mánadagur 24. apríl 2006síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
[ Nr. 78 - 24. apríl 2006 ]
Coventry vann
Coventry vann leygardagin sín dyst í næstbestu
ensku deildini. Claus Bech Jørgensen spælir ikki
aftur í hesum kappingarárinum vegna skaða, men
liðfelagarnir fingu trý stig við heimaftur úr Stoke.
Innskifti Adebola skoraði málið fimm minuttir
fyri leiklok. Coventry liggur nú nummar 11 við
60 stigum.
Klaksvíkingar
spruttaðu í fyrra
umfarinum, tá ið
teir avgjørdu móti
VB/Sumba, sum eftir
steðgin vísti, at teir
eru ikki púra sørir
KÍ-VB/SUMBA
Jóannes Hansen
Tað var gott lag í Klaksvík
sunnudagin. Eftir renni
túrin
ella
gongutúrin
undir Leirvíksfirði bar
fótbóltshugaðum norðoy
ingum til at staðfesta, at
tað framvegis ber KÍ til
at vinna á heimavølli. Tað
hava teir ikki megnað so
ofta tey seinastu árini, og
fyrsta royndin í ár – móti
Skála -–var ikki meiri enn
passalig.
Frá fyrsta bríksli var
gongdin tann, sum tað kundi
roknast við. VB/Sumba kendi
sín leiklut, teir høvdu nógv
fólk aftarlaga á vøllinum,
og Evrard Ble var orduligur
aftasti maður. Marcin Dawy
røkti sín leiklut til fulnar.
KÍ var í 4-3-3 útgangs
støðu. Setningurin var at
tosa spælið út í borðini, har
Hjalgrím Elttør og Heðin
á Lakjuni vóru, og spælið
hekk rímuliga saman undan
steðginum. Men hóast KÍ
trýsti nógv, so gekk tað meiri
enn hálvur tími, áðrenn hol
kom á. Tá høvdu Ovi Nysted
og Heðin á Lakjuni eftir
hornasparksinnlegg havt
góðar stútarar, sum kortini
ikki góvu mál.
Í hesum førinum sum í hin
um báðum førunum innan
fyri næsta korterið, tá ið
KÍ økti til 2-0 og 3-0, var
KÍ liðformaðurin, Heðin á
Lakjuni, sum týðuliga hevur
verið darvaður av skaða, við
í málunum.
Í fyrsta førinum var
tað Paul Clapson, sum úr
stuttari fjarstøðu og við
høvdinum stýrdi bóltinum í
málið. Innleggið var komið
úr høgru og tvørturum til
Heðin á Lakjuni, sum legði
tvørtur um aftur til handara
stólpan.
Í næsta førinum var Heðin
á Lakjuni málskjútti. Marek
Wierzbicki legði flatt innfyri
úr vinstru, og Heðin á Lakuni
var fyrstur á bóltinum við
nærra stólpan.
Í triðja førinum átti Heðin
á Lakjuni innleggið úr
vinstru. Aftanfyri handara
stólpan legði Hjalgrím
Elttør við høvdinum upp á
tvørs aftur, og tveir metrar
frá málstrikuni var tað Jan
Andreasen, sum við høvd
inum skumpaði bóltin í
málið.
Áttu sínar royndir
Støðutalvan boðar frá, at
tað stendur einki serligt til
hjá einasta liðnum í bestu
deildini í Suðuroy. Men VB/
Sumba var ikki fyri ongum
í Klaksvík. Teir vístu góðan
hugburð, og teir høvdu sínar
møguleikar, sum kundu havt
givið mál. Tað gjørdu teir
ikki. Eitt nú tí Meinhardt
Joensen stóð seg væl í KÍ
málinum.
Serliga í vinstra borði vóru
einstøku álopsroyndirnar hjá
VB/Sumba í 1. hálvleiki.
Unglingaspælarin Henning
Joensen bjóðaði Marek
av í ein móti einum. Tað
eydnaðist unga manninum
onkra ferðina at bróta
ígjøgnum, og Kári í Lágabø
fekk eftir innlegg frá
Henningi fyltan møguleika,
sum einki kortini spurdist
burturúr.
Eftir steðgin saðlaði KÍ
um. Ovi Nysted, sum hevði
verið í miðverjuni, varð
fluttur fram í álopið, har hann
løtu seinni varð avloystur av
Steffan Kalsø. Jan Andreasen
fór í miðverjuna, og tað var
kanska meiri 4-2-4 enn 4-4-
2. Undan steðginum hevði
KÍ ofta megnað at hildið
bóltinum á jørðini. Tað
eydnaðist ikki so væl eftir
steðgin. Hóast teir høvdu
verið undir taki og hvílt
seg, so kendist tað mest sum
um, at spælararnir fingu sær
eyka hvíld fyrstu løtuna eftir
steðgin.
Jón Krosslá Poulsen hevði
tvær góðar royndir móti KÍ
málinum, uttan at tær góvu
mál. Í fyrra førinum var
talan um skot úr høgru, og í
seinna førinum royndi hann
við høvdinum eitt sindur úr
vinstru.
Síðstu løtuna spruttaði KÍ
aftur. Men tað spurdust ikki
fleiri mál burturúr, og nú
hava tey í Klaksvík eyguni
vend móti tunnilsmunnanum
og ókeypis biltúrinum út á
Svangaskarð næsta sunnu
dag. Í VB/Sumba hugsa tey
um lagnuferðina til Fugla
firðar síðsta dagin í apríl
mánað!
Leita eftir
fólki
Hóast teir taptu 3-0, so
vóru teir í VB/Sumba
leguni ikki ónøgdir við
teirra avrik í Klaksvík:
– Talan er um støðuga
framgongd, og vit rokna
framvegis við, at tað skal
bera til at røkka málinum,
sum er at varðveita pláss
ið í deildini. Ferðin
til Fuglafirðar sunnu
dagin verður sera týdn
ingarmikil, staðfestu suð
uroyingarnir, sum iðraðu
seg um, at teir høvdu
givið bílig mál burtur.
VB/Sumba hevði sunnu
dagin tveir nýggjar menn
á liðnum. Annar teirra var
Bergur Djurhuus, sum
hevur røtur í Suðuroy,
og sum áður hevur spælt
við NSÍ. Hin var Jón
Samuelsen, sum ongantíð
áður hevur verið á besta
liðnum. Hann kom á
vøllin, tá ið 2. hálvleikur
var átta minuttir gamal.
– Vit arbeiða við at fáa
styrk til besta liðið, men
enn ber einki til at siga,
hvussu tað verður við
hesum, siga teir í VB/
Sumba.
-jh
Spælið fer
at batna
Jan Andreasen, sum so
at siga altíð hevur verið
miðverji, hevur higartil í
ár fyri tað mesta verið á KÍ
miðvøllinum. Sunnudagin
skoraði hann síðsta málið
í 3-0 sigrinum.
– Vit eru tvey stig frá
toppinum, og vit kunnu
ikki annað enn vera nøgd
ir. Kanska kundu vit havt
vunnið størri sigur hesa
ferð, men 3-0 er í lagi.
– Allir taka uppgávuna
í stórum álvara, og
disiplinin er góð. Spælið
hevur ikki verið so
ógvuliga gott. Í løtum
var tað gott hesa ferð, og
tað fer ivaleyst at batna,
heldur Jan Andreasen,
sum saman við hinum í
KÍ nú gleðir seg til ferðina
á turrum og í bussi allan
vegin út á Svangaskarð.
-jh
KÍ-VB/Sumba 3-0 (3-0):
Heðin var
við í øllum
Nygaard skoraði og varð útvístur
Hálvi tvørámaðurin Marc Nygaard var rættiliga í brennideplinum
í dystinum ímillum Queens Park Rangers og Watford leygardagin.
Hann skoraði málið hjá QPR í 1-2 tapinum, men varð síðani vístur av
vøllinum. Fyrst fekk hann gula kortið fyri at lata seg úr troyggjuni,
eftir at hann hevði skorað, og løtu seinni fekk hann seinna gula kortið
fyri at brúka seg.
– Marc veit, at hann sveik liðið. Hann vil sera fegin gera tað gott aftur,
men við hvørt er neyðugt at stýra sær. Møguliga verði eg noyddur at
geva honum eina bót, sigur QPR-venjarin Gary Waddock við BBC.
VB/Sumba
KÌ
Heðin á Lakjuni hevur verið darvaður av skaða, men kortini var hann stóri maðurin í dystinum,
tá VB/Sumba sum seinasta útiliðið við Djúpumýri varð sent stigaleyst við Dúgvuni
sanvsmynd