mánadagur 24. apríl 2006síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
[ Nr. 78 - 24. apríl 2006 ]
Heldur ikki hesa ferð
fekk ÍF nakað við sær
úr Gøtu, og framvegis
eru fuglfirðingarnir
púrasta sørir í
botninum av talvuni
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað er einki at taka seg aft
ur í, at gøtumenn hava sálar
liga yvirtakið, tá granna
uppgerðirnar eru á skránni.
Sunnudagin var granna
uppgerðin í Sarpugerði,
og hóast talan sjáldan
gjørdist um tað heilt stóra
fótbóltsspælið, so var eingin
ivi um, at gøtumenn áttu
sigurin uppibornan.
Rokada bjargaði
gøtumonnum
Talan var ikki um teir
nógvu málmøguleikarnar í
dystinum, men fyri steðgin
vóru heimamenninir heldur
grammari enn gestirnir.
Tað gav eisini úrslit stutt
undan steðginum, tá Gunnar
Nielsen átti seinasta fótin
móti gomlu liðfeløgunum.
Eftir steðgin tóktust gøtu
menn leggja størri dent á
verjupartin, og tað gav ÍF
betri pláss at spæla á. Teir
megnaðu fleiri ferðir at hótta,
og 20 minuttir inn í hálvleikin
fekk Hanus Eliasen javnvág
í roknskapin.
Fyri at fáa betri tak á
spælinum, valdi Petur Mohr
at taka Sámal Joensen úr
álopinum aftur á miðvøllin,
og hetta skuldi vísa seg sum
avgerandi vendin. Alt fyri
eitt kom nógv meira struktur
yvir spælið hjá vertunum,
og so líðandi tvingaðu teir
sær aftur greiða yvirvág í
spælinum.
Gøtumenn hava í ár sýnt
hampuliga stóra styrki í
deyðbóltsstøðum, og tað
var eisini eftir eina slíka, at
leiðslumálið kom. Fríspark
varð sent innfyri, og so
kundi Sam Jacobsen gera
sítt næsta mál á árinum.
Fuglfirðingar megnaðu
ongan tíð av álvara at svara
hesum aftur, og seymurin
varð settur í, tá dómarin
tíggju minuttir fyri dystarlok
dømdi óbeinleiðis fríspark
fyri afturlegging. Ein dómur,
sum gestirnir á ongan hátt
vóru nøgdir um, men tað
løgdu gøtumenn líka í.
Áslakur R. Petersen fekk
bóltin rullaðan móti sær, tá
frísparkið varð tikið, og so
langaði hann bóltin í mesk
arnar.
Nógv kort
Umframt spenningin, sum
ein grannauppgerð vanliga
hevur við sær, so gjørdist
talan eisini um nógvar per
sónligar tvídystir. Kanska
serliga tí fleiri av spælarunum
á vøllinum hava umboðað
bæði feløgini gjøgnum ár og
dag, og tí vóru persónligar
neisur at vinna.
Tað gav eisini úrslit í
eini rúgvu av kortum frá
dómaranum. Og sum skilst,
so kundi okkurt av teimum
gulu væl havt øðrvísi lit.
Men hinvegin vildi hetta
kanska uppøst spælararnar
enn meira, og í so máta var
talan kanska um rætt val hjá
dómarunum.
Hartil var talan kanska í
ávísan mun um frustratiónir
um stigatalvuna, sum komu
undan kavi hjá ÍF. Tá gongdin
er tung, kann mótburðurin
oftani kennast órættvísur,
og tað skerst ikki burtur, at
júst hetta var kenslan, sum
fuglfirðingar sótu við.
Talvan staðfestir eisini, at
stig nú mugu koma á kontina,
um ikki øll vón skal hvørva
mest sum alt fyri eitt. Næsti
møguleikin fyri hesum er
móti VB/Sumba komandi
vikuskifti, og á pappírinum
tykist hetta eisini sum besti
møguleikin at fáa stig.
KÍ loysir HB av
HB hevur boðað FSF frá, at felagið klárar ikki at
manna liðið, sum felagið skuldi hava við í 2. deild í
ár. Tí hevur FSF givið KÍ møguleikan at flyta upp í
deildina, og KÍ hevur tikið av. KÍ endaði sum nummar
3 í 2. deild í fjør, og tí stóð felagið úr Klaksvík fremst
í røðini, nú HB meldaði frá. KÍ skrivar á heimasíðu
sínari, at Manni Høgnesen skal venja 2. deildarliðið
hjá KÍ.
FCK best í ár
FC Keypmannahavn er tað liðið, sum hevur fingið flest stig, síðani
superligan byrjaði aftur í mars. FCK hevur vunnið seks dystir, spælt ein
javnan og tapt ein, og tað hevur sent teir á beina meistarakós. Brøndby
hevur tapt tríggjar dystir, og tað hevur kostað í oddastríðnum. AC
Horsens við Johan Byrial Hansen í hópinum er nummar 7 í røðini, og
AaB við tveimum føroyskum spælarum er næstaftast, tá ið tað ræður
um dystir, sum eru spældir í ár. AaB hevur ongan dyst vunnið, men
hevur skavað sær seks javnleikir saman.
Sam er
toppskjútti
Illa ber til at siga annað,
enn at gøtumenn býta
málini væl ímillum
sín. Tá Sam Jacobsen
eftir hálvleikssteðin
sunnudagin økti til 2-1,
gjørdist hann samstundis
fyrsti gøtumaðurin, sum
kom á tvey mál hetta
kappingarárið.
Tað vil við øðrum
orðum siga, at tað eru
10 spælarar, sum hava
skotið tey 11 málini, sum
GÍ hevur fingið higartil
í ár, og tað má sigast
at vera sosialt rættvísi
millum spælararnar.
-mørk
GÍ-ÍF 3-1 (1-0):
GÍ eigur grannauppgerðina
ÍF
GÍ
Fuglfirðingar mundu kenna seg enn meira kroystar, eftir at teir fimtu ferðina á rað noyddust av
vølli uttan stig
savnsmynd