Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-24, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. apríl 2006síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 [ Nr. 78 - 24. apríl 2006 ] Fyrrverandi heims­ meistarin í formil 1, Michael Schumacher meldaði seg veruliga inn í stríðið um heimsmeistaraheitið, tá hann fyrstur koyrdi Ferrari bilin í mál á heimavøllinum hjá Ferrari, Immola. Í hølunum á honum var núverandi heimsmeistarin Fernando Alonso í Renault Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Formil 1 koyringin á Immola breytini byrjaði væl fyri Michael Schumacher, ið helt fyrstu byrjunarstøðu framman fyri Button á øðrum plássi og Felipe Massa á triðja. Núverandi heimsmeistarin Fernando Alonso hevði sum altíð eina frálíka byrjan og slapp framvið Barrichello á fjórða pláss. Byrjanin gjørdist rættiliga ræðandi, tá Christian Albers í MF1-Toyota og Yuji Ide í Super Aguri-Honda rendu saman og bilurin hjá Albers snaraði runt fleiri ferðir og endaði á høvdinum. Men Albers slapp óskaddur frá óhappinum. Heilt fram til fyrsta pitt­ stopp helt støðan millum fremstu bilarnar, men í van­ ligum stíli megnaði Renault, at koma framvið fleiri bilum við gløggari pittætlan. Tá fyrsta pittstoppið var av, lá Alonso í hølunum á Michael Schumacher. Hann nærkaðist honum skjótt, og bert lítil løta gekk, so var Alonso í speglinum hjá Schumacher og trýsti hann sera hart. Við 22 umførum eftir fór alonso í pitt í eini roynd at sleppa framvið Michael Schumacher, men týskarin fór inn umfarið eftir og megnaði at halda seg framman fyri. Koyringin hevði ikki nógvar nærdystir, men nærdysturin um leiðsl­ una vardi í 30 umfør og var sera spennandi, einans ein triðings sekund var millum teir báðar í øll hesi umførini. Men Immola breytin er ikki løtt at yvirhála á, og Michael Schumacher er ongantíð lættur at sleppa framvið, hetta mátti Alonso eisini ásanna, og við einum lítlum mistaki á triðseinasta umfari slóknaði vónin um sigurin. Honda liðið sveik enn eina ferð Jenson Button, ið við eini ótrúliga vánaligari pittætlan misti tvey pláss í fyrra pittstoppi. Men mest tápuliga hendingin var undir seinna pittstoppinum, tá maðurin, ið helt stoppskeltinum inni í pittinum, lyftið tað upp, áðrenn bensináfyllingin var liðug. Tá hann varnaðist feilin, var ov seint Button var á veg avstað. Hann varð raktur í høvdið av stoppskeltinum á veg niður aftur. Tá bretin koyrdi av­stað við bensinslanguni, slitnaði hon og alt var eitt bensin rok. Tað var ófatiliga heppið, at eldur ikki kom í. Button steðgaði og slitnaða slangan varð tikin av bilin­ um. Men úrslitið var ein stórur tíðarmissur og ov lítið bensin til Button, ið noyddist inn aftur nøkur umfør seinni. Samanlagt flutti Button seg av 2. til 9. pláss í pittstoppunum mest orsakað av kleyvarskapi. Hetta eigur, at hava sjálvrannsakan við sær í Honda liðnum. Kvinnuligur hjálpardómari dumpaði Ætlanin var, at franska Nelly Viennot skuldi verða við til at døma HM-dystirnar í Týsklandi í summar. Men soleiðis verður ikki. Franski linjuverjin dumpaði eina rennitest fríggjadagin, og tí sleppur hon ikki við til endaspælið. 80 hjálpardómarar vóru við til royndina fríggjadagin, og nú skal FIFA gera av, hvørjir 60 av teimum sleppa við til endaspælið. Stórdystir á skránni Týskvøldið og mikukvøldið verður tað gjørt av, hvørji tvey feløg koma í finaluna í Champions League kappingini í ár. Seinnu hálvfinalurnar verða spældar hesi kvøldini, og tað er framvegis rímiliga opið, hvørji feløg kunnu koma í finaluna. Týskvøldið spæla Villareal og Arsenal í Spania, og Arsenal skal verja 1-0 leiðslu. Tað sama skal Barcelona gera í sínum seinna dysti á heimavølli ímóti AC Milan. Danska TV3+, sum millum annað sæst á Televarpinum, vísir báðar dystirnar beinleiðis. Úrslitið á Immola 1 Michael Schumacher Ferrari 2 Fernando Alonso Renault 3 Juan Pablo Montoya McLaren-Mercedes 4 Felipe Massa Ferrari 5 Kimi Räikkönen McLaren-Mercedes 6 Mark Webber Williams-Cosworth 7 Jenson Button Honda 8 Giancarlo Fisichella Renault 9 Ralf Schumacher Toyota 10 Rubens Barrichello Honda 11 Nico Rosberg Williams-Cosworth 12 Jacques Villeneuve Sauber-BMW 13 Nick Heidfeld Sauber-BMW 14 Vitantonio Liuzzi STR-Cosworth 15 Scott Speed STR-Cosworth 16 Tiago Monteiro MF1-Toyota - Takuma Sato Super Aguri-Honda - David Coulthard RBR-Ferrari - Christian Klien RBR-Ferrari - Yuji Ide Super Aguri-Honda - Jarno Trulli Toyota - Christijan Albers MF1-Toyota Støðan, koyrarar 1 Fernando Alonso Renault 36 2 Michael Schumacher Ferrari 21 3 Kimi Raikkonen McLaren Mercedes 18 4 Giancarlo Fisichella Renault 15 5 Juan Pablo Montoya McLaren Mercedes 15 6 Jenson Button Honda 13 7 Felipe Massa Ferrari 9 8 Ralf Schumacher MF1-Toyota 7 9 Mark Webber Williams-Cosworth 6 10 Jacques Vinneneuve BMW Sauber 5 11 Nick Heidfeld BMW Sauber 5 12 Nico Rosberg Williams Cosworth 2 13 Rubens Barrichello Honda 2 14 Christian Klien RBR-Ferrari 1 15 David Coulthard RBR-Ferrari 1 Støðan, verksmiðjur 1 Renault 51 2 McLaren-Mercedes 33 3 Ferrari 30 4 Honda 15 5 BMW Sauber 10 6 Williams Cosworth 8 7 MF1-Toyota 7 8 RBR-Ferrari 2 Michael Schumacher vann á Immola Tað sá ikki sørt ógvusligt út, tá Jenson Button var á veg úr pittinum við slanguni til brennievnið hangandi úr bilinum Mynd: Reuters