Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-24, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. apríl 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 78 - 24. apríl 2006 15 nalvagranskandi løgunum tað lív og orku, ið tey hava mangla. Bólkurin er ikki líka innilokaður á pallinum sum áður og orkan, ið ofta hevur verið innilæst millum tónleikararnar, er sloppin út um pallin. Áskoðarin er nú veruliga boðin við í veitsluna. Tað er tó Flóvin E. Viderø, ið er maðurin, sum hevur ment seg mest. Hann hevur reist seg av stólinum, ið hevur bundið hann, og hann er vaksin ein metur sum oddamaður. Flóvin er og hevur altíð verið ein frálíkur sangari. Men bólkurin hevur eisini ein annan fram­ úrskarandi sangara í Líggjasi Olsen og samspælið millum røddirnar er ein verulig styrki. Framførslan hjá Deja Vu var sera góð. Løg sum Confused, A Place To Stand on og ófrættakenda og fjálturstungna Reckless vóru greið hæddarpunkt, Serliga var tað hetta síðsta lagið, ið var fantastikst - eitt slag av myrkum, larmandi og bukandi devulskapi. Meðan The River og Í Gøtu ein dag ikki eru bestu løgini hjá bólkinum. Samanumtikið vóru Deja Vu góðir føroyskir umboðsmenn í Íslandi. Høgni var stjørnan Tað frættist longu áðrenn konsertina, at Høgni Lisberg var stóra stjørnan í Íslandi, og hann skuffaði ikki áhoyrararnar. Stóri pallurin klæddi Høgna og bólkinum. Teir vóru, sum eldur var í teimum. Framførslan var lívlig og fantastisk. Teir hoppaðu skríggjaðu og spældu eina orkumikla konsert. Teir løgdu fyri við 15 teimum bestu hittinum Just Dig, kontrikenda lagið gjørdi NASA til eina stóra veitslu. Tó vóru tey bæði fyrstu løgini hjá Høgna merkt av ringum ljóði. Konsertin hevði annars ljóðað sera væl, men Høgni hevði egnan ljóðmann við, og hesin stríddist fyrstu løtuna við at fáa ljóðið at rigga, men tá tvey løg vóru farin ljóðaði ordiliga væl. Ljóðmyndin hjá Høgna hevur ofta ljóða rættiliga ivasamt, men hetta var munandi betur hesaferð, og eingin ivi er um, at tað hevur hjálpt, at bólkurin hevur fingið fastan ljóðtøkning. Lagið Star Gazers var veikasta løtan hjá bólkinum. Her er serliga hátturin, ið stilla pettið er lagt til rættis ivasamur. Men hæddarpunktini vóru nógv, m.a. Just Dig, Morning Dew, Leila og Learn To Ride On Waves. Skal fingur setast á nakað viðvíkjandi fyriskipanini, so var tað, at konsertin varð ov long, frá kl. 21-02 er ein stórur biti at svølgja, og dekan ov stórur fyri nógv, tí fór meira enn helvtin av fólkinum avstað, tá Høgni Lisberg var liðugur. Gestir og Makrel spældu fyri væl færri fólkum enn hini. Hetta var synd, tí báðir bólkar høvdu frálíkar framførslur. Gestir brustu sum ein bumba Gestir tók øll av bóli, dreymakendi og inneftirvendi bólkurin, ið vit kenna frá Prix Føroyum og ymiskum konsertum kring Føroyar og í útlandinum, brast sum ein ekstrem orkubumba. Sangarin Ólavur er mentur sera nógv sum sangari og oddamaður. Hann brúkar røddina á heilt nýggjar mátar, og hetta hoyrdist serliga í fyrsta lagnum. Hetta var garrvilt, intenst og kom langt út um pallkantin. Gestir hevur seinastu árini ofta tykst mettur, men leygarkvøldið var talan um ein svangan bólk. Hann strálaði av spæligleði, og tú noyddist at elska hann. Gestir hevur fingið nógv burtur úr, at Knút og Niels Jákup hava spælt somikið nógv í øðrum bólkum. Teir eru báðir mentir sera nógv, og tað hoyrist aftur. Botnurin er nógv tryggari, og Knút leggur nógv svøk ljóð inn í tónleikin, sum fáa bumbuna at bresta enn ógvisligari. Tað er eisini ótrúliga stuttligt at síggja, Gestir hoppa og dansa runt á pallinum. Gestir var fyrsti bólkur, ið fekk fólk upp úr stólinum at dansa frammanfyri pallin, so her er veruliga hent nógv. Makrel endaðu við orku Makrel fór á pallin framman fyri eini 100 áhoyrarum, og hetta vóru móðir áhoyrarar. Konsertin hjá Makrel var tíanverri eisini merkt av manglandi orkuni hjá áhoyrarunum. Hetta orku samspæli millum bólk og fjøld er ómetaliga virðismikið. Hetta var synd, tí Makrel vísti á konsertunum á Grand Rock fríggjakvøldið og sunnukvøldið, at hetta er ein av Føroya allar bestu bólkum, um ikki tann allar besti. Framførslan hjá Makrel var í mun til hinar hetta kvøldið, merkt av eitt sindur verri ljóði. Tað tók eina løtu hjá Makrel ordiliga at spæla seg heitar. Beelzebub og Filthy Tongue vóru væl spæld og góð, men tó uttan sama flog sum á hinum konsertunum. Hetta batnaði, tá Euphoria kom á skránna og Transcend, Wonderland og Forever and Beyond gjørdust stórslignar upplivingar. Makrel hevur sera nógva orku og eitt sterkt konsept. Tá man upplivir teir á konsert, gerst tað enn greiðari hvussu nógv betur løgini eru, enn tey ljóða á nýggju fløguni. Hetta er ein bólkur, ið hevur so nógvar møguleikar fyri at klára seg uttanlands, at tað bert eru teir sjálvir, ið avgera hvussu langt teir koma. Føroyskur mentanar sigur Kvøldið var drúgt og hart, men samanumtikið eisini fantastiskt. Føroyskur tónleikur vísti sítt vakrasta andlit, og kvøldið var ein brakandi success, og eitt risa framtak fyri føroyskan tónleik sum vinnu, at 100 fólk úr vinnu og miðlum fingu so góða uppliving av føroyskari mentan kann bert verða okkum til frama. NASA Miðlarnir væl umboðaðir á AME Reykjavík Føroysku fjølmiðlarnir vru væl umboðaðir á AME Reykjavík, við luttøku av Planet.fo, Sosialinum, Dimmalætting og Kringvarpinum umboðað av bæði Sjónvarpi og Útvarpi. Eir í Ólavsstovu og myndakvinnan Bjørg Mohr Andersen umboða sjónvarpi, og hava m.a. fylgt nøkrum av føroysku bólkunum, eitt nú vóru tær á útferð við Deja Vu. Elis Poulsen umboðaði útvarpið, og sendi beinleiðis úr Reykjavík leygarkvøldið, umframt at gera upptøkur til aðrar sendingar í útvarpinum. Eir í Ólavsstovu og Elis Poulsen umboða hvør sín part av Kringvarpinum ÓIavur er mentur nógv sum oddamaður í Gestum