mánadagur 24. apríl 2006síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
[ Nr. 78 - 24. apríl 2006 ]
Útvístur
Fróði Benjaminsen hevur ofta fingið bæði
gul og reyð kort frá dómarunum. Men tað
man vera sjáldan, at hann kendi tað so
órættvíst, sum hann gjørdi tað í Gundadali
leygardagin
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hendingin, sum øll tosaðu um í Gundadali leygardagin,
mundi vera, tá Fróði Benjaminsen fekk reyða kortið frá
Dagfinn OIsen. Miðvallarin hjá B36 og landsliðnum
hevur ofta verið í eldinum fyri sítt harða - og kanska ikki
altíð eins vakra - spæl, men í nógvar mátar tóktist, sum
hevði kortið hesa ferð lítið hald í veruleikanum.
Fekk ein álboga
Sjálvur helt Fróði eftir dystin, at hann so ikki hevði
gjørt nakað, sum var til reytt kort. Eisini hóast hann
viðgekk, at hann burdi verið ov royndur spælari til at
fara í holt við nakran nærdyst í slíkari støðu. Og tað
tóktist í øllum førum, sum dugdi Ovi Magnussen væl at
fáa sum mest burturúr, tá hann læt seg detta inni undir
toftamálinum.
– Eg fái ein álboga í búkin. Eg skal ikki standa her
og siga, at Fróði gjørdi tað við vilja, men tað er so tað,
sum hendir, og tí detti eg niður.
Eftir hetta fekk Ovi hópin av rópum, hvørja ferð hann
fekk bóltin, og verjuspælarin viðgekk eisini, at hann
kanska átti part av uppiborið.
– Eg gjørdi tað kanska ikki betri sjálvur. Tá eg rann inn
aftur á vøllin, rætti eg báðar tumlarnar upp móti B36-
áskoðarunum, og tað skuldi eg sjálvandi ikki gjørt.
Men ávirkar tað ikki spælið, tá áskoðararnir so støðugt
rópa á ein spælara? – Fyri meg ger tað ikki nakað sum
helst. Kanska heldur so, at eg verði meira tendraður, og
tað var eisini ein orsøk til, at eg vildi taka brotssparkið.
Tá fekk eg ein møguleika at svara áskoðarunum aftur,
og eg var ongantíð í iva um, at eg fór at skora, sigur
Ovi, sum annars harmast um, at teir mistu stig somikið
seint í dystinum.
– Tað er altíði harmiligt, tá mál kemur somikið seint.
Sjálvur helt eg eisini, at vit høvdu fingið tamarhald á
støðuni, eftir at B36 annars annars hevði trýst nógv. Og
eg haldi eisini, at vit út frá hesum áttu eitt stig uppiborið.
Teir høvdu kanska bóltin nakað nógv meria, men tá
mest stóð á, so skaptu teir tó ikki so øgiliga nógv, segði
Ovi
Fróði Benjamin
sen tóktist hava
ilt við at skilja,
at hann fekk
reytt kort
Mynd: Álvur
Jónas og teir taptu aftur
Triðja dystin á rað tapti Frem í donsku 1. deild í
gjár. Liðið vitjaði í Vejle, og heimaliðið fekk bæði
málini, sum komu í dystinum. Frem manglaði onkrar
av sínum stuðulsspælarum til dystin, men Jónas Tór
Næss var við sum vanligt. Hann spældi allan dystin á
høgra bakki, meðan hinir báðir føroysku spælararnir
í felagnum ikki komu á vøllin.
Hóast B36 tíðliga í
dystinum fekk Fróða
Benjaminsen riknan
av vølli, so tordi og
vildi B68 ov lítið
til veruliga at hótta
meistararnar
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Sum uppflytari á útivølli móti
meistarunum var kanska ikki
annað enn náttúrligt, at tofta
menn høvdu virðing fyri mót
støðuni, tá farið varð á vøllin
í Gundadali leygardagin.
Fyrsta góða korterið
prógvaði heimaliðið eisini,
at gestirnir høvdu alla orsøk
at sýna virðing. Ferð eftir
ferð varð toftaverjan tagað
sundur, og Sylla átti einar
tvær 100% kjansir, sum
tó vórðu skammiliga mis
nýttir.
Sami Sylla var tó eisini
maðurin, sum fekk heima
áskoðararnar uppfrá, tá hann
gav heimaliðnum uppiborna
leiðslu. Obi fangaði bóltin
í vinstra borði, og bleyta
og neyva innleggið varð
stútað inn í síðunetið uttan
møguleika hjá Tórði Thom
sen í B68-málinum.
Kortini
Sæð burtur frá einum risa-
møguleika longu í fyrsta
minutti, so var ógvuliga
avmarkað, hvat gestirnir
høvdu at bjóða. Heimaáskoð
ararnir mundu spakuliga
venja seg við tankan um, at
hesin dysturin bara skuldi
koyrast heim, tá ein tann
mest umrødda hendingin í
Gundadali leygardagin stakk
seg upp.
Dómarin hevði eina
ferð áður funnist at Fróða
Benjaminsen
og
Ova
Magnussen, sum høvdu hug
at togast dekan ov nógv, og
brádliga lá Ovi skerflatur
í málteiginum. Hvat var
hent og ikki, ber illa til at
siga, men niðurstøðan hjá
dómaranum var greið, og
so mátti Fróði finna seg í,
at dysturin var liðugur fyri
hansara viðkomandi.
Við ellivu móti tíggju átti
B68 nú allar fyrimunir at
koma aftur í dystin, men tað
merkisverda var, at teir als
ikki tóktust hava hug at gera
nýtslu av hesum. Hóast aftan
fyri við einum máli, so hildu
teir á við varna stílinum,
sum ivaleyst var taktiska
uppleggið, og tí slapp B36
merkiliga væl undan løtuni,
sum teir vóru í undirtali.
Og tann løtan gjørdist nú
heldur ikki so øgiliga long.
Tíðliga í seinna hálvleiki
fekk Ralph van Dooren sítt
seinna gula kort, og so var
líka vítt sum sítt hjá B68.
Paniskt trýst
Tað mundu tey flestu halda
vera endin á B68 í hesum
dystinum, men spælið var
ikki meira enn sett ígongd
aftur, tá B68 fekk javnvág
í roknskapin. Støðan sá
annars ikki serliga vandalig
út, men heldur klossur
togaði Bárður H. Joensen í
Súna Fríða Barbá, og so varð
peikað á brotssparksblettin.
Brotssparkinum tók Ovi
Magnussen sær av, og hóast
áskoðararnir enn ikki høvdu
gloymt, at hann var atvold til
útvísingina hjá Fróða, so var
hann ísakaldur, tá bólturin
varð sendur í meskarnar.
Við tíggju móti tíggju setti
B36 trýst á, men leingi var
líkt til, at hetta skuldi verða
uttan úrslit. Møguleikarnir
vóru annars fleiri í tali, men
ikki fyrr enn í 81. minutti
fall avgerðin.
Símin Hansen hevur fyrstu
dystirnar havt trupult við at
sláa til hjá B36, men tá hann
langaði retur-bólt í kassan,
reyk sjálvsálitið í topp. Sein
astu tíggju minuttirnar var
hann ikki til at stýra, og
ferð eftir ferð bjóðaði hann
troyttu toftamonnunum av
við bæði frekum fiksum
detaljum. Tað eydnaðist tó
ikki at økja um leiðsluna,
men hóast tað, so mundu
teir á heimaliðnum vera so
hampuliga nøgdir. Fyrst og
fremst, tí stigini komu til
høldar, hóast sigurin væl
kundi verið meira triva
ligur.
Gestirnir hinvegin mundu
iðra seg nakað. Sjálvandi er
tað keðiligt, tá mál verður
skotið ímóti somikið seint
í dystinum. Men fyrst og
fremst, so mundi talan verið
um sjálvsrannsakan, tí við
nakað størri dirvi, tá teir
spældu í yvirtali, kundi B68
væl fingið størri úrtøku enn
tað sama.
Andrew skoraði ímóti oddaliði
Andrew av Fløtum var aftur á blettinum hetta vikuskiftið, tá hann
skoraði í útidystinum hjá Fremad Amager ímóti Køge. Andrew legði
Fremad Amager fram um, tá eitt korter var eftir, men teir megnaði ikki
at verja leiðsluna. Tá níti minuttir vóru farnir, fekk Køge útjavnandi
málið, sum Anders Clausen skoraði.
Hetta kom illa við hjá Fremad Amager, sum roynir at elta oddaliðini.
Køge lá undan dystinum fimm stig frammanfyri Fremad Amager,
og við sigri høvdu teir bert verið tvey stig aftanfyri Køge, sum nú
liggur á triðja plássi.
Andrew av Fløtum er toppskjútti hjá Fremad Amager við níggju
málum í hesum kappingarárinum.
B36-B68 2-1 (1-0):
Bangnir toftamenn
Øssur Hansen hevði á
vinstra bakki uppgávu
at ansa Sylla. Kviki B36-
framherjin skeyt eitt mál,
men eftir trupla byrjan fekk
Øssur tó eitt gott tak á kvika
ivorianaranum
Mynd: Álvur
B68
B36