mánadagur 24. apríl 2006síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
[ Nr. 78 - 24. apríl 2006 ]
Horsens tapti
uttan Byrial
Johan Byrial Hansen var ikki við í hópinum
hjá AC Horsens til superligadystin ímóti FCK
leygardagin. Bert eitt mál kom í dystinum, og
tað fekk FCK. Teir 90 minuttirnir av vanligu
leiktíðini vóru farnir, tá ið Peter Ijeh skoraði
sigursmálið fyri FCK.
Næsta vikan fer at
vísa, um eitt nú Skála
og HB í fyrstu atløgu
skulu kappast millum
tey fremstu, og hvat
árin tað fer at hava
á EB/Streym, at teir
sunnudagin taptu fyri
fyrstu ferð í ár
Formula-deildin,
5. UMFAR
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Meistararnir úr B36 vunnu
seg leygardagin upp á
fremsta plássið. Í fyrstu
atløgu læntu teir plássið inn
til sunnudagin, tá ið odda
liðið úr EB/Streymi spældi
í Runavík og við sigri hevði
møguleika at lyfta seg fram
aftur á fremsta plássið.
Tað eydnaðist ikki EB/
Streymi at fáa úrtøku í
Runavík. Harvið er B36
oddalið. Har hava teir í árs
talsfelagnum fyri tað mesta
hildið til tey seinnu árini.
Tá ið teir ikki hava verið
nummar eitt, so hava teir
verið næstovastir.
At HB bara hevur vunnið
í tveimum at fyrstu fimm
royndunum er ikki, sum tað
plagar at vera. HB arbeiðir
við at spæla nýtt lið saman.
Evnini eru eyðsýnd, og tað
er í stríði um stigini, at tey
skulu mennast. Hetta er tann
prosessin, sum teir í HB nú
eru í holtur við. Úrtøkan á
Skála hevur ikki verið nakað
at reypa av hjá HB tey sein
astu árini. Hesa ferð var um
reppið, at teir einki fingu.
Teir megnaðu eitt stig móti
høkjuliði hjá Skála.
Hvussu HB er fyri, og
hvønn leiklut teir skulu
spæla í kappingini fer ikki
minst grannauppgerðin miku
kvøldið at gera av. Um HB
fer at fáa fult móti B36, so
verða teir stutt frá toppinum.
Um B36 fer at fáa fult, so
verður munurin millum tey
bæði havnarfeløgini níggju
stig, og tá fer leiðin hjá HB
at kennast tung. Men enn eru
tað 66 stig at kappast um.
Saman við B36 er KÍ
einasta liðið, sum higartil
ikki er farið av vøllinum við
ongum. Hesa ferð var talan
um – á pappírinum í hvussu
so er – minstu avbjóðingina
higartil. Tunnilsáskoðararnir
sóu saman við teimum trú
føstu har norðuri KÍ fyri
fyrstu ferð í ár fáa fulla
úrtøku á heimavølli. Tað
verður ókeypis at koyra
gjøgnum undirsjóartunnilin
næsta sunnudag, og tað er
einki at ivast í, at streymurin
av klaksvíkingum og norð
oyingum fer at vera stórur út
á Svangaskarð sunnudagin.
Tað er nú, at EB/Streymur
skal standa sína roynd. Eftir
fýra tey fyrstu umførini
høvdu teir fulla úrtøku. Í
Runavík royndist ikki væl.
Hóast EB/Streymur var
yvirmannað í meiri enn ein
tíma, so var hugflogið ikki til
upplagdar málmøguleikar,
og tað var einki serligt, at
Sorin Anghel noyddist at
taka seg aftur við koyktum
fóti.
Sunnudagin fer EB/
Streymur at fáa vitjan av
Skála. Talan verður um
rættuliga lyklauppgerð. Ikki
minst fyri Skála, sum tíðliga
í kappingini er illa plágað
av skaðum og harvið longu
nú hevur brúk fyri breiðum
beinki. Hetta er heilt øðrvísi,
enn tað var í fjør, tá ið teir
fram til summarsteðgin
hvørja ferð spældu við so at
siga sama liðnum.
NSÍ hevði ryggin móti
múrinum, og tap á heimavølli
hevði luktað av katastrofu.
NSÍ fekk fult móti EB/
Streymi, spælararnir vístu
góðan hugburð, og tað
kennist ivaleyst sum eyka
moralskt lyft, at tað eydnaðist
at halda tætt, hóast teir leingi
spældu tíggju móti ellivu.
Longu sunnudagin er aftur
stór avbjóðing á skránni í
Gøtu.
GÍ hevur higartil staðið
seg ógvuliga væl. Móti ÍF
var avrikið einki at reypa
av, men tað gekk, sum tað
plagar, tá ið ÍF vitjar í Gøtu.
Hetta var triði heimadysturin
hjá GÍ, og hetta var triðja
ferðin, at gøtumenn skoraðu
trý mál á heimavølli.
Hjá uppflytarunum plagar
tað at vera tungt. Hjá B68
hevur tað hilnast hampuliga
væl, men kortini er B68 á
áttanda plássinum. Teir hava
tapt tvær ferðir við einum
máli á útivølli móti teimum,
sum eru ovast á stigatalvuni.
Á Eiði kendu teir í B68
seg hava verið tætt at eina
stignum, og teir søgdu
seg hava somu kensluna í
Gundadali. Marginalirnir
eru sjáldan í parti við upp
flytarum.
ÍF og VB/Sumba eru illa
sperd. Manningarliga støð
an hjá ÍF er sera vánalig
orsaka av skaðum. Í fjør
fekk ÍF tveir framrættaðar
útlendingar henda vegin.
Báðir høvdu eyðsýnd evni.
B36 metti Sylla vera so mik
ið skilagóðan, at teir gjørdu
sáttmála við hann. Sylla skor
aði í fyrstu royndini móti
ÍF. GÍ skrivaði sáttmála við
Gunnar Nielsen, sum spældi
lítið fyri lønina í Fuglafirði,
tí hann var so nógv skaddur.
Hann skoraði í fyrstu
royndini fyri GÍ móti ÍF, og
fuglfirðingurin í GÍ, Áslakur
R. Petersen, gjørdi annað av
hinum GÍ málunum!
Hóast tað aftur hesa ferð
endaði við tapi, so siga teir
í VB/Sumba, at tað gongur
rætta vegin. Næstu ferð skulu
teir spæla í Fuglafirði, og tá
fer í hvussu so er annað av
liðunum, sum eftir fimm tey
fyrstu umførini eru stigaleys,
at koma á talvuna.
Nú skulu fleiri standa sína roynd
Tapið við Løkin hevur lagt nakað av trýsti á EB/Streym, sum nú skal standa sína roynd, tá Skála kemur á vitjan
Mynd: Álvur
Súni slapp fram at aftur
Eftir at hann í nøkur umfør ikki hevur verið á besta liðnum, var Súni
Olsen ímillum teir fyrstu ellivu hjá AaB í superligadystinum ímóti
AGF í gjár. Jón Rói Jacobsen var ikki í AaB ferðalagnum í Århus.
Úrslitið av dystinum var 1-1, og harvið hevur hvørki AaB ella
AGF, sum so at siga er flutt niður í næstbestu deildina, vunnið
síðani vetrarsteðgin. Súni Olsen varð skiftur út í 69. minutti, og
eftir dystinhelt hann, at avrikið í Århus var gott.
– Innsatsurin hjá okkum var góður, hóast vit ikki altíð spædu so
væl. Vit skuldu havt skorað minst einaferð í fyrra hálvleiki, men
tað var gott, at vit fingu javna í seinna hálvleiki, segði hann við
heimasíðuna hjá AaB.