Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-24, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. apríl 2006síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VB-kvinnur fáa nýggjan venjara VB hevur sett Egill Steintórsson í starv sum venjara hjá kvinnuliðnum í hondbólti, og hann roknar við broytingum á liðnum næsta kappingarár Hondbóltur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Egill Steintórsson verður nýggjur venjari hjá hond­ bóltskvinnunum í Vági. Útlendski venjarin undanfarin ár heldur ikki fram, og tí tekur Egill vil starvinum. – Eg var eitt sindur við móti endanum í fjør, tí venjarin var burturstaddur onkran dyst. Nú havi eg so fingið boðið starvið fast, og eg havi tikið av, sigur Egill Steintórsson. Egill kom í 1986 úr Reykjavík til Tvøroyrar at spæla fótbólt við TB. Hann spældi tvey ár á Tvøroyri og flutti so suð­ur til Vágs at spæla. Har var hann toppskjútti og álopsspæari í nógv ár, og hann hevur verið bú­sitandi í Vági siðani 1987. Í februar mánaði í ár vóru tað liðin 20 ár, síðani Egill kom til landið at búgva. Spennandi uppgáva Egill hevur eisini verið virkin innan hondbóltin, og nú skal hann taka við leiðsluni av kvinnuliðnum í hondbólti, sum hevur fingið góð úrslit seinastu árini. – Hetta er ein spennandi uppgáva. Spælarar koma og fara, og tí rokni eg við onkrum broytingum á lið­num næsta kappingarár. Móti endanum av seinastu kapping vóru nógvir av spælarunum undir 20 ára gamlir, og har eru fleiri spennandi spælarar á veg, sigur Egill. Tað verða tó ikki bert ungir spælarar úr Vági á liðnum hjá VB næsta vetur. Felagið skrivar á heima­síðu sínari, at ársins spælari í ár, Daiva Toumaite, kemur aftur til Føroya at spæla við VB næsta kappingarár, og tað kemur málverjin Asta Armonaviciute eisini. – Eg kann einki lova frammanundan, men vit fara at gera eina roynd at fáa eitt gott úrslit aftur næsta kappingarár, sigur Egill Steintórsson. Nr. 78 • mánadagur • 24. apríl 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo NSÍ venjarin rósar sínum monnum fyri at hava tikið seg saman, eftir at tað leingi hevur verið ov nógv so sum so NSÍ Jóannes Hansen Manningarligu fyritreytirnar áttu at verið fyri plássið mill­ um tey fremstu. Hóast tað hevur gingið striltið fyrstu umførini, so ætla teir í NSÍ framvegis at blanda seg upp í oddastríðið. – Í vikuni settu vit okkum fyri, at vit í trimum teimum næstu uppgerðunum skuldu fáa níggju stig. Fyrsta roynd­ in eydnaðist til fulnar, og so fæst at síggja, hvussu tað fer at hilnast í tveimum teim­um næstu royndunum, sum eisini verða móti feløg­ um úr Eysturoy – fyrst á úti­vølli móti GÍ og síðani á heimavølli móti ÍF. Hetta staðfesti NSÍ venj­ arin, Trygvi Mortensen, eft­ ir 2-0 sigurin á EB/Streymi, sum var tann fyrsti á heima­ vølli í ár. Má liva við veruleikanum Eftir fýra tey fyrstu umførini var NSÍ tó triði aftast. Nógv hevur verið tosað í Runavíkar kommunu – í hvssu so er í eystarapartinum – og venjarin legði kortini á borðið í leikskránni: – Vit kunnu ikki finna nakra umbering fyri ússaliga innsatsin, tí her er eingin umbering! Vit hava í vikuni tosað um tingini fyri at venda gongdini. Vit halda okkum hava vaskað talvuna reina, byrja umaftur og stevna frameftir, tí tað vilja vit. Tað hevur ikki verið frítt, at tosið í Runavík eisini hevur snúð seg um venjaran og framtíðina hjá honum, um tað aftur kiksaði móti EB/Streymi. – Sovorðið mást tú sum venjari liva við. Hjá okkum á og kring liðið hevur verið mest týdningarmikið at fokusera á tað, sum alt snýr seg um, og eg eri væl nøgdur við avrikið, sum spælararnir vístu. Hvat var øðrvísi hesa ferð, enn tað hevur verið? – Tað hevði týdning, at Jústinus R. Hansen var kom­ in aftur á miðvøllin, eftir at hann hevur verið skaddur. Christian Høgni var sera væl upplagdur á toppinum, og eg eri væl nøgdur við verjuavrikið. Hugburðurin var rættur, og okkara menn vunnu fleiri nærdystir og stríð um returbóltar, enn teir hava gjørt tær undanfarnu ferðirnar. Serliga í Gundadali móti HB var hetta heilt galið, heldur NSÍ venjarin. Christian Høgni liðformaður Burtursæð frá at Jústinus R. Hansen var komin fyri seg eftir langan skaðasteðg var NSÍ liðið einki broytt. Veteranarnir vóru allir afturvaldir, og fleiri av evnaríku ungu monnunum - eitt nú Jóhan Troest Davidsen og Hjalmar Dalbúð - vóru á beinkinum. – Í sovornum støðum eiga eldru spælararnir at ganga undan, og tað gjørdu teir hesa ferð, heldur NSÍ venjarin. Einasta eyðsýnda broyt­ ingin sammett við undan­ farnu umførini var tann, at Jens Martin Knudsen ikki hevði bandið hjá lið­for­ manninum. Tað var flutt frá aftasta manninum og fram til fremsta mannin. Sunnudagin var Christian Høgni Jacobsen liðformaður. – Onkur helt, at tað kanska ikki var rætt, at málverjin var liðformaður. Tí gjørdu vit av at hava atkvøðugreiðslu um sessin. Tað var um reppið, at Jens Martin varð afturvaldur, men valið fall á Christian Høgna, og avrikið hjá honum sunnudagin vísti, at tað avgjørt ikki darvaði spælinum hjá honum. At Jens Martin framvegis er stinnur millum stólparnar bar væl til at staðfesta móti EB/Streymi, sigur væl nøgdi venjarin, sum – í hvussu so er fyribils – er sloppin av við krepputosið kring NSÍ. Málið er 9 stig í trimum tøkum Trýstið á NSÍ-venjaran hevur verið stórt. Men Trygvi Mortensen staðfestir, at slíkir tankar hevur hann hvørki ráð ella stundir at fáast við