mánadagur 24. apríl 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 78 - 24. apríl 2006
Tá AME buldraði
Reykjavík um koll
leygarkvøldið, var
tað við framførslum
í heimsflokki frá
øllum føroysku
bólkunum. Hóast
Høgni Lisberg tyktist
at vera høvuðsnavnið,
smæddust hinir ikki
burtur ímillum
AME Reykjavík
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Umleið 400 fólk vóru komin
saman í NASA í gjárkvøldið,
har av vóru umleið 100 úr
íslendska tónleikaídnaðinum
og íslendsku miðlunum, tá
Atlantic Music Event vitjaði
Reykjavík.
Tiltakið gjørdist framúr
væleydnað.
Føroysku
bólkarnir spældu allir sum
ein framúrskarandi væl. Teir
vóru í heimsflokki, sum ein
úr íslendsku tónleikavinnuni
segði við Sosialin.
NASA er best umtókta
spælistaðið í Reykjavík,
og tað er ikki uttan orsøk.
Hølini eru nærum fullkomin
til endamálið, tey eru rúmlig,
býtt upp í stórt dansigólv og
stór øki, har tú kanst sita við
borð. Ljóðið var sera gott og
so var sera nossligt inni.
Dikta legði fyri
Konsertin
byrjaði
við
framførslu av íslendska
bólkinum Dikta. Tað er
sangarin í bólkinum, ið er
drívmegin og tann, ið skrivar
tónleikin. Talan er um eitt
slag av óljóðspoppi, sangirnir
eru fitt og rættiliga vanlig
poppløg innan ymiskar
greinar av poppi, men spæld
við nógvum vilskapi og sera
larmutt. Onkra løtu hoyrdi
tú funk í løgunum, aðra løtu
soul og so framvegis.
Dikta framførdi við nógvari
spæligleði og tað smittaði
eisini meg sum áskoðara.
Løgini vóru tó av eitt sindur
svingandi góðsku, og hóast
framførslan var góð, so sat tú
við kensluni av, at hetta var
ein nýggjur bólkur, ið kundi
arbeitt meira við tilfarinum.
Sangarin var góður, og hetta
er ein spennandi bólkur, ið
vit ivaleyst fara at hoyra
nógv til..
Lena bergtók
Aftan á larmutta tónleikin
hjá Dikta fór Lena á pallin.
Tað tyktist eitt sindur nakið
við tveimum kassagittarum
og røddum. Men Lena og
Niklas eru ikki hvør sum
helst, og tey dugdu væl at
fylla risa stóra hølið við
sínum tónleiki. Tey løgðu
fyri við lagnum um ræðslu
fyri myrkrið No Emergency,
og hendan byrjanin tyktist
eitt sindur ov still til ordiliga
at fanga allan salin. Can’t
Erase It fekk betur fatur
í fólki, og tú merkti á
áhoyrarunum, at tey lurtaðu.
Lagið var framført sera
sjarmerandi og deiligt.
Síðan kom besta lagið hjá
Lenu, fantastiska Stones In
My Pockett. Hetta inniliga
og rørandi lagið var, sum
altíð framført við sterkum
kenslum aftan fyri seg. Tó
varð framførslan heldur
darvað av larmi í hølinum,
ein flokkur av íslendskum
monnum stóðu í barrini og
kjakaðust harðmælt.
Tað tykist, sum um Lena
hevur fingið eitt sindur harða
húð á konsert ferðunum
seinasta árið, m.a. saman
við Beth Hart. Tí aftursvarið
til ungu mennirnar var
framførslan av Catch 22,
har Lena fekk allan salin
at klappa við. Hetta vísti,
hvussu ótrúliga væl hon
hevði fatur í fólki, og hon
slepti teimum ikki aftur.
Marius er okkara
óljóðspoppur
Eins og Dikta spælir
Marius óljóðspopp, men
meðan íslendski bólkurin
enn manglar at arbeiða við
løgunum, ljóðar Marius,
sum ein bólkur, ið hevur
arbeitt nógv við sínum
tónleiki og hugsað løgini
væl í gjøgnum. Ljóðið
tykist altjóða, tó við greiðum
ávísingum til danskar bólkar
sum MEW og Saybia.
Men skulu vit døma eftir
framførsluni á NASA, so er
Marius munandi betur enn
hesir heimskendu donsku
bólkar.
Ljóðmyndin hjá Marius
er gjøgnumførd og ógvislig.
Tað er serliga sterka bólka
kenslan, ið bergtekur. Teir
tykjast at kenna hvør annan
væl, og meðan gittarin hjá
Hans Marius, bassurin hjá
Niels Jákup og trummirnar
hjá Jens Paula leggja trygga
botnin, kunnu Heðin Ziska
Davidsen á gittara og
Knút Háberg Eysturstein á
tangentum av ymiskum slag,
samstarva um at lyfta løgini
upp um vanligan popp.
Teir geva ljóðmyndini hjá
Marius ein sera stórslignan
dám, ið onkuntíð kennist
symfoniskur. Marius er
eitt liðugt konsept, ið er
til reiðar at leggja heimin
fyri sínar føtur. Tað er
heldur ikki nøkur loyna, at
sangarin Hans Marius er
sera karismatiskur og ein
frálíkur oddamaður.
Bukandi devulskapur
Deja Vu er menter nógv síðan
útgávuna av fløguni A Place
To Stand On. Framførslan
í NASA, var ikki heilt líka
góð, sum tann í Grand Rock
kvøldið fyri, men hóast tað,
var hon sera góð. Nýggjasti
limurin í bólkinum er
Benjamin Petersen á gittara.
Hann gevur bólkinum nógv.
Hansara ótrúligu gávur
hava lyft tónleikin, og
givið teimum onkuntíð ov
Føroyskur heimsflokkur á N
Vifillfell bjóðaði føroysku gestunum Restorff í dós
Rasmus, Hergeir og hinir í Makrel teljast millum bestu bólkar í Føroyum
Hans Marius er ein karismatiskur oddamaður