Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-24, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. apríl 2006síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 [ Nr. 78 - 24. apríl 2006 ] Jónhard út við skaða Talan var um eina kraft­iga stempling á ristina, sum sendi Jónhard Frederiksberg av vøllinum, tá tíggju minutt ir vóru farnir av seinna hálvleiki inni á Skála. – Eg veit ikki, hvussu álvarsligt hett a her. Eg fekk eina kraftiga stempling, og beint nú er pínan rætt iliga ógvus­lig. Men vónandi er hett a tó nakað, sum gongur hampuliga skjótt yvir, segði Jónhard eftir dystin. -mørk Kári fekk heilaskjálvta Kári Nielsen mátt i longu fyri steðgin fara av vøllinnum sunnu­ dagin. Ein harðligur sam­anbrestur við Leiv Hanssen gav sand­oying­ inum hjá HB ein ordans frammaná, og hóast hann royndi at spæla, so var eingin vón um at fullføra dystin. Tað vísti seg, at talan var um heilaskjálvta, og tá vit seinast frætt u, var framvegis óvist, hvørt Kári verður tøkur til dyst­in mikukvøldið, tá HB skal spæla granna­upp­ gerð móti B36. -mørk Todi ímóti Brann í kvøld Start spælir sín triðja dyst í norsku tippuliguni í kvøld. Dysturin er á heimavølli ímóti Brann úr Bergen. Heimasíðan hjá Start skrivar, at Todi Jónsson hevur tað betur við hælsinuni, og at føroyski álopsspælarin er førur fyri at spæla ein part av dystinum ímóti Brann í kvøld. Skála hevði í 70 minuttir hepni við at liggja í verjustøða og dyrgja eftir kontra, men tríggjar minuttir fyri tíð bjargaði Ras­ mus Nolsøe eitt væl uppiborið stig til gestirnar Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Skaðalistin hjá Skála taldi bæði Paula G. Hansen og Alexandur Johansen, tá teir sunnudagin høvdu vitj­ an av HB. Tí var ikki løg­ið, at útgangsstøðið hjá heima­ liðnum var nakað væl var­ ligari, enn vit so ofta hava sæð tað áður. Við einum tætt fólkaðum miðvølli varð roynt at tippa uppspælið hjá HB, fyri síð­ani at skapa nakað við kontra-bóltum, og tað var eisini um reppið, at hett a gav øll trý stigini. Fyrstu løtuna trýsti HB annars óført ímóti vindinum, meðan Skála hevði ilt við at fóta sær, men brádliga stóð kortini 1-0 á talvuni. HB hevði annars júst havt eina sera vandamikla roynd, tá Vlada Filipovic fantom- bjargaði roynd frá Róki av Fløtum Jespersen, men so gekk skjótt hinvegin. Bólturin varð sendur fram í høgru, har Jónhard Frede­riksberg smoygdi sær avstað, tá Ramsus Nolsøe fullkomuliga seldi seg í roynd at tackla. Jónhard gjørdi skjótt av og sendi ein neyvan bólt innfyri, og har kom Teitur R. Joensen við fullari ferð og stútaði sítt fyrsta Formula-mál í kass­ an. Og so betraðust fortreyt­ irnar hjá Skála fyri kontra­ bólti enn meira. Teir løgdu seg sera djúpt á vøllinum, og góvu HB mest sum allan vøllin at spæla á, og fyri tað nógva eydnaðist eisini at halda gestunum frá opnum møguleikum. Og enntá var Skála nær við at økja, tá Jón­hard varð tacklaður í skot­løtuni. Rasmus bjargingarmaður Seinna hálvleik fekk HB vindin undan, og tendensurin, sum hevði verið, gjørdist nú bara enn sjónligari. Í longum løtum var Skála als ikki í nær námind málinum hjá HB, men tað tóktist tó skula verða ein av teimum døgunum, tá einki vildi bera til hjá havnarliðnum. Og ikki minst mundu teir iðra seg um, at Páll M. Joensen fekk eitt mál kolldømt við einum sera ivasamamum off-side dómi. At Skála misti Jónhard Frederiksberg, tóktist gera størri mun, enn at HB misti Kára Nielsen, tí eftir hett a var spælstøðin í kontraskipanini hjá Skála púrasta burtur, og so hvørt sum minutt irnir gingu, gjørdist trýstið á Skála bara størri og størri. Framvegis utt an teir heilt opnu møguleikarnar, men ein rúgva av deyðbóltum og trongdum støðum í brots­ teiginum myndaðu seinastu trý korterini. Og bara tríggjar minutt ir­ nar áðrenn vanliga tíðin var farin, brast fyri nev hjá HB. Skála hevði júst mist Levi Hanssen, tá hesin heldur óneyðugt bjargaði sær næsta gula kortið í dystinum. In­tensa trýstið gav eina røð av hornaspørkum, og við eitt av hesum stóð Rasmus púra óvardur við handara stólpa og við einum róligum fluktara sendi hann bóltin í meskarnar. Høvdu tørv á øllum Málið var ikki meira, enn HB hevði uppiborið, men tað skerst ikki burtur, at vónbrotið hjá Skála var stórt, nú sigurin glapp teimum av hondum. Somikið størri var frøin hjá HB, tá útjavningin kom til høldar, men tað skerst tó ikki burtur, at tað fyri báðar partar ráddi um at fáa øll trý stigini, um haldast skuldi fast í fremru liðunum. Tann parturin av ætlanini miseydnaðist, men mikukvøldið hevur HB so enn ein møguleika at gera ein vørr í so máta. Hett a tá teir fara í holt við fyrstu av trimum grannauppgerðum móti B36. Skála skal ikki ígongd aftur, fyrr enn teir um eina viku fara á vitjan á Eiði. Tað var ikki frítt , at lið­felag­ arnir høvdu hug at arga, tá dysturin var av sunnudagin. »Nú er at tosa við pressuna« og »Soleiðis er at vera stjørna, Teitur« ljóðaðu onkrar av viðmerkingunum, tá vit eftir dystin hitt u málskjútt an hjá Skála á orði. Teitur R. Joensen hevur ongantíð áður skotið mál á besta mansliðnum hjá Skála, men tað sást tó ikki aftur, tá hann tók ein harðan túr á 50 metrar, áðrenn hann stútaði neyva innleggið frá Jónhardi Frederiksberg í kassan. – Eg valdi bara at taka túrin. Eg sá jú, at Jónhard var um at gerast púrasta leysur í síðuni. Vanliga eri eg ikki tann, sum søki nógv inn í feltið, men tað valdi eg so at gera hesaferð, og tað kann eg bara fegnast um, helt Teitur um málið. Hann staðfesti annars, at málið eisini gav Skála góðan møguleika at leggja spælið júst soleiðis, sum teir høvdu ætlað. – Vit vildu sleppa at liggja djúpt á vøllinum, fyri síð­ani at kontra, og tað eydn­að­ist væl fyri tað nógva. Hinvegin, so fái eg illa sagt, at útjavnandi málið var óuppi­borið. Tá hevði HB trýst nógv og leingi, og tí var úrslitið kanska í lagi, segði bæði fegni og erni mál­ skjútt in. -mørk Malskjútt in hjá HB, Rasmus Nolsøe, var ikki í iva um, at HB átt i stigið á Skála so ruddiliga uppiborið. – Tað haldi eg, at vit høvdu. Ikki minst, tá tú hugs­ ar um, at vit átt u eini 80% av spælinum gjøgnum dystin. Men soleiðis er fótbóltur jú eisini. Tit trýstu hart og leingi fyri málinum. Var trúgvin upp tað ikki við at ganga undan, tá málið loksins kom? – Nei, tað haldi eg ikki. Eg haldi, at vit sýna ein sera góðan hugburð í dag, har vit alla somlu tíðina arbeiða knallhart fyri at koma aftur í dystin, og tí er tað kanska eyka gleðiligt, at tað gevur úrslit. – Men tá tað er sagt, so er tað eitt sindur keðiligt, at vit ikki fáa trý stig burtur úr dystinum. Vit hava sjey stig fyri fimm dystir, og tað er altso ikki heilt so gott , sum vit høvdu ætlað. Spælið hevur tó verið á eini heilt góðari leið, og tað er sjálvandi at fegnast um, men skulu vit longur fram á stigatalvuna, so má úrtøkan eisini betrast, staðfesti Rasmus. -mørk Rasmus Nolsøe Hatta áttu vit til góðar Fyrsta málið Skála-HB 1-1 (1-0): HB hevði betur uppiborið HB Skála Teitur R. Joensen Fyri tað nógva trýstu Mortan úr Hørg og HB niðaneftir, meðan Bogi Gregersen og Skála lúrdu eftir kontra-møguleikanum Mynd: Álvur Holst tamdi oddaliðið Christian Lamhauge Holst, sum hevur spælt ein landsdyst fyri Føroyar, skoraði aftur í næstbestu donsku deildini í gjár. Hett a var fyrsta málið hjá Holst, síðani kappingin byrjaði aftur í mars. Lyngby spældi ímóti oddaliðnum Randers, og Randers legði seg fram um 1-0 tíðliga í dystinum. Beint fyri hálvleik eydnaðist tað Christian Lamhauge Holst at javna fyri Lyngby, og 1-1 gjørdist úrslitið av dystinum.