mánadagur 24. apríl 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 78 - 24. apríl 2006
UTTAN ÚR HEIMI
Ísraelska herleiðslan
vil hava eina vápnaða
uppgerð við Hamas,
men politikararnir
eru ímóti
Ísrael
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Palestinska sjálvmorðs
bumban, sum drap níggju
ísraelssmenn í Tel Aviv
seinasta mánadag, fekk øði
í ísraelsku herleiðsluna.
Sambært blaðnum Maariv
kravdi verjuovastin, Dan
Halutz, generalur, at ísraelski
herurin skuldi fara undir eina
vápnaða uppgerð við Hamas
beinanvegin. Blaðið við vera
við, at verjuovastin og fleiri
av hansara næstu monnum
eru av teirri áskoðan, at tað
slepst ikki undan einum
samanbresti við Hamas, og
at Ísrael eins væl kann taka
uppgerðina alt fyri eitt.
Kravið frá verjuovastanum
bleiv sambært Maariv
viðgjørt á einum stjórnar
fundi kvøldið eftir bumbu
spreingingina, men eftir
drúgva viðgerð gjørdi
stjórnin av at havna kravinum.
Serliga uttanríkisráðharrin,
Tzipi Livni, skal hava verið
ímóti einari hernaðarligari
uppgerð við Hamas. Ehud
Olmert, forsætisráðharri,
helt tó fast um, at Ísrael fer
at svara atsóknini í Tel Aviv á
ein hóskandi hátt, sum hann
tók til.
Maariv skrivar, at her
leiðslan var sera misnøgd við
avgerðina hjá stjórnini, og
ovastin í fregnartænastuni,
generalurin Amos Yadlin,
skal hava sagt, at nú Hamas
situr við tí politiska valdinum
hjá palestinum, eru allir
almennir bygningar í teimum
palestinsku økjunum lóglig
álopsmál.
– Vit eiga at kappa høvdið
av slanguni, áðrenn hon
gerst til ein dreka, siga gene
ralarnir sambært Maariv.
Hungur, fólkamorð
og rán hótta meiri
enn tríggjar milliónir
fólk í Darfur, meðan
heimssamfelagið
hyggur at
Darfur
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Fyri trimum árum síðani
vóru 230 hjálparfólk í
sudanska landspartinum
Darfur og hjálptu teimum
350.000 flóttafólkunum
har. Í dag eru hjálparfólkini
14.000 í tali og flóttafólkini
3,5
milliónir.
Kortini
eru tað umleið 200.000,
sum ongan mat hava, og
neyðhjálparsamskiparin hjá
ST ávarar nú um, at játtar
altjóða samfelagið ikki meiri
pengar til hjálpina, steðgar
alt hjálpararbeiðið í Darfur
um nakrar mánaðir.
Jan Egeland, neyðhjálp
arsamskipari, var í síðstu
viku í New York og greiddi
ST-trygdarráðnum
frá
støðuni. Har kom millum
annað fram, at higartil er
tað bara Bretland, sum hevur
latið størri neyðhjálp í ár enn
í fjør, sjálvt um kreppan er
tann ringasta av sínum slagi
í heiminum.
Neyðin byrjaði fyri trimum
árum síðani, tá fólkið í
Darfur gjørdi uppreistur
fyri at fáa størri sjálvræði.
Sudanska stjórnin svaraði
kravinum við at lata herin
reka fólk burtur, og vápnað
harkalið fingu frítt at fara.
Umleið 70.000 fólk lótu lív,
og meiri enn tvær milliónir
fólk noyddust at rýma frá húsi
og heimi. Nógv fólk flýddu
um markið til grannalandið
Tjad, men heldur ikki har
fáa tey frið, tí tey vápnaðu
harkaliðini fara um markið
og gera seg inn á tey, skrivar
The Independent.
Afrikanski eindarfelags
skapurin hevur roynt at fáa
frið í lag, men uttan úrslit.
Í fjør tosaði NATO um at
senda friðarvarðveitandi her
menn til Darfur, men ætlanin
bleiv slept.
Kinesarar í Afrika
Í hesum døgum er kinesiski forsetin, Hu Jintao, á vitjan
í Marokko, Nigeria og Kenya, og sambært altjóða
eygleiðarum er ferðin ein staðfesting av, at Kina er vorðið
tað stórveldið, sum spælir tann týdningarmesta leiklutin
í Afrika í hesum árum.
Kinesiski samhandilin við Afrika er vaksin ómetaliga
nógv tey seinastu árini, og í fjør keypti Kina afrikanskar
vørur fyri 37 milliardir dollarar. Ætlandi verður talið
trífaldað tey næstu tíggju árini. Nógv tað mesta, sum
kinesarar keypa úr Afrika, er olja, sum kemur úr Sudan,
Kongo og Angola, og kinesisk feløg hava samstundis
gjørt stórar íløgur í oljuídnaðinum í hesum londunum.
Eitt nú eiga kinesarar 40 prosent av tí størsta oljufelagnum
í Sudan.
Fleiri lond í Vesturheiminum eru ørkymlað av tí
veksandi samhandlinum ímillum Kina og lond í Afrika,
tí gongdin vísir, at kinesarar eru sinnaðir at samstarva við
lond sum eitt nú Sudan og Kongo, ið als ikki virða altjóða
mannarættindini. Meðan fleiri lond tosa um at revsa
Sudan fyri tað, sum hendir í Darfur, eru kinesisk feløg
farin undir at byggja oljuleiðingar og avskipingarhavnir
í landinum, og sudanska stjórnin ger alt fyri at tekkjast
Kina. Eitt nú hevur sudanski herurin bumbað fleiri bygdir
í oljuøkinum fyri at fáa fólk at flyta burtur haðani, so tey
kinesisku feløgini kunnu sleppa framat, skrivar AP.
Ætlaðu hópmorð
í skúlanum
Amerikanska løgreglan hevur tikið seks 13 ára gamlar
dreingir í bygdini North Pole nærhendis býnum
Fairbanks í Alaska, tí teir høvdu lagt eina ætlan um at
myrða næmingar og lærarar í skúlanum, sum teir gingu
í. Sambært løgregluni vóru teir seks ikki einsamallir
um ætlanina, men tað vóru teir, sum høvdu lagt álopið
til rættis.
Løgregluovastin í Fairbanks, Paul Lindhag, sigur
við amerikonsk bløð, at teir seks dreingirnir kendu seg
happaðar í skúlanum, og at teir hildu seg fáa ov lítlan
stuðul frá nøkrum av lærarunum. Sum skilst ætlaðu
dreingirnir fyrst at kvetta elveitingina til skúlan, og síðani
skuldu teir leypa á hinar næmingarnar og lærararnar við
skotvápnum og knívi.
Avdúkingin í North Pole er ikki tann einasta av sínum
slagi í USA ta seinastu vikuna. Í statinum Kansas hevur
løgreglan tikið fimm dreingir, sum nú eru skuldsettir
fyri at hava lagt eina ætlan um at myrða fleiri næmingar
í einum skúla í býnum Riverton. Teir tiknu eru ímillum
16 og 18 ár.
Hartar Bush
Fyrrverandi amerikanski uttanríkisráðharrin Madeleine
Albright heldur, at avgerðin hjá George W. Bush, forseta at
leypa á Irak kann enda sum tað størsta uttanríkispolitiska
mistakið í amerikonsku søguni.
– Víst var Saddam Hussein ræðuligur, men eg haldi
ikki, at hann var nøkur hóttan ímóti USA. Tað ber ikki
til at fara í kríggj við øll, sum einum ikki dámar, sigur
Madeleine Albright í samrøðu við blaðið New York
Times. Hon tekur undir við, at lond sum Irak eiga at
vera demokratisk, men tað skal ikki gerast við tvingsli
og herseting, sigur hon.
– At tvinga eitt fólk at taka við demokratii er ein
sjálvmótsøgn. Fólk eiga at velja demokrati, og tað skal
koma innaneftir, sigur Albright, sum var uttanríkisráðharri
hjá Bill Clinton, forseta.
Skuldi selja
dóttur sína
Løgreglan í amerikanska statinum Wisconsin hevur tikið
ein 37 ára gamlan mann, tí hann royndi at selja sína egnu
dóttur.
Sambært løgregluni hevði maðurin boðið einum pari í
býnum Grand Chute ta átjan mánaðar gomlu gentuna fyri
7.000 dollarar, men parið gjørdi av at siga løgregluni frá
tí heldur sjáldsama tilboðnum, sigur CNN. Tann 37 ára
gamli maðurin, sum er ættaður úr Vietnam, er nú tikin
og kann fáa seks ára fongsulsrevsing.
Sambært CNN hevur maðurin greitt løgregluni frá, at
hann ætlaði sær at selja gentuna, tí honum tørvaði pengar
til at umvæla húsini fyri.
Ísraelski herurin vil sleppa
at leypa á Hamas
Heimurin vendir
teimum bakið
Hjálparfelagsskapir royna at hjálpa flóttafólkunum í Darfur, men teir noyðast at gevast um
nakrar mánaðir, fáa teir ikki størri stuðul
Mynd: Reuters