Í 1976 lat Norð­ skálatunnilin upp og nú vóru Eysturoy og Streymoy fult sameindar. Í 2002 kom Váoyggin við upp í kórið og um nakrar fáar dagar er koyrandi úr Gásadali til Viðareiðis. Men Suðuroy, Suðuroy ikki er løgið um tú, hóast stásiligt skip, kennir teg sita við sviði soð. Strandferðslan, ferðaætlanir og jarðarferðir Dánial á Dul Jacobsen Ljósmóðir Eyðfríð L. Jacobsen VIÐMERKINGAR Nú valskeiðið er hálv­ runn­ið, er tíðin komin til sjálvrannsakan. Er sam­­ bandspolitikkur nóg sjónsk­ ur á politiska vígvøll­inum ella eru vit ífylla í einum spæli, har reglurnar vera skrivaðar av øðrum? Tað eru mong, sum halda at sambandspolitikarar føra seg ov lítið fram. Er hetta ein veikleiki? Hvør minnist ikki samgonguna sum sat undan hesari. Verju­talur næstan hvønn dag, skandalur, politiskt brigsl og klandur millum samgonguflokkar. Hóast undanfarna sam­ gonga hevði allar fyrimunir av góðum fiskiskapi, høg­ um fiskaprísum og lágum rentum, so druknaði hetta í dundurtalum um republikk, kvetti og annað. Tað, at politikarar ikki hvønn dag eru í miðlunum, er ikki nakar veikleiki, men tekin um, at friður og harmoni valdar og at menn og kvinnur eru til arbeiðis. Tíð og orka verður ikki nýtt til politikk, sum er bygdur á dreymar og hvat kundi verið. Vit hava brúk fyri politikarum, sum taka støði í nú’inum. Eg haldi, at okkara politik­arar megna hetta. Einki roks og fjas, men hart arbeiði! Vit hava ungar landss týrismenn, sum eftir stuttari tíð hava arbeitt seg frá at vera óroyndir politikarar til at vera dugna­ ligir politiskir menn, sum kunna vísa á, at gongd aftur er komin á búskapin eftir stuttari tíð við teimum í landsins leiðslu. Vit hava kanska ov leingi latið fjølmiðlarnar seta dagss kránna. Fjøl­miðl­ arnir, serliga sjónvarp og útvarp, seta við jøvn­um millumbili fokus á full­ veldishugsjónina, fyri líka­­ sum at skumpa undir Tjóð­ veldis­flokkin. Tjóð­veld­is­ flokkurin líður framvegis undir, at ongan veg komst í stríðnum fyri fullveldi. Fullveldiss amgongan við Tjóveldisflokkinum á odda hevði stýrt før­oyska samfelagið í bú­skap­ar­ ligt óføri. Teir sóu skrift­ ina á vegginum og slitu samgonguna, bara fyri at smoyggja sær undan at taka við ábyrgd. Tjóveldis­ flokkurin velur heldur at sita í andstøðu, tí so slepp­ ur hann at rópa upp um alt, sum flokkurin ikki megnar, og at geva hinum skyldina fyri tað, teir ikki náa, tí politiskt handalag vantar. Sambandsflokkurin hev­ ur gjørt tað fyrr og hann ger tað enn eina ferð, og hann fer at halda fram við at gera tað, nevniliga at arbeiða fyri búskaparligari framgongd fyri Føroya fólk. Búskaparlig fram­ gongd við Sambands­ flokkinum Annfinn Brekkstein Fólkaheilsa og bróstageving