mánadagur 24. apríl 2006síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
[ Nr. 78 - 24. apríl 2006 ]
Fara ikki
um koll
Í EB/Streyma leguni
vóru teir sjálvandi vón
brotnir um, at tað ikki
hevði eydnast at fáa
úrtøku, eftir at teir í
meiri enn ein tíma høvdu
verið fleiri á vøllinum
enn mótstøðumenninir.
– Hetta var ikki dag
urin hjá okkum. Margi
nalirnir vóru ikki við.
Tað var heldur stólpa
út enn stólpa inn. Tað
er einki annað at gera
enn at herja á aftur. Vit
høvdu ikki roknað við
at fingið fulla úrtøku
hvørja ferð. NSÍ er gott
lið, og tað fara ivaleyst
at vera fleiri, sum fara
at tapa í Runavík,
ásannar EB/Streyma lið
formaðurin, Egil á Bø.
Næsta royndin hjá
EB/Streymi verður enn
ein
oyggjauppgerð.
Sunnudagin fer Skála
at vitja á Mølini á Eiði.
Tað ráddi
um stigini
Í NSÍ leguni vóru teir
ovurfegnir um fyrsta
heimasigurin.
– Tað týdningarmikl
asta vóru stigini. Spælið
kundi havt verið betri,
men tað hugsa vit ikki
um nú. Stríðshugurin
var væl betri hesa ferð,
enn hann hevur verið
undanfarnu ferðirnar,
og serliga í mun til HB
dystin var hetta nógv
betri. Í øllum hinum
uppgerðunum hava vit
fyrst fingið mál ímóti
okkum. Hesa ferð vóru
vit tendraðir frá fyrsta
bríksli, og tað kendist
gott at fáa sovorna
dreymabyrjan.
Wilkins hugdi at Rógva
Fyrrverandi enski stórspælarin Ray Wilkins var millum
áskoðararnar, tá ið KR um vikuskiftið tapti steypadyst
ímóti Fram. Úrslitið av dystinum gjørdist 3-2 til Fram.
KR kom á odda 1-0, men so reyk Fram avstað og skoraði
trý mál, áðrenn KR minkaði seint í dystinum. Rógvi
Jacobsen spældi allan dystin í álopinum hjá KR, men
hann skoraði ikki hesaferð.
Hóast EB/Streymur í
ein tíma hevði meiri
fólk enn mótstøðu
liðið, so megnaðu
teir ikki at spæla
seg til upplagdar
møguleikar móti NSÍ,
sum vísti fínt hegni í
verjuspælinum
Fótbóltur
Jóannes Hansen
Áskoðarafjøldin var lut
falsliga stór niðanfyri vøllin,
meðan hon ofta hevur verið
størri omanfyri, enn hon var
tað hesa ferð. Kanska gjørdu
kuldin og vindurin sítt. Men
tað er neyvan nakað at ivast
í, at vánaliga NSÍ gongdin
fyrsta partin av kappingini
bar við sær, at summi skjótari
settust aftur, enn tey høvdu
havt gjørt, um úrtøkan hevði
havt verið betri.
Lagið var betri millum tey
omanfyri, meðan tað serliga
eftir steðgin ikki hoyrdist so
nógv til tey niðanfyri vøllin
við Løkin.
Í 2. hálvleiki vóru áskoð
ararnir eygnavitni til, at
EB/Streymur undan fríska
lotinum royndi og royndi at
søkja at málinum hjá Jens
Martini Knudsen, uttan at
tað gjørdist stórvegis vanda
mikið. Um teir á oddaliðnum
høvdu havt fingið hol á, so
kundi tað so skjótt dottið
tann vegin, at teir rættuliga
fingu luft undir veingirnar.
Men teir fingu einki mál.
Næst við var Hans Pauli
Samuelsen. Tvær ferðir
rakti hann í tvørtræið. Ser
liga í fyrra førinum var
skotroyndin úr 21 metra
fjarstøðu góð, men bólturin
fór ikki í málið. Tættast við
var Hans Pauli, tá ið hann
úr vinstru lyfti móti handara
síðunetinum. Jens Martin
Knudsen, sum var sera
tryggur í NSÍ málinum, rakk
akkurát upp og fekk beint
bóltinum til horna.
EB/Streymur hevði fleiri
hornaspørk, men tað kom
einki burturúr. At Sorin
Anghel tíðliga í 2. hálvleiki
noyddist
av
vøllinum
við koyktum fóti, gjørdi
ikki fyritreytirnar betri.
Avloysarin, Leif Nicla
sen, var eina ferð tætt við.
Arnbjørn Hansen, sum frá
fyrsta bríksli var undir liðini
á Sorini Anghel, varð eina
ferð spældur leysur mitt
fyri, men skotroyndin var
kiksað, og veteranurin í
NSÍ málinum hevði ongar
trupulleikar.
Egil á Bø endaði sum
fremsti maður, men tað
hjálpti heldur ikki at seta
gamla málrevin fram í
fremstu røð.
Síðsta stóra tíman vóru teir
í EB/Streymi fleiri á vøllinum
enn mótstøðumenninir. Tað
átti at havt fyritreytir fyri
møguleikum og málum.
EB/Streymur hevði bóltin
nógv størsta partin av 2.
hálvleiki, men teir dumpaðu.
Flytingarnar vóru ov fáar,
og tað gekk illa at nýta
breiddina og dýpdina. Tað
átti mótstøðuliðið stóran
heiður av. Teir dugdu sera
væl at avmarka økið, sum tað
varð spælt á. Manningarliga
yvirvágin hjá EB/Streymi
gjørdist harvið ongantíð til
fyrimun. At økið var lítið
bar nógvar nærdystir við
sær, og í teimum smæddust
heimamenninir ikki burtur.
Sveinastykkið
NSÍ vann 2-0, og tvær
deyðbóltsstøður
vóru
avgerandi. Størri parturin
av áskoðarafjøldini var
ikki komin, tá ið Christian
Høgni Jacobsen setti hol
á. Andy Olsen royndi at
sneiða framvið Gert Hansen,
bólturin kom í hondina á
verjuspælaranum, dómarin
peikaði á ellivu metra blett
in, og Christian Høgni
skoraði.
Seinna málið kom átta
minuttir undan steðginum.
Andy Olsen sendi horna úr
høgru, vindurin hjálpti til, og
bólturin dalaði dygst inn við
handaru samankomingini.
Tá ið 20 minuttir vóru
farnir, sá miðverjin Óli
Hansen reytt, eftir at hann
hevði brúkt neyðbremsuna
móti Arnbirni Hansen, sum
var á veg móti brotsteiginum.
Eitt korter í 1. hálvleiki
hekk EB/Streyma spælið
væl saman, men skjótt eftir
útvísingina dovnaði tað.
NSÍ broytti liðið. Bogi
Løkin noyddist á beinkin,
tí Viggo Johannesen varð
settur í miðverjuna. So var
talan um at halda tørn, og tað
greiddi NSÍ sera skilagott.
Fyri javnvágina hevði tað
stóran týdning, at Jústinus
R. Hansen eftir langan
skaðasteðg var komin aftur á
miðvøllin. Pól Thorsteinsson
og Viggo Johannesen í mið
verjuni og Brynjolvur Niel
sen og Jónstein Petersen í
borðunum arbeiddu nógv
og skilagott, og tá ið tað
onkra ferðina eydnaðist
miðvallarunum at senda
bóltin fram til sera sprelska
Christian Høgna Jacobsen,
so tóktist tað sum um, at
møguleikin fyri máli var
størri, enn hann var alla ta
tíðina, sum EB/Streymur
royndi og royndi.
Einki mál kom eftir
steðgin, men tað var eingin
trupulleiki fyri NSÍ leguna
at liva við tí veruleikanum.
Tann veruleikin, at fyrsti
heimasigurin var komin
til høldar, taldi sjálvandi
mest!
NSÍ-EB/Streymur 2-0 (2-0):
NSÍ togaði
tennirnar úr
oddaliðnum
EB/S
NSÍ
Sonni L. Petersen spældi hesa ferð ímóti gomlu liðfeløgunum úr EB/Streymi, tá fyri fyrstu ferð í
ár máttu av vøllinum sum taparar
Mynd: Álvur
Keflavík koyrir Símun í front
Vágbingurin Símun Samuelsen hevur gjørt fleiri mál fyri
Keflavík í venjingar- og steypadystum í ár, og nú verður hann
brúktur sum hangandi álopsspælari á liðnum hjá Keflavík. Um
vikuskftið spældu teir steypadyst ímóti ÍA, og dysturin endaði
við javnleiki 1-1. Fyrst gjørdi málmaðurin hjá ÍA sjálvmál,
men tað eydnaðist ÍA at javna leiðsluna hjá Keflavík. Símun
Samuelsen spældi allar 90 minuttirnar fyri Keflavík.