mánadagur 24. apríl 2006síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
[ Nr. 78 - 24. apríl 2006 ]
Gerrard ársins spælari
Sunnudagin varð Liverpool-spælarin Steven
Gerrard valdur til ársins spælara í Onglandi. Tað var
felagði hjá spælarunum, PFA, sum valdi Gerrard
fram um nøvn sum Henry, Terry, Cole og Lampard.
Steven Gerrard hevur havt stóran týdning fyri
Liverpool í ár. Hann er toppskjútti við 19 málum, og
um vikuskiftið var hann við í sigrinum á Chelsea,
sum sendi Liverpool í FA Cup finaluna. Ársins
ungi spælari gjørdist Wayne Rooney úr Manchester
United.
TB tók alt á Argjum,
og nú eru fýra stig
frá LÍF á fremsta
plássinum og til tey
trý, sum eru á fjórða
plássi
1. DEILD
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Tað gongur javnt á í topp
inum. Mest støðuga liðið
higartil hava leirvíkingar
átt. LÍF hevur ikki tapt, og
teir eru einsamallir á fremsta
plássinum.
Tvørámenn
skinklaðu fyrstu umførini,
men tríggjar tær seinastu
ferðirnar hava teir fingið
fulla úrtøku, og nú eru teir
ikki langt frá toppinum.
Kappingin tykist longu
vera farin í tvíningar. Fýra
eru í botninum, har Royn
framvegis er stigaleyst.
Hjá HB, KÍ og VB/Sumba
er málið fyrst og fremst at
varðveita liðið í deildini.
HB-KÍ 3-3
Í útgangsstøðuni mundu teir
í KÍ havt verið nøgdir við eitt
stig móti HB í Gundadali.
Tað er kortini væl skiljandi,
at teir bláu iðraðu seg á veg
til hús aftur um, at úrslitið
skuldi gerast 3-3. HB
javnaði, tá ið 2. hálvleikur
var meiri enn 47 minuttir
gamalur. Frammanundan
hevði KÍ verið frammanfyri
bæði 2-0 og 3-1, og klaks
víkingar høvdu leingi verið
manningarliga omaná.
Ronnie Hansen varð
vístur av vøllinum, tá ið
hann á egnari málstriku
nýtti hondina at bjarga við.
Fríðin Ziskason skoraði
upp á brotssparkið, og
Hans Michael í Mittúni
økti til 2-0 dygst undan
hvíldini. Popczynski svar
aði sjálvur aftur, men tá
ið Dánial Kjærbo hevði
fingið brotsspark og Fríðin
Ziskason hevði økt til 3-1
sá aftur gott út hjá KÍ, sum
dúvaði nógv upp á verjuna.
Vagnur Nolsøe minkaði
um munin til 3-2 eftir frí
spark, og í yvirtíðini, tá ið
tað vóru níggju HB spælarar
á vøllinum, javnaði Jákup
Slættalíð eftir deyðbólt
og hálvbjarging. Minuttin
framman undan hevði KÍ
spælari verið púra leysur
við Tróndi Vatnhamar, sum
bjargaði.
AB-TB 0-1
Argjamenn komu heilt niður
á jørðina á heimavølli, eftir
at teir næstsíðst fingu góðan
sigur á Sandi. Ta ferðina
vunnu teir 1-0, og hesa ferð
taptu teir 1-0.
AB hevði bóltin størsta
partin av tíðini, og teir spældu
seg til fleiri hálvar og onkrar
størri málmøguleikar, men
teir fingu einki mál. Størsta
møguleikan fekk Thomas
Hans Rubeksen, men tað
segði tað sama.
TB var verjukent í
útgangsstøðuni, og teir ans
aðu væl eftir at halda nógv
fólk aftanfyri bóltin. Tað
eydnaðist rímuliga væl,
og tvørámenn vóru sera
væl nøgdir tá ið teir fóru
av Argjum, tí teir høvdu
øll stigini við sær. Olivur
Abrahamsen er ein av
teimum, sum teir á Tvøroyri
saknaðu í fyrstu umførunum.
Nú er Olivur komin fyri seg
eftir skaðasteðg, og hann
skoraði einsamalla málið,
tá ið tað restaðu tíggju
minuttir.
Argjamenn vildu hava øll
stigini. Teir fluttu fólkið fram
á vøllin, og onkrir gloymdu
sín lut í verjupartinum.
Bólturin varð spældur inn
um verjuna, og Olivur Abra
hamsen takkaði fyri. Stutt
eftir málið fekk TB aftur risa
møguleika, men dómarin
bríkslaði, tá ið teir gjørdust
leysir - fyri frísparki til TB!
FSV04-B71 0-1
Í Sandavági er lagið einki
serligt. Næstsíðsta vikuskifti
taptu teir í Leirvík. Ta ferðina
sóu tríggir FSV04 spælarar
reytt, og tí var liðið eitt sindur
skert í heimadystinum móti
B71.
Sandoyingar eru snildir,
og teir vóru heilt tilvitaðir
um, hvussu tað skuldi
farast fram á Valloyrini. Tað
ráddi um at hava nógv fólk
aftanfyri bóltin og at dúva
upp á snarálop. At B71
hevur royndar spælarar,
sum duga at stýra, var sera
týdningarmikið.
B71 hevði vindin undan í
1. hálvleiki, og tá ið hálvur
tími var farin, fingu teir
sigursmálið. B71 mann
garðurin frammanfyri egnan
brotsteig vardi fyri FSV
frísparki. Clayton Soares,
Wellington og Tummas Pauli
Olsen áttu skjóta uppspælið,
sum endaði við, at Eli Hentze
gjørdist leysur og smekkaði
til. Jóhan á Mýrini, sum var
stinnur í heimamálinum,
hálvbjargaði, og stutt úr
málinum skumpaði Clayton
bóltin inn um strikuna.
Eftir steðgin hevði heima
liðið vindin undan, teir
royndu at seta ferðina upp, og
teir høvdu onkran hendinga
møguleika. B71 hevði betri
tak á samanspælinum, og
teir høvdu fleiri møguleikar.
Einki mál kom afturat, og
sandoyingar fegnaðust.
SÍ-LÍF 0-2
Tað er álvari í Leirvík. Tá ið
teir í fyrsta umfarinum vunnu
á Sevmýri varð spurt, um tað
heldur vóru ússaligheitirnar
hjá TB, ið vóru orsøkin til
trivaliga LÍF sigurin, enn
tað vóru dygdirnar hjá leir
víkingum.
Síðani hava teir í Leirvík
gjørt øllum sovornum spurn
ingum til skammar. Hesa
ferð fóru leirvíkingar úr
Sørvági við øllum stigunum.
Talan var um tætta uppgerð,
sum ikki alla tíðina var
so ruddulig. Spælandi
LÍF venjarin, Hans Fróði
Hansen, legði LÍF framum
í 32. minutti. So reið um
snarið inntil tað restaðu
fimm minuttir, tá staðfesti
Magnus Skoralíð LÍF sigurin
og harvið oddaplássið hjá
LÍF.
Royn-VB/Sumba 0-4
Bjarni Johansen var stóri
maðurin hjá VB/Sumba
í Hvalba leygardagin. At
Heini Jacobsen er komin
aftur úr Danmark bar við
sær, at veteranmálverjin
hjá VB, Bjarni Johansen,
kundi vera fremsti maður í
álopinum. Tað hevur hann
leingi droymt um, og hann
vísti rudduliga, at hann
umframt at verja fyri, tá ið
hinir roya at gera mál, eisini
sjálvur megnar at gera mál.
Ferðin var einki serlig á
grasvøllinum, og málini
komu ikki fyrrenn í síðsta
minuttinum í 1. hálvleiki.
Tá skoraði VB/Sumba tvær
ferðir. Marner Gudmundson
gjørdi nyttu burturúr, tá ið
afturlegging kiksaði, og
Bjarni Johansen skoraði
við góðum langskoti. Eftri
steðgin trumfaði Bjarni við
tveimum málum og harvið
hattrikki, og nú er Royn
einsamalt á botni.
Norðmenn vilja keypa Liverpool
Kanska kundi íslendingar fingið ein stóran tanka um at keypa enska stórfelagið
Liverpool FC, men sambært norska blaðnum VG hava norðmenn fingð
hetta hugskot. Milliarderurin Øystein Stray Spetalen stendur á odda fyri
einum bólki, sum vil keypa seg inn í Liverpool. Afturat honum eru eisini
hotelkongurin Petter Stordalen, Christian Eidem og fyrrverandi álopsspælarin
Jan Åge Fjørtoft. Bólkurin ætlar at keypa Liverpool fyri 1,5 milliard krónur,
og afturat tí skulu stórar íløgur gerast í nýggjan leikvøll og spælarakeyp.
Leirvíkingar einsamallir á toppinum
HB-KÍ 3-3 (0-2)
0-1: Fríðin Ziskason br 14.
0-2: Hans Michael í Mittúni 45.
1-2: Krzystof Popczynski 59.
1-3: Fríðin Ziskason br 61.
2-3: Vagnur Nolsøe 70.
3-3: Jákup Slættalíð 90.
Reyð kort: Ronnie Hansen HB 14., Heini Gaard HB 75
AB-TB 0-1 (0-1)
0-1: Olivur Abrahamsen 80.
FSV04-B71 0-1 (0-1)
0-1: Clayton Soares 32.
SÍ-LÍF 0-2 (0-1)
0-1: Hans Fróði Hansen 32.
0-2: Magnus Skoralíð 85.
Royn-VB/Sumba 0-4 (0-2)
0-1: Marner Gudmundsson 45.
0-2: Bjarni Johansen 45.
0-3: Bjarni Johansen 67.
0-4: Bjarni Johansen 84.
Hesa ferð eydnaðist tað hjá VB/Sumba at fáa stig. Enntá við tryggum sigri í grannauppgerðini
móti Royn
savnsmynd